nevndunum og staðið fyri setanar- og metingartilgongdini. Rune tekur við starvinum eftir nærri avtalu. Sum stjóri fer Rune Nørregaard at standa á odda fyri at menna LÍV við serligum denti á at styrkja raksturin [...] dugnaligan og úrslitagóðan leiðara, ið megnar at sameina strategiskt yvirlit við tryggan rakstur og greiða leiðslu. Hann kennir føroyska samfelagið og vinnulívið væl, og nevndirnar eru sannførdar um, at hann [...] arbeiðsmarknaðinum og hevur tí eina serliga ábyrgd mótvegis kundum, eigarum og føroyska samfelagnum. Eg gleði meg til at verða partur av LÍV og – saman við nevndini, leiðsluni og starvsfólkunum – at styrkja raksturin
boðskapin um, at tað ber væl til at velta grønmeti í Føroyum. Tað eydnaðist skjótt at seta Sandoynna á kortið sum eina grønmetisoyggj. Veltan fekk fígging til at leiga eitt jarðarstykki og byggja vakst [...] Vágoynni, á Strondum og á Velbastað, sum arbeiða við felagsveltum og vakstrarhúsverkætlanum. Veltan ynskir í framtíðini at leggja enn størri dent á at deila royndir og vitan og at samstarva við tílík átøk [...] framhaldandi at arbeiða fyri, at politiska skipanin betrar um korini hjá føroysku grønmetisbóndunum, og at føroyingar velja føroyskt grønmeti, tá tað er at fáa. Sjálvsveiting, felagsvelting og vinnulig f
Familjuískoyti, barnaansing og barsilsskipanin eru á dagsskránni fyri tingfundin í dag klokkan 11. Uppskotið um at hækka orkuískoytið og inntøku- og ognarmørkini í lógini um familjuískoyti fær aðru viðgerð [...] verður eisini umrøtt. Tingið fer at hava fyrstu viðgerð av uppskoti til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2025 og frágreiðingina um virksemið hjá ráðnum sama ár. Tað málið verður beint í Utt [...] uppskotinum hjá Jenisi av Rana og Steffani Klein Poulsen um at javnseta aðrar ansingarloysnir við kommunalu ansingarstovnarnar. Talan er um eina broyting í lógini um dagstovnar og dagrøkt. Eftir fyrstu viðgerð
úrslitini og áhaldnið, sum gera hann serligan. Tað er minst líka nógv tann gleðin og jaligi hugburðurin, sum hann hevur við sær, tá hann fer út at renna. Við sínum áralanga virksemi, áhaldni og jaliga lyndi [...] kommunulæknanum um at leggja fótbóltsskógvarnar á hillina og í staðin royna seg við renning. Tað var í 2006. Hann byrjaði spakuliga við 200 metrum, og haðani økti Jens stigvíst um teinin. Tað, sum byrjaði við [...] 1:51:40. Hetta var tað seinasta av seks hálvmaratonum í Føroyum, og Jens hevur runnið tey øll í ár. At aldurin ikki nýtist at seta mørk fyri, hvat ber til, er Jens eitt livandi dømi um. Men tað eru ikki bara
einum parti av nýtsluni, men tað skal í veruleikanum eisini vera við til at broyta normarnar, so børn og ung byrja seinni á sosialum miðlum, sigur hon við Politiken. Ætlanin er, at lógaruppskotið skal leggjast [...] um hjá foreldrum at geva 13- og 14 ára gomlum undantak. Sambært Politiken bendir nógv nú á, at breiður politiskur meiriluti verður fyri nýggju lógini. Umframt stjórnina eru Venstre og Konservative við [...] Børn undir 15 ár skulu ikki sleppa at brúka sosialar miðlar sum TikTok og Instagram í Danmark. Í morgin sendir danska stjórnin uppskot til nýggja lóg til hoyringar. Tað upplýsir Christina Egelund, digit
Suðuroy fer at vinna plássið í Meistaradeildini aftur, sum liðið misti í fjør, men tað er heldur spurningurin, um tað verður nú leygardagin, at uppflytingin verður veruleiki. Tá fer FC Suðuroy at spæla á [...] ímóti longu uppflutta B71, og tá fer ÍF, sum fríggjakvøldið tapti 2-1 á heimavølli ímóti FC Hoyvík, at spæla á útivølli ímóti NSÍ. Hálvleiksstøðan í Gundadali í dag var 3-0, og FC Suðuroy var frammanfyri [...] Gundadali ímóti B36. Tað eru fimm umfør eftir av kappingini, og eftir hetta umfarið er FC Suðuroy 14 stig frammanfyri ÍF, sum er einasta liðið, ið kann taka uppflytingina frá FC Suðuroy. Tí er tað ikki ein spurningur
sperrumarkið og fáa umboð á landspartatinginum. Sambært ARD koma bæði sosialdemokratiski SPD, Tey Grønu og Bündnis Sahra Wagenknecht, BSW, inn. Hjá ZDF stendur BSW tó til 4,8 prosent og sostatt til at detta niðurfyri [...] Sambært Reuters sigur hann eisini, at flokkurin fer at rætta hondina fram til allar demokratiskar kreftir, sum vilja føra ein betri politikk. AfD er í Sachsen-Anhalt og fýra øðrum týskum landspørtum flokkað [...] fyri, um AfD fær reinan meiriluta. ARD metir fyribils, at AfD fær 39 av teimum 83 tinglimunum, meðan ZDF gevur flokkinum 41. Tað krevur 42 tinglimir at fáa reinan meiriluta. – Vit hava skrivað søgu Ulrich
topplið við 56 stigum, og HB er á níggjunda plássi við 20 stigum. Tað eru tvey stig fram til FC Hoyvík, sum er á áttanda plássi. Leygardagin fær HB vitjan av TB, og tá fer B71 at spæla á útivølli ímóti [...] Í HB dylja tey ikki, at tey fegin vilja hava, at næstbesta liðið eisini í 2027 verður í næstbestu deildini. Undan hesum umfarinum var HB undir niðurflytingarstrikuni, og eisini eftir 22. umfar er HB undir [...] á Reynatúgvu, sum 11. august fylti 20 ár. Eric Oteng legði upp til fyrra málið, og eitt lítið korter eftir steðgin var tað Eric Oteng, sum økti um B71 leiðsluna til 2-0. Hetta var 10. málið í ár hjá 24
Setningurin hjá næstbesta liðunum hjá NSÍ er at renna undan hóttanini av niðurflyting, meðan tað mest sum er greitt, at EB/Streymur fer at flyta niður. Í dag átti NSÍ heimavøll ímóti EB/Streymi. Undan [...] stigum, og EB/Streymur var aftast við 8 stigum. Úrslitið í dag var, at NSÍ vann 4-1. Úrslitið ber við sær, at NSÍ nú er á sætta plássi við 25 stigum. Í dag gjørdi tað av álvara mun hjá NSÍ, at fleiri royndir [...] eydnaðist tað EB/Streymi at minka um munin til 2-1. Málskjútti var Thomas Bjørn Miezan, sum skoraði fyri fjórðu ferð í 1. deild í ár. Tveir minuttir varð Jonn Mortensen tvífaldur málskjútti, og hann hevur
Teir mettu tað ikki vera nøktandi bert at betra um og útbyggja verandi læknamiðstøðir í Vági ella á Tvøroyri. Kristin Michelsen leggur tó dent á, at læknarnir ikki tóku støðu til staðsetingina. Tað var ein [...] landsstýriskvinnan fer at taka ta avgerðina. Kristin Michelsen heldur, at høvuðsdenturin eigur at liggja á at fáa og varðveita fastar kommunulæknar, so allir suðuroyingar fáa eina støðuga læknatænastu. [...] Lesið eisini: Ikki neyðugt at byggja um heilsumiðstøð verður í Vági Samstundis varð upplýst, at tríggir læknar undir útbúgving ynsktu at venda aftur til Suðuroynna, men at nøktandi arbeiðsumstøður vóru