Tá russiska skipið, Olshana, sigldi á Flesjarnar í dýrdarveðri hóskvøldið 2. august í 2007 og morgunin eftir sakk har, varð mett, at um 300 tons av gassolju og 10 tons av smyrjiolju vóru umborð á skipinum.
Nú níggju ár skjótt eru liðin, síðani vanlukkan hendi, ávarar vinnukavaraskúlin Faroe Dive í Klaksvík ímóti eini møguligari umhvørvisbumbu, tí í økinum, har vanlukkan hendi, eru í dag ógvuliga stór virði fyri okkara samfelag.
- Hesi virði kunnu lættliga verða skadd ella fara fyri skjeyti, um eitt nú oljudálking stendst av vrakinum av russiska skipinum, sigur stjórin í Faroe Dive, Janus Joensen.
Mett til 14 milliónir
Hann vísir á náttúruna kring Flesjarnar við kópi, fugli, hummara og øðrum skeljadjórum, fiski og øðrum lívi, sum stórtrívist, umframt vinnuliga virksemi í økinum, har serliga alingin av laksi í nærumráðnum kann vera sárbar fyri slíkari dálking.
- Stutt eftir, at russiski trolarin var sokkin, vísti ein meting, at tað kosta eina millión krónur um dagin at taka oljuna upp av vrakinum, og at arbeiðið helst kom at taka einar 14 dagar, sigur Janus Joensen.
- Tað vil siga, at kostnaðurin var um 14 milliónir krónur ella eini 75 prosent av virðinum, ein aliringur við fiski í hevur. Í dag er uttan iva neyðugt at gera eina nýggja kostnaðarmeting av hesum arbeiði, tí so long tíð nú er fráliðin.
Føroyskur førleiki
Leiðslan á Faroe Dive mælir mynduleikunum til at fyrireika eina verkætlan í tveimum stigum, fyri at kanna og tryggja økið um Flesjarnar og ikki minst vinnuna í økinum ímóti einari møguligari oljudálking.
Í fyrsta lagi skal staðfestast, um olja lekur úr vrakinum, sum eisini skal filmast og dokumenterast, umframt at standurin á tí skal kannast og nágreinilig vitan fáast til vega um dýpið niður á botn, dekkið á skipinum, umstøður og viðurskifti á skipinum og rundan um skipið og annað.
Og í øðrum lagi eigur at verða fyrireikað kaving niður á skipið, út frá tí vitan, ið fæst til vega við tí, sum verður gjørt í fyrsta lagi, og Faroe Dive vísir á, at kavaravinnan hevur bæði førleikar og stóran part av útgerðini, ið krevst til eina slíka kavaraverkætlan.
- Um avvarðandi mynduleiki ynskir, at kavarar skulu niður á vrakið, eiga tað í mestan mun at vera føroyskir kavarar og starvsfólk, ið fáa møguleikan at standa fyri verkætlanini, sigur Janus Joensen og leggur aftrat, at í Føroyum eru bæði servitan og førleikar á økinum til taks.