Øl og brennivín aftur á breddan

Thomas J. Askham, Hósvík
------

Við passandi millumbili kemur rúsdrekkaspurningurin á breddan. Sum oftast er tað rúsdrekkalógin, sum verður umrødd. Ført verður sum regul fram, at rúsdrekkalógin er ov gomul. Hon er ikki nútíðarhóskandi
Hendan lógin eigur at verða dagførd. Tey alra flestu av okkum kenna gongdina í rúsdrekkamálinum hesi seinastu árini. Har eru broytingar hendar. Her eru sum vant ymiskar meiningar um tað.

Politisk hoppan stein av steini
Tá eg var smádrongur, plagdu vit at spæla í ánni. Eitt av spølunum var at hoppa stein av steini. Tá tað kemur til at tosa og umrøða rúsdrekkalógina ella sum heild at umrøða rúsdrekkaspurningin, er tað sum okkara politikkarar hoppa stein av stein.
Lat okkum í stuttum líta aftur at gongdina í rúsdrekkaspurninginum. Rúsdrekkasøla kom á breddan, vit kenna gongdina, politisku skipanina. Nær um øll hoppaðu yvir á steinin, rúsdrekkasøla Føroya bleiv ein veruleiki.
So var friður eina løtu. Tann politiski myndugleikin fær aftur einaferð boð um at hoppa á ein annan stein. Nú eru tað hotellir, matstovur, gistingarhús og ferðavinnan. Vit mugu fáa skeinkiloyvi. Um ikki skeinkiloyvir koma, fara ferðavinnan, hotellvinnan og matstovuvinnan á húsagang. Aftur her stendst eitt orðaskifti. Endin blívur, at okkara politiski myndugleiki hoppar á næsta stein, sum eitur skeinkiloyvi.
Nú er so aftur boð um at hoppa á ein annan stein. Hesin steinur ber heitið at bryggja sterkt og at innflyta sterkt øl.
Aftur nú uppliva vit, tá ið rúsdrekkaspurningurin kemur á breddan til umrøðu, at tað er tað, sum fjáltur kemur á nakrar poltikarar. Tað er, sum ein ikki torir at umrøða evnið. Tað verður valt at verða ímóti og vendir tummilin niður, ella bert sigur, vit vilja einki.
Við tí rúspolitikki, sum nú verður førdur, so hoppa okkara politikarar stein av steini. Hví ikki taka eina endalig uppgerð, fáa lagt og gjørt ein endaligan rúsdrekkapolitikkk, hvar rúsdrekkalógin verður dagførd. Hví kunnu tit politikarar ikki seta tykkum niður og tosa við virðing og respekt fyri hvørjum øðrum í hesum álvarsmáli?

At halda seg til veruleikan
Til tíðir kann tað verða torført at fyrihalda seg til tann veruleika, ein møtir. Ein kann velja at trúgva tí, ein verður gjørdur varugur við, ella ein kann velja ikki at trúgva tí.
Vit mugu óivað øll somul ásanna, at rúsdrekka er komið her til landið fyri at verða. Tað verður óivað hildið í so naivt at halda, at Føroyar blíva turrlagdar fyri rúsdrekka.
Vit vera tí noydd at fyrihalda okkum til tann veruleika, at vit hava eina vøru av serligum slag og sum hevur eitt serligt árin á brúkararnar av hesi vøru.
Her skal ikki vera gjørd nøkur roynd at fordøma ella hevja peikifingur til brúkarar av hesi vøru. Ætlan mín er bert at seta nakrar tankar á pappírið um ein møguligan framtíðar farbaran veg í rúsdrekkaumrøðuni.

Ein medalja við tveimum síðum
At brúka myndina um medaljuna um rúsdrekka kann óivað fella onkrum fyri bróstið. Eg hugsi, tá vit tosa um rúsdrekka, so fara viðhaldsfólk og mótstøðufólk aloftast í hvør sína skotgrøv, og har fer so stríðið fram. Lítið konstruktivt fast sjáldan úr slíkum.
Lat okkum venda aftur til myndatalu mína um rúsdrekka við medaljuna við tveimum síðum. Í dagsins umrøðu av rúsdrekkamálinum er tað síðan, sum vendir út. Tað snýr seg, um vit skulu bryggja sterkt øl her á landi. Seinni vilja so teir koma, sum bryggja brennivín í øðrum londum. Hesir vilja sjálvandi seta sama ynski fram. Somuleiðis er ætlan at lata upp fyri innflutningi av sterkari øli.
Einum nýtist ikki at vera njótari av rúsdrekka fyri at skilja argumentini fyri at játtan kundi blivið til at framleiða sterkt øli og annan rúsdrekka.
Sum nevnt er í hesi viðmerking, er rúsdrekka ein serlig vøra. Vit tosa ikki um súltutoys- ella osta-framleiðslu. Vit tosa um eina vøru, sum kann hava álvarsamar avleiðingar við sær, tí mugu vit tosa opið og fordómsfrítt um rúsdrekka.
Uttan at mála hin ónda á veggin, mugu vit og okkara politikarar fyrihalda okkum til baksíåuna av medaljuni, sum eitur rúsdrekka. Hendan baksíðan má takast í fullum álvara. Vit tosa um brúkarar av rúsdrekka, sum koma illa fyri og sum fáa eitt avhangiheits forhold til hesa vøru.
Vit verða noydd at fyrihalda okkum til henda veruleikan.
Vit hava í dag í Havn trý ella fýra støð, sum eru viðgerðarstøð ella herberg. Hetta eru støð, sum eru beinleiðis sprottin av einum tørvi, sum er íkomin av ov nógvari rúsdrekkanýtslu.
Vit kunnu og eiga ikki bert at umrøða rúsdrekkaspurningin isoleraðan sum nakað reint vinnufremjandi. Vit mugu umrøða hetta sum eina heild, t.v.s. eisini tey minus, sum fylgja við rúsdrekka.

Rúsdrekkagrunn
Um tað nú hendir, at politiski myndugleikin velur at geva loyvi til at innflyta sterkt øl og at bryggjaríini fáa loyvi at bryggja sterkt øl og brennivín her á landi, so vóni eg, at okkara politikarar eru so mikið at sær komnir, at teir bera so í bandi, at rúsdrekkavinnan kemur at bera ein part, fyri ikki at siga tann mesta partin, hvat tað kostar at hava viðgerðartilboð.
Tað er møguligt at onkur heldur, at tað er órímiligt at hendan vinnan skal verða plágað við at gjalda í ein grunn.
Vit hava nevnt tað áður, at vit tosa ikki um súltutoys- ella ostavinnu. Vit tosa um rúsdrekkka, sum kann hava álvarsamar fylgjur fyri einkultpersónar og familjur. Eg ivist í, um samfelagið Føroyar hevur ráð peningaliga og menniskjansliga at fáa fleiri inn á viðgerðarstøðini.
Um valið verður, at vit skulu hava eina bryggjarívinnu, so hevði tað verið ein vegur at gingið, at eitt ávíst prosent fer av annaðhvørt hvørjari fløsku ella litur av rúsdrekka í ein rúsdrekkagrunn, sum verður við til at fíggja avleiðingarnar av ov nógvari rúsnýtslu.

Okkum tørvar ein rúsdrekkapolitikk
Ofta verður ført fram, at rúsdrekkalógin er ov gomul. Hon er ikki nútíðarhóskandi. Hon eigur at verða dagførd. Onnur halda, at rúsdrekkalógin eigur at verða heilt skrottað og ein nýggj gjørd í staðin.
Sjálvt um politikkarar tosa og eftirlýsa ein dagførdan rúsdrekkapolitikk, so er ikki tað heilt stóra hent frá teirra síðu til at fremja ein revideraðan rúsdrekkapolitikk. Vit hava einans sæð okkara politikkararar fara til verka, tá krøvini eru komin frá teimum vinnurekandi, sum hava tørv á rúsdrekka til teirra kundar, tað veri seg í ferðavinnuni ella á matstovum v.m.
Sum oftast, tá ið rúsdrekkaspurningurin verður umrøddur, fer orðaskiftið niður í eitt slag av sandkassablakan við orðum og holdningum. Tað er sum álvari og seriøsiteturin í hesum álvarsmáli glíður nær sagt út í sandin.
Báðir partar hava tørv á eini hugburðsbroyting. Tá tosa vit um tey, sum eru fyri at liberalisera, og tey, sum eru ímóti, at nakað skal broytast. Báðir partar hava tørv á respekt og virðing fyri sjónarmiðunum hjá hvør øðrum.
Lat meg til endan venda mær til tykkara, sum eru uppskotsstillarar til einaferð enn at liberalisera rúsdrekkamálið í landi okkara.
Góðu tit. Um tað kemur hartil, at tit fáa undirtøku fyri uppskoti tykkara, vil eg vóna, at tit gera eina heildarloysn, so tit hava tað fyribyrgjandi arbeiði við, og tit taka læknar, sálarfrøðingar og aðrar stovnar, sum kenna til rúsdrekka frá eini heilt aðrari síðu, enn til gera.
Eg skrivi hetta ikki vegna nakran avhaldsfelagsskap, tí eg eri ikki knýttur at nøkrum slíkum. Eg skrivi hetta, tí eg havi meti evnið at verða áhugavert, álvarssamt. Eg eri fult vitandi um, at onkur kann fáa ta fatan, at eg geri meg til talsmannn fyri innflytan og bryggjan av sterkum øli og brennivíni. Tað er ein skeiv fatan av míni viðmerking.
Í mínum íkasti til rúsdrekkamálið havi eg fyrihildið meg til tann veruleika, sum er viðvíkjandi rúsdrekkapolitikkinum her á landi.
Eg vildi hildið, at nú var ein gyltur møguleiki hjá avhaldspoltikarum at sett tykkara fingramerki á ein komandi rúsdrekkapolitikk uttan at tit avreiða etikk ella tykkara andaligu hugsjón. Tit kenna og hava brúkt orðavendingina í øðrum málum, at tá man samráðist, kann man ikki fáa alt sítt við.