- Tit hava torað at tikið tøk.
Í gjár, sjálvan flaggdagin, 25. apríl hátíðarhelt elsta fakfelag í landinum, Arbeiðsmannafelagið, Fylking, á Tvøroyri, sín 100 ára føðingardag.
Søgufrøðingurin, Helgi Eidesgaard, hevur verið við til at fyrireika 100 ára hátíðarhaldið saman við Einar Larsen. Og hann segði, at eitt, sum hevur eyðkent felagið, er, at teir hava ikki verið bangnir fyri at taka tøk.
Talan var ikki bara um at berjast fyri at vinna arbeiðsmonnum ávísr rættindi. Í Fylking vóru tey eisini ógvuliga framskygd og løgdu lunnar undir nógv vinnuligt virksemi á Tvøroyri.
- Tit hava verið í mongum leiki, bæði verkføllum og verkbannum, og ofta hava drigið longra stráið, segði Helgi Eidesgaard.
Hann sigur, at Fylking var so sterkt felag, at í nógv ár, vóru lønirnar hjá arbeiðsmonnum á Tvøroyri tær hægstu í landinum.
Eitt annað hart stríð var at fáa løngjaldsstovuna setta á stovn sum skuldi loysa arbeiðsmannin úr valdinum hjá reiðarunum og stórkeypmonnunum við at tryggja, at teir kundu fáa løn sína goldna í reiðum peningi, og ikki í vørum.
Ágangurin var øgiligur, har arbeiðsmenn, sum ikki vildu lata seg kúgað, vórðu settir á svartalista, og vórðu útihýstir frá øllum arbeiði. Men Fylking vildi ikki slaka og vann stríðið um at enda.
Tey í Fylking stovnaðu eisini Ísvirkið, men tað gekk ikki so væl, tí tað fór fyri bakka, saman við alheims kreppuni fyri eini slakari øld síðani.
Men teir góvust ikki á hendur, tí fá ár seinni stovnaðu Fylking, og Arbeiðskvinnufelagið, Fiskepigernes Fagforening, sum tá eisini varð stovnað, Arbejdernes Trawlerdrift, AT, sum skapti nógv arbeiði frá 1936 heilt til 1954, og var næststørsti reiðari í Føroyum eitt skifti.
Helgi Eidesgaard sigur, at hetta eru tvey dømi um, hvussu nógv arbeiðarafeløgini á Tvøroyri løgdu fyri í royndunum at útvega limunum arbeiði.
Nevnast kann eisini, at Fylking hevur sett pening í koladriftina í Rangabotni, flakavirki á Tvøroyri og trolarar.
Eitt annað dømi um framskygni hjá Fylking var, at felagið rættiliga tíðliga stuðlaði upp undir at seta fyrsta tekniska skúla í landinum á stovn á Tvøroyri. Tá vóru eisini handverkarar limir í felagnum.
Leggjast kann afturat, at hesar næstu dagarnar er ein framsýning á Seglloftinum um Fylking, opið er um kvøldið til hóskvøldið.
Á myndina er tað Elvin Borðá, formaður í Fylking, vinstrumegin, og Helgi Eidesgaard, høgrumegin
Niðanfyri eru fleiri myndir frá 100 ára hátíðarhaldinum í gjárkvøldið.