lukka, sum kundi henda, og nú var at sleppa avstað sum skjótast. Men fyrst skuldi skipið riggast til, og hetta var eg eisini við til. Siglt varð á Fuglafjørð, og so tók tað einar 10 dagar at bøta um viðferðina [...] 1920, Kristina, f. 1922. Harald Anthoniussen giftist 10. mai 1941 í Randers við Margrethe Christiane Kristensen, f. 10.1. 1918. Tey búsettust í Esbjerg og fingu tveir synir: Oyvind, f. í februar 1945, doyði [...] skiparin las so lestur, og minti hetta nógv um eina deknagudstænastu heima. Mánadag skuldu vit so byrja at fiska. Men nú var toka komin, og hetta merkti, at skiparin misti landkennið og fekk tí ikki lagt skipið
likams og sálar fyri at kunna hugsavna seg og fara í dýpdirnar í spælinum. - Eg renni regluliga, svimji og styrkivenji eisini, og royni at eta tað, sum sunt er. Tað er lykilin til at orka at telva og studera [...] teimum ellivu dystunum eru góðkendir. Vit vinna fýra dystir, og vinna teir væl og virðiliga; 4-0, 3½-½, og tvær ferðir 3-1, móti Puerto Rico og Wales, sum vit ikki hava havt bestu royndirnar av á undanfarnum [...] Høgni og Rógvi - okkara topp 3 - luttikið í seinastu fimm árini? Og er tað tekin um, at svongdin og hugurin at telva hjá okkara fremstu telvarum er ikki longur tann, hann einaferð var? Mál og mið Vit
Hann er læraralærdur og undirvísti í nógv ár í Fuglafirði og á Kambsdali, og so er hann løgtingsmaður og løgtingsformaður. Kanska eigur beinanvegin at verða gjørt við, at Jógvan og undirritaði hava verið [...] Odvør ættað úr Havn og dóttir Herborg og Gunnar Gunnarsson. Tey eiga fimm børn: Høgni, Bárður, Rógvi, Herborg og Dánjal. Bárður býr í Leirvík, og hini búgva í Fuglafirði. Odvør og Jógvan eru ríkað við [...] Foreldrini vóru bæði fuglfirðingar, og dreingirnir eru Victor, Páll, Harry, Jógvan, Terji og Eyðun. Victor býr í Klaksvík, og allir hinir búgva í heimbygdini. Pápin var sjómaður og trolaraskipari. Hann var stýrimaður
hevur verið umsitingarligi og politiski miðdepilin í Føroyum, so leingi nakar kann minnast. Síðan 1948 hevur sjálvstýrið húsast her, og hóast bankakreppur og annað eru Føroyar eitt virkið [...] virkið samfelag við ríkum mentanarlívi og lofttráðum út í heim. Fíggjarliga drívmegin er enn fiskivinnan, og trolarareiðarar og arbeiðs-takarar í fiskivinnuni eru samfelagsligu r [...] 2008. Prime Minister rópar hann seg á enskum, eins og grønlendski og danski starvsfelagin. Sambandsflokkurin er systurflokkur hjá Vinstra, og flokkurin umboðar høvuðsrákið í Føroyum, sum vil
sól- og vindorku er minkaður við ávikavist 90 og 70% innan 10 ár, og bíligasta elið, sum nakrantíð er framleitt, er framleitt við sólorku. Aðrar orkukeldur taka seg eisini fram við fullari ferð, og útbyggingin [...] serfrøðingum og kjakast um og gera tilmæli til landsins leiðslu um politisk átøk. Veðurlagsborgaratingið verður tilvildarliga valt og valt soleiðis, at føroyingurin í mun til búseting, starv, aldur og kyn er [...] óendaligan búskaparvøkstur og góðtaka ógvusligu ávirkanina, sum hetta hevur á náttúru og veðurlag, skulu vit loysa. Ovurnýtslu og ovurtroytan av okkara tilfeingi, leita eftir og framleiða olju, soleiðis
skínur, og lýkka er í luftini. Ringdi til Sigurd Simonsen á Hoyvíking Tours í gjár at biðja um eina samrøðu. Nei, tað visti hann ikki rættiliga. Tveir minuttir seinni var avtalan í hús, og kl. 10.00 skuldu [...] skuldu vit so hittast. Sigurd tekur fryntligur ímóti og bjóðar kaffi og rundstykkir. Á stovuborðinum liggur ein snotilig bók um 293 metrar langa og 13 hæddir høga ferðamannaskipið, Poesia, sum skuggaði [...] gjørdu næstan bert útferðir til Kirkjubøar, sigur Sigurd og leggur á borðið ferðaætlanirnar fyri skip, bátar og flogfør, ið hann gjørdi hvørt ár og sendi øllum ferðaskrivstovunum í Norðurlondum. Tær vóru
NISSAN MICRA 1.0 ÁRG. 1998 3 H, KR 76.000 MEINHARDT ARGE TEL 345400 NISSAN PRIMERA 1.6 PLAYER ÁRG. 1995 4 H, KM 99.000, KR 98.000 MEINHARDT ARGE TEL 345400 PEUGEOT 106 1.1 ÁRG. 1996, 3 H, KM 85.000, KR [...] VIÐ NÓGVARI EYKAÚTGERÐ. TIL SØLU. TLF 222048 TOYOTA CARINA, 2,0 ÁRG. 91, NÝSPROYTAÐUR, VÆL ÚTGJØRDUR OG VÆL VIÐFARIN. TIL SØLU. TLF. 455878 ? 253729 PORSCHE 928 S4 ÁRG 91 ? V8 ? 320 HK. 250.000 KR, SKRÁSETTUR [...] KRÓNUR TEL 216409 TOYOTA CARINA E. GLX 1,8 ÁRG. 09/97. BILURIN HEVUR EL-RÚTAR FRAMMAN, SERVOSTÝRING OG ARIBAGS FRAMMAN, CENTRALLÁS, AIRCONDITION ABS BREMSUR. HEVUR KOYRT 46.000 KM. PRÍSUPPSKOT CA. KR. 115
sum er frá Føroyum umvegis Vilnius og til Aberdeen og sum er frá 7. og til 14. oktober, og so ein, sum er niður til Aberdeen við fráferð úr Føroyum 12. oktober og heimferð 15. oktober. Landsliðið spælir [...] ymiskir, og tað eru teir eisini við Norrønu. Tað veldst um, hvussu ferðafólkið ynskir at ferðast, og so er tað sjálvandi sera ymiskt, hvussu nógv tey ferðandi brúka umborð á skipinum og í flogfarinum, og meðan [...] sambandi við dystin, og eftir hvat vit hava skilt, so hava fleiri enn eitt hundrað rindað fyri ferð við Atlantsflog. Tað verða tríggjar ferðir gjørdar við flúgvara. Ein, sum er frá 7. og til 10. oktober í Vilnius
fingu lítið og onki burturúr skúlanum. Eg kendi nakrar í mínum arbeiðslívi. Og haraftrat ráðaleys foreldur, tá dreingirnir eru farnir úr skúlanum, og summir liggja og sova dagin langan og sita kanska við [...] byrjar kl. 7 á morgni og endar kl. 10 á kvøldi, og har alt er skemalagt. Endamálið er at geva teimum eitt eymligt fakligt spark uppeftir, fyri at teir kunnu trívast í skúlanum og kenna seg viðurkendar [...] væl hægri enn pláss er fyri, og bíðilistin seinasta ár var ógvuliga langur. Endamálið við fyrireikingarflokkinum er at geva grundleggjandi lesi-skrivi-og rokniførleikar og hjálp til at handfara avbjóðingar
illa heim til vinirnar og hugnan í Føroyum, og tað hevur viðhvørt kenst einsligt, tí umhvørvið í Brøndby er eyðkent av at vera kyniskt og av rættuliga harðari kapping og av, at ein og hvør er sær sjálvum [...] fótbóltsspælarar, og at teir eru kropsliga væl fyri og skjótir. Hevur arbeitt seg upp Í 9. flokki í Eysturskúlanum gjørdi René av, at hann skuldi fara til Danmarkar á fótbóltsskúla og taka 10. flokk. Soleiðis [...] hava droymt at skriva sáttmála og at liva av fótbóltinum, og hjá teimum flestu er dreymurin avloystur av veruleika, sum hevur verið skúlagongd, útbúgving og arbeiði, og fótbólturin hevur verið frítíðarítriv