men tá er ov tíðliga at taka líra við lykt í myrkri, tí lírin er enn ikki búgvin at koma út úr holu síni. Í Skúvoy, sum helst eigur mestan líran í Føroyum, hava tey á grannastevnu gjørt av, at veiðitíðin [...] holuni í myrkri, og sum kvøldini ganga, stoytir ungin seg at enda út av bakkanum og flýgur. Men, tað er ikki bara veiðitíðin, sum í Skúvoy er avmarkað til eina viku. Ein onnur avmarking er, at tað í mesta [...] mesta lagi er loyvt at taka 100 lírar upp á hvørt matrikulnummar í bygdini í líravertíðini. Og tað eru heldur ikki øll matrikkulnummur í Skúvoy, sum eiga rættin til líra. Er talan um summarhús við ongari
spælarum í gerandisdegnum ikki eru so nógv í verju, sigur Peter Bredstorff-Larsen venjari hjá Føroyum í samrøðu við Trónd Arge í Kringvarpi Føroya. Føroyar – Niðurlond 32-32 (18-14) EM undankapping Í Høllini [...] torført í verjuni, men tað var nóg gott at vinna eitt stig ímóti spælarum, sum í gerandisdegnum eru á hægsta støði í Týsklandi og Fraklandi. Vit góvu okkum fult og heilt, og vit eiga at hava í huga, at [...] Tað kókar í nýggju høllini við Tjarnir. Síðsta bríksl hevur verið í fyrsta týdningarmikla hondbóltsdystinum, sum var EM undankappingardystur millum Føroyar og Niðurlond. Máltalvan vísir 32-32 eftir há
Smyril Line, tá ið hann kom í land í Danmark í nátt. Tað skrivar eb.dk. Saman við familjulimum hevði hann vitjað í Føroyum og Íslandi við Norrønu. Norrøna skuldi leggja at í Hirtshals leygarmorgun klokkan [...] ikki langa túrin í bili eftir langa túrin umborð. Tað var tó einki at heinta, tá ið umræður hotellkamar. - Í receptiónini svaraðu tey, at tað var mín egna ábyrgd og bóðu meg seta meg í samband við mína [...] honum 600 krónur í eyka ferðaseðli við skipinum, hotellkamar á áleið 2600 krónur og internet á 200 krónur. - Harumframt skuldi eg náa alt møguligt í dag, áðrenn eg skuldi til arbeiðis í morgin. Tað nái
teimum, sum koyra lastbil og buss, verða settar í gildið í Føroyum sum skjótast. Tað heldur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í ferðslumálum. Tí fer hann í næstum at leggja uppskot fyri Løgtingið um at áseta [...] vísir á, at í Danmark hava vinnuligir bilførarar loyvi at koyra níggju tímar um dagin. Hesa tíðina skulu teir hvíla minst 45 minuttir, men hvílitíðin kann vera í einum, ella hn kann býtast sundir í ein steðg [...] at seta hvílitíðir í gildi. Hann heldur, at tað er neyðugt at fáa reglur um hvílitíðir, áðrenn vanlukkur við álvarsligum avleiðingum henda, tí at arbeiðsviðurskiftini eru óskipað. Í øðrum londum eru reglur
in í Havn, Reyði Krossur, er um at vera burturbeindur. Talan er um fyrra Reyða Kross, sum varð bygdur í Havn í 1919 og sum var læknabátur til 1950. Tað var Lias í Rættará í Havn, sum bygdi bátin. Í 1950 [...] Johannessen í Havn vera stórt spell. – Hetta er fyrsti bátur, sum er bygdur til læknabát í Føroyum. Hetta er ein partur av hospitalssøguni, og tí eigur báturin á onkran hátt at verða knýttur at savninum í Gamla [...] sambandi við páska-, hvítusunnu- og summarlegur. Daniel Hermansen í Hósvík keypti nøkur ár seinni, í 1957, Brest frá skótunum í Havn og ætlaði at umbyggja hann til útróðrarbát, men gjørdist sjúkur. Bróðirsonur
síðani vanlukkan hendi, ávarar vinnukavaraskúlin Faroe Dive í Klaksvík ímóti eini møguligari umhvørvisbumbu, tí í økinum, har vanlukkan hendi, eru í dag ógvuliga stór virði fyri okkara samfelag. - Hesi virði [...] m til at fyrireika eina verkætlan í tveimum stigum, fyri at kanna og tryggja økið um Flesjarnar og ikki minst vinnuna í økinum ímóti einari møguligari oljudálking. Í fyrsta lagi skal staðfestast, um olja [...] niður á vrakið, eiga tað í mestan mun at vera føroyskir kavarar og starvsfólk, ið fáa møguleikan at standa fyri verkætlanini, sigur Janus Joensen og leggur aftrat, at í Føroyum eru bæði servitan og førleikar
verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, og regn. Seinni verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og okkurt [...] vindi yvir Føroyum flytir seg spakuliga burtur í ein landnyrðing. Seint mikudagin fer eitt lágtrýst við regni framvið og hósdagin fylgja ælini eftir, sum út á fríggjadagin gerast vetrarkend. Í dag verður [...] klárt. Hitin millum 1 og 5 stig og andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, sum snarar í ein landsynning, 8 til 13 m/s. Fyrst sólglottar
spakuliga í ein landnyrðing burtur frá Føroyum og mikudagin og seinni í vikuni koma brúgvaløg við regni, vindi og lýggjari veðri inn yvir Føroyar av suðri. Týsdagin øtlar hann vindin av landsynningi upp í gul [...] upp í andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av suðri og hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Tað klárar í, tó [...] andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Turt, men skýggjað og hitin millum 5 og 8 stig. Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar niður í gul til stívt
náttina snarar í ein útsynning og sunnan og makar niður í eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og sól, men um kvøldið skýggjað. Hitin um 10 stig, um náttina niður í millum 5 og 10 stig [...] sekundið, sum øtlar upp í stívt andøvgsul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin um 10 stig. Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, [...] útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið, út á dagin upp í stívt andøvsgul, umleið 10 metrar um sekundið. Týsnáttina øtlar hann upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum
til 1954, og var næststørsti reiðari í Føroyum eitt skifti. Helgi Eidesgaard sigur, at hetta eru tvey dømi um, hvussu nógv arbeiðarafeløgini á Tvøroyri løgdu fyri í royndunum at útvega limunum arbeiði. [...] pening í koladriftina í Rangabotni, flakavirki á Tvøroyri og trolarar. Eitt annað dømi um framskygni hjá Fylking var, at felagið rættiliga tíðliga stuðlaði upp undir at seta fyrsta tekniska skúla í landinum [...] - Tit hava torað at tikið tøk. Í gjár, sjálvan flaggdagin, 25. apríl hátíðarhelt elsta fakfelag í landinum, Arbeiðsmannafelagið, Fylking, á Tvøroyri, sín 100 ára føðingardag. Søgufrøðingurin, Helgi Eidesgaard