hava vit til dømis: * Serstaka stovukonsert við Herborg Torkilsdóttir. * Jákup Dahl fer at undirhalda og seta gongd á láturmusklarnar í Virkinum. * Dansur við bólkinum, Reyn. * Eplakappingar og neytalortakapping [...] við hesum orðum: - Vit síggjast á Eplafestivalinum 2024 - fyrst í Trøðum frá klokkan 10 leygarmorgunin og seinnapartin og um kvøldið eisini í sandsbygd.
fýrverk mundi ivaleyst vera í taskum kring vøllin í Sarpugerði í kvøld, tá ið Víkingur og KÍ – komandi og verandi meistarin – spældu toppdyst. Einki fýrverk verður í Sarpugerði í kvøld. Tað bíðar nakrar dagar [...] dagar aftrat. At tað fer at verða brúk fyri tí, ivast eingin í. Men í kvøld er tað tey í KÍ leguni, sum fegnast. Tað gera tey, tí teirra lið í kvøld hevur vunnið 2-1 á útivølli ímóti heimamonnunum. -Vit [...] streyk í netið. KÍ helt fram eina løtu í sama stíli, og Bárður á Reynatrøð vísti onkra ferðina, at hann avgjørt hoyrir heima í landsliðshópinum. Men sum fyrri hálvleikur leið, fekk Víkingur fatur í fótb
Klokkan 17 fer Heini Ziskason Viðoy at bríksla fyri fyrstu ferð í dag í Sarpugerði í Norðragøtu, har veðrið er av tí fagrasta. Víkingur eigur heimavøll ímóti KÍ, og um tað eydnast Víkingi at vinna, so [...] fulla úrtøku síðani summarsteðgin. Víkingur hevur vunnið fulla úrtøku í øllum landskappingardystunum í ár burtursæð frá fyrra dystinum í Klaksvík, sum KÍ vann 2-1. Bæði Jóhan Petur Poulsen hjá Víkingi og [...] frá dystarbyrjan í dag, sum vóru tað frá dystarbyrjan leygardagin. Á Svangaskarði varð René Shaki Joensen skiftur inn á KÍ liðið í seinna hálvleiki. Hann hevur verið skaðadarvaður, og í dag kemur tað illa
Talan var um 1. Grand Prix-umfar í einari røð av sjey umførum, sum verða spæld regluliga fram til í februar næsta ár. 2. Grand Prix-umfar verður spælt í Trongisvági 27. oktober. Úrslit - 1. Grand Prix [...] Prix Bólkur A Hallur Thorsteinsson (Tór) Ári Fríðason Jensen (Tór) Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) Ólavur Hammer (TBF) Jákup Debess (Tór) Teitur Haraldsen Albinus (Tór) Bólkur B Edvard Nårstad (TBF) Elsa Kathrina [...] Gudmund Djurhuus (TBF) Suni á Lava (Tór) Viljar Dulavík (Tór) Filip Restorff (Tór) Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór) https://webmail.simply.com/?_task=logout Bólkur C Jósva Fonsdal Højgaard (TBF) Jóel Bringsberg
Í løtuni er ein uppboðsøla hjá Bruun Rasmussen byrjað, har fokus er á norðurlendska list - harímillum við verkum frá føroysku listafólkunum Ingálvi av Reyni, Hans Jákup Glerfoss, Zacharias Heinesen, Olivur [...] føroyska og íslendska list í einum altjóða marknaði. Nú varpa vit ljós á bestu klassisku og modernaðu listina úr Føroyum og Íslandi. Náttúran, brigdi og strukturar eru ein reyður tráður í føroysku listasøguni [...] Ruth Smith, sum tey lýsa sum ein av týdningarmestu koloristunum í norðurlendskari myndlist yvirhøvur. Í tíðindaskrivinum stendur soleiðis um Ruth Smith: – Naturens spil, foranderlighed og strukturer, løber
innanhýsis dystirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið. Tað ótrúliga var, at HB vann allar tríggjar innanhýsis dystirnar móti Skála við sama úrsliti: 3-0. Sostatt var samlaða úrtøkan í teimum trimum [...] 2-0 Emmanuel Duah (47.) 3-0 Hanus Sørensen (88.) HB-Skála 3-0 (1-0) - 22. september 1-0 Jákup Thomsen (11.) 2-0 Jákup Thomsen (61.) 3-0 Hanus Sørensen (72.) Kelda: FaroeSoccer [...] trimum innanhýsis dystunum níggju stig til HB, og einki stig til Skála. Málúrtøkan í teimum trimum dystunum gjørdist 9-0 til HB. Skála-HB 0-3 (0-0) - 13. mai 0-1 Eivind R. Mouritsen (47.) 0-2 Mikkel Dahl (81
Síðsta ferðin, Jákup L. Thomsen skoraði, var 27. august í fjør, tá ið HB vann 4-2 á Argjum, og Jákup L. Thomsen javnaði til 2-2. Fyrra málið í kvøld skoraði hann longu í 11. Minutti eftir uppspæl í høgru og [...] skoti úr høgru og í handara síðunetið hevði økt um munin til 3-0, var Skála í tveimum støðum, sum kundu borið mál við sær. Í fyrra førinum sendi Ragnar Skála úr spískum bóltin í stólpan, og í seinna førinum [...] alla tíðina, og í dag kendi eg tað soleiðis, at kundi havt spælt alla tíðina, men eg eri fegin um tann tíman, sum eg var á vøllinum, sigur Jákup L. Thomsen í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1 útvarpinum
leikbannaður í dag og ikki Karl Løkin. Hjá NSÍ var nýggjur maður í málinum. Jón Petur Thomsen, sum annan mánadag fyllir 19 ár, vardi NSÍ málið fyri fyrstu ferð. Hann plagar at vera málmaður í næstbestu deildini [...] deildini. At hann í dag var á besta liðnum komst av, at Kristian Joensen í 2-2 dystinum ímóti B36 í Gundadali varð skaddur. Tað vísti seg, at rivjabein vóru brákað, og tí var veteranurin ikki førur fyri [...] vánirnar fingu skot fyri bógvin í 32. minutti. Aron Kensson, sum í dag var vongverji í vinstru, sá reytt, tá ið hann eftir skjótt NSÍ álop nýtti neyðbremsuna ímóti Jasper Van Der Heyden. Fuglfirðingar
heiðursmerkjaplássi. Í gjárkvøldið tapti B36 2-0 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá KÍ, sum hava verið í stórum vanda fyri at flyta niður, men sum nú eru við at koma sær upp á turt. Í dag tapti toppliðið [...] stig í 9 dystum. Tapið hjá FC Suðuroy í dag var tað fyrsta síðani 18. mai, tá ið FC Suðuroy tapti 3-1 á útivølli ímóti Víkingi. Síðani var úrtøkan 23 stig í 11 dystum. FC Suðuroy og Víkingur, sum í morgin [...] hevur 34 stig. Seinnapartin í morgin fer AB at spæla á heimavølli ímóti FC Hoyvík, sum er næstaftast. Í dag fekk TB av álvara um endan í kappingini um at flyta upp, tá ið tað í Trongisvági endaði við 2-1
Sølvi Vatnhamar í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum. Víkingur vann í kvøld 1-0 ímóti EB/Streymi. Tað ber við sær, at Víkingur framvegis er níggju stig undan KÍ, men sigurin í kvøld var ikki [...] úr ellivu metrum. Sølvi Vatnhamar var í kvøld fyri 400. ferð á besta liðnum hjá Víkingi í landskappingardysti. -Eg misnýtti brotsspark í fyrsta dystinum og aftur í kvøld, og so havi eg misnýtt onkrar aðrar [...] gleða vit okkum til mikudagin, tá ið tað verður KÍ í Sarpugerði, sigur Sølvi Vatnhamar, og hann heldur fram: -EB/streymur spældi ein góðan dyst í kvøld. Teir í EB/Streymi vóru væl skipaðir, og tá ið vit ikki