og klipti sær hjá Eigili í morgun, nú bert 13 dagar eru til jólar. Kl. 9 hevði hann fingið tíð, og hann møtti stundisliga, eisini til heiður fyri tíðindatænastuna. - Eg skal siga sum er. Mær hevur altíð [...] eisini havt sína ávirkan á prísin fyri eini klipping. Í 1957 kostaði tað einans 3 kr. at klippa sær, meðan tú í dag rindar væl omanfyri 100 kr. fyri sama arbeiðið. Fyri Djóna hevur hetta verið væl farin [...] havt fyri neyðini at klippa sær. Tá hevur hann altíð vitað, hvar hann skuldi fara fyri at fremja hesi ørindini. Fyrr mátti tú møta í góðari tíð, og so bara sita og bíða eftir at tú átti tørn fyri klipping
tunnslitin. - At eingi útlit eru til bata á skúlanum tey nógvu næstu árini, er so sanniliga heldur ikki eggjandi – hvørki fyri meg sum rektara, verandi leiðslu og ei heldur fyri tey, sum skulu reka skúlan í [...] innanveggja og trongu fíggjarkarmarnir, sum rektarin eisini skal syrgja fyri at halda seg innanfyri, saman við ábyrgdini fyri øllum hesum 762 fólkunum, er tung. Haraftrat kemur, at dagligu umstøðurnar [...] eru vánaligar – við ongari serstakari skrivstovu til skúlaleiðararnar, men bert eini rektaraskrivstovu, har gingið verður ígjøgnum, sum hann tekur til. "Normalur" aftur - Eg segði við lærararnar á sta
sum koyra fyri I.R. Lastbilar á Hvítanesi í dag, eru nøgd við sítt arbeiði og sínar arbeiðsumstøður. Tey fáa øll løn til tíðina, bæði føroyingar og útlendingar, og tey fáa øll somu løn fyri sama arbeiði [...] - Um onkur kanska tekur sær eyka tímar, er upp til bilføraran sjálvan. Tað lættir sjálvandi um hjá mær, um onkur bilførari manglar, men eg trýsti ongan til at arbeiða longur, enn teir sjálvir vilja, sigur [...] Allir, sum koyra fyri I.R. Lastbilar í dag, eru nøgdir við arbeiðsumstøðurnar, sigur Rasmus Rasmussen, stjóri hjá I. R. Lastbilum. Lastbilaførarar hava sagt Miðlahúsinum frá, at teir koyra uttan setanarskriv
tríggja daga ferð til Føroya í einum ferðalagi, har tey skuldu koma til Føroya mánadagin og fara aftur til Noregs í dag, hósdagin. Eg hevði glett meg í fleiri mánaðir til at hitta míni gomlu vinfólk aftur [...] sigur, at ferðaætlanin varð løgd soleiðis til rættis, at tey skuldu fyrst flúgva til Keypmannahavnar og haðani skuldu tey so flúgva við SAS til Føroya. Túrurin til Keypmannahavnar gekk sum ætlað – men so [...] eykaflogfar var til taks at føra tey til Føroyar fyrrenn týskvøldið, hildu tey, at tað kundi gera tað sama. Tá var tað meiri møði enn føði at fara til Føroya, tí tey skuldu flúgva aftur til Danmarkar longu
sterkar relatiónir til Føroyar. Tá vit fluttu niður, so søgdu tey, hvat skula vit nú gera, nú kunna vit ikki koma til Føroyar at ferðast. Tað var teirra stóri áhugi. Eg trúgvi, at míni børn høvdu gjarna [...] 90-unum. Vit hava eina globalisering, eina internationalisering, føroyingar fara til Danmarkar at lesa, men eisini til onnur lond. Og tað er líkasum, at teir støðast betur uttanlands, enn teir gjørdu fyrr [...] veruliga sjálvstøðugt land, so er animeringin til at koma heim aftur ikki tann sama. Tí summir føroyingar føla seg sum hálvar danir, tá teir eru komnir til Danmarkar, og so siga teir, at vit kunna líka
at eg geri meg til talsmannn fyri innflytan og bryggjan av sterkum øli og brennivíni. Tað er ein skeiv fatan av míni viðmerking. Í mínum íkasti til rúsdrekkamálið havi eg fyrihildið meg til tann veruleika [...] tykkum niður og tosa við virðing og respekt fyri hvørjum øðrum í hesum álvarsmáli? At halda seg til veruleikan Til tíðir kann tað verða torført at fyrihalda seg til tann veruleika, ein møtir. Ein kann velja [...] rúsdrekka er komið her til landið fyri at verða. Tað verður óivað hildið í so naivt at halda, at Føroyar blíva turrlagdar fyri rúsdrekka. Vit vera tí noydd at fyrihalda okkum til tann veruleika, at vit
er formaður og skrivari er Suni á Dalbø.sta tímatal fyri koyrifrálæru. Bileftirlitið hevur nýliga sett eitt krav um minsta tímatal fyri koyrifrálæru til vanligan persónbil. Hetta er eisini í tráð við rákið [...] myndugleikarnir í fjørvár sett fram krav um minsta tímatal fyri koyrifrálæru fyri allar koyrikortsbólkar. Vit halda hetta vera eitt gott tiltak fyri at fáa frálæruna uppá eitt so einsháttað støði sum møguligt [...] serstøkum aksturførleika sum treyt fyri, at koyrikort við gildistíð sum ásett í stk. 1, 1. pkt., (til 70 ára aldur) kann verða latið. Fleiri onnur, sum hava áhugað fyri ferðslutrygd, hava tikið undir við
ber til at lyfta. Eg giti, at slík átøk kundu verið við til at skapt ein fólkaskúla, sum kann nógv meira enn tann í dag. Allarhelst við betri úrslitunum fyri næmingabólkin og allarhelst eisini fyri minni [...] skúlin er fyri míni børn. Tí verður tað, sum eg sigi, sjálvandi merkt av tí sera avmarkaðu vitan, sum eg havi. Men vit fáa ikki fortalt meira enn vit vita, og tað sama ger seg galdandi fyri øll onnur, [...] partur av hesari skipan. Kostnaðurin av skipanini svarar til 18 lærarastørv. Lærarar kunnu halda fram til teir eru 72 ár. Tað vil siga upp til 12 ár, har teir undirvísa 6 tímar minni enn hini, men fáa
vevaði eisini fyri fólk. Tað var ótrúligt so nógv mamma kundu fáa frá hondini. Prísurin fyri at veva, tá fólk sjálvi komu við tógnum, var 25 oyru fyri klæði til eina føroyska húgvu og 10 oyru fyri hvørja alin [...] alin av klæði til skjúrt til føroysk klæði. Tað er lætt at skilja, at hetta gav ikki tað stóra av sær, men bert tað, at mamma kundi veva til okkum húsfólkini, spardi okkum nógvan pening. Mamma og omma [...] ein av mínum gubbum. Eg havi ongantíð skilt, at foreldur míni lótu hann fáa hetta týdningarmikla starv, tí hann var av øllum roknaður fyri at vera sinnissjúkur. Men tá ið eg hugsi meira um fyribrigdið
nevndina í NSÍ, kom tað nokk so knappliga á, og tá kom tað mær slett ikki til hugs, at tað gekk ímóti andanum í lógini fyri ÍSF, so í míni verð er eingin ivi um, at tað var rættast at leggja frá mær nú. Óvart [...] frammanundan hevði bjóðað seg fram til forsetavalið á aðalfundinum í mai mánaði. ? Men hetta er nakað, eg havi hug til, og tað er eisini tí, at eg herfyri bjóðaði meg fram til forsetavalið. Hetta er eitt ólønt [...] ? Eg sá tveir møguleikar fyri mær. Annar var tann pragmatiska loysnin, at eg bleiv sitandi til aðalfundin, og at eg so hesar mánaðirnar arbeitti við teimum málum, sum eg havi, og hin loysnin var so tann