Tað var hart tí teir tevjaðu blóð

Nú er talan um finalur, hvørja ferð vit fara á vøllin, sigur Sølvi Vatnhamar, sum í tepra heimasigrinum hjá Víkingi ímóti EB/Streymi misnýtti brotsspark

Bergur J. Poulsen og Emil Weihe Joensen fylgja spentir við, meðan Sølvi Vatnhamar avgreiðir brotssparkið, sum Jóannes Eyðfinsson Davidsen í EB/Streymamálinum bjargaði

-Hetta var hart, og soleiðis er tað hvørja ferð, tá ið vit spæla. Í kvøld var talan um eina finalu. Tað hava verið fleiri, og tað bíða fleiri. Teir tevjaðu blóð og vunnu onkrar vandamiklar støður, uttan at tað eydnaðist teimum at fáa bóltin í málið, og vit høvdu jú stóran møguleika at økja um leiðsluna, uttan at tað eydnaðist.

 

Tað sigur Sølvi Vatnhamar í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.

 

Víkingur vann í kvøld 1-0 ímóti EB/Streymi. Tað ber við sær, at Víkingur framvegis er níggju stig undan KÍ, men sigurin í kvøld var ikki so sannførandi, sum tølini kundu boðað frá.

 

-Teir vóru fimm í verjuketuni, og so høvdu teir tríggjar verjukendar og sentralar miðvallarar. Tað bar við sær, at tað var ógvuliga torført hjá okkum at vinna okkum til møguleikar, hóast vit høvdu bóltin nógv størra partin av tíðini, staðfestir Sølvi Vatnhamar.

 

Jørgen Nielsen skoraði málið í fyrra hálvleiki, eftir at Ingi Jonhardsson legði innfyri úr vinstru og til handara stólpa. Stutt undan steðginum vann heimaliðið brotsspark, men Jóannes Eyðfinsson Davidsen bjargaði, tá ið Sølvi Vatnhamar royndi seg úr ellivu metrum.

 

Sølvi Vatnhamar var í kvøld fyri 400. ferð á besta liðnum hjá Víkingi í landskappingardysti.

 

-Eg misnýtti brotsspark í fyrsta dystinum og aftur í kvøld, og so havi eg misnýtt onkrar aðrar ferðirnar. Tíbetur kostaði misnýtta brotssparkið ikki stig, og nú gleða vit okkum til mikudagin, tá ið tað verður KÍ í Sarpugerði, sigur Sølvi Vatnhamar, og hann heldur fram:

 

-EB/streymur spældi ein góðan dyst í kvøld. Teir í EB/Streymi vóru væl skipaðir, og tá ið vit ikki megnaðu at skora fleiri enn eitt mál, so var tað spenningur í til síðsta bríksl, sigur Sølvi Vatnhamar.

 

Vongverji í høgru hjá EB/Streymi er Bergur J. Poulsen, sum lærdi at spæla fótbólt í Sarpugerði.

 

-Sjálvandi harmast vit um, at tað ikki eydnaðist at vinna stig. Vit ætlaðu ikki, at teir skuldu fáa møguleika at skora mál. At teir kortini skoraði kostaði okkum eitt stig. Vit hildu okkum fult og heilt til ætlanina, sum Sigfríður hevði lagt, og tá ið so Dabo og Filip Djordjevic vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki, bleiv tað broddur og tyngd í álopspartinum hjá okkum. Hóast vit einki stig vunnu í kvøld, so kunnu vit brúka hugburðin og avrikið, og tað er hugaligt at venja, tí nú er tað stór kapping um plássini á liðnum, sigur Bergur J. Poulsen í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

 

 

Víkingur – EB/Streymur 1-0 (1-0

 

1-0: Jørgen Nielsen 39.

 

Dómari: Bjarki Danielsen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson  – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson

 

EB/Streymur: Jóannes Eyðfinsson Davidsen – Bergur J. Poulsen,  Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Jákup N. Vilhelmsen, Tóki H. Johannesen – Jens Erik Bruhn, Emil Weihe Joensen, Niels Pauli Danielsen, Jóhann Hansson Joensen – Kristian Svabo Eliasen

 

Bergur J. Poulsen og Emil Weihe Joensen fylgja spentir við, meðan Sølvi Vatnhamar avgreiðir brotssparkið, sum Jóannes Eyðfinsson Davidsen í EB/Streymamálinum bjargaði