Grand Prix í 1993 og umboðaði Danmark í Eurovision sama ár. Sjálvt um altjóða úrslitið hjá Danmark hetta árið einki var at reypa av, so gjørdist sangurin fólkaogn í Danmark. Tommy Seebach doyði í 2003, 53 [...] tríggjar stórar trailarar við útgerð og 30 fólk. Hann segði, at hetta var fimtu ferð, hann vitjaði í Føroyum, og at hann kennir seg heima her. Tað merktist eisini á sambandinum við áskoðararnar. Fleiri ferðir [...] 53 ára gamal. Sangurin varð spældur í jarðarferð hansara, og tá Rasmus Seebach gav sína egnu útgávu út í 2011, fekk hann ein nýggjan leiklut sum bæði minnisvarði um pápan og heilsan til systrina. Á Vágsbøi
Fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið [...] barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum ella við at hyggja í eina bók. Vit mæla tí til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. [...] børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt. Góð ráð og venjingar eru at finna á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Allir næmingar í 1. flokki fáa eisini aftur í ár ein flottan
veðurvitan kring landið. Í mars var Kunoy tann 41. bygdin, har fólk frá Veðurstovuni gjørdu samrøðu við heimildarfólk um staðveðrið. Ætlanin er at savna hesa vitan úr øllum bygdum í Føroyum. Í Kunoy varð tosað [...] suðurætt og útsynningur kunnu hinvegin vera harðir í ringum veðri. Vestanfyri liggur Kalsoyarfjørður, og haðani sleppur lotið næstan ótarnað inn í bygdina. Mjørki er serliga knýttur at lágættunum, og [...] sítt lív. Hann hevur verið sjómaður, arbeitt við landbúnaði og hevur drúgvar royndir við veðurlagnum í bygdini. Sambært Veðurstovuni hevur Kunoy eitt sermerkt staðveður. Tey høgu og brøttu fjøllini eystanfyri
flokkunum er stórur. Meðan 86 børn byrja í 1. flokki á Skúlanum á Fløtum, byrjar bert eitt barn í Haraldssunds skúla. Í Húsar-Syðradals skúla eru tvey børn í 1. flokki, í Nólsoyar skúla trý, og bæði Kaldbaks [...] bæði Hoyvíkar Skúli og Skúlin í Eysturkommunu hava 34 næmingar í 1. flokki. Saman við teimum stóru skúlunum eru eisini fleiri smáir bygdaskúlar, har bert fá børn byrja í skúla í ár. Tað merkir, at fyrsti [...] á Skúlanum á Fløtum í Havn, har 86 børn byrja. Síðani kemur Skúlatrøð í Klaksvík við 62 næmingum, meðan Runavíkar Kommunuskúli hevur 60 børn í 1. flokki. Sankta Frans Skúli tekur ímóti 48 nýggjum næmingum
arbeiðslív og fíggjarstøða verða ávirkað. Tað er ikki í lagi. *** Løgmaður sigur í røðu síni, at neyðugt er at: “Styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum. Samantvinna ung og eldri”. Tað er ein vøkur visjón [...] Eldraøkið var mestsum ikki nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, tí var tað høvuðsfokus hjá undirritaðu til viðgerðina í Løgtinginum í dag. “Ein glotti fyri framman, ytst á havsbrúnni hómast ljós”. Soleiðis byrjar [...] okkum rætt at. *** Vit vita, at størsta avbjóðingin komandi nógvu árini er, at aldursamansetingin í Føroyum broytist. Vit vita, at vit fara at gerast nógv fleiri eldri, og at miðalaldurin bara hækkar. Samstundis
bert fyri seg sjálvan. Hann róði fyri allar Føroyar, sigur Birgir Andreasen. Heima í Føroyum var móttøkan í Nólsoy í september 1986. Birgir Andreasen gav Ova Joensen eitt 25 kilo tungt silvursteyp á marmorfóti [...] hjá Ova Joensen í roynd hansara at rógva til Langelinje í Keypmannahavn. - Eg minnist tann dagin so væl tá ið Ovi á fyrsta sinni fór avstað 1984. Vanliga var stúgvandi fult av fólki í handlinum ein leygardag [...] strævnar dagar á Atlantshavinum, róði inn á Langelinie í Keypmannahavn og skrivaði seg inn í føroyska søgu. - Eg minnist enn tann dagin, sum var tað í gjár. Vit fylgdu hvørjum árataki hansara við spenningi
at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá [...] barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum [...] børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt. Góð ráð og venjingar eru at finna á www.rff.fo . Allir næmingar í 1. flokki fáa eisini aftur í ár ein flottan súkkluhjálm, og í heyst fáa
seg heiðurliga og hava tapt tepurt í fleiri dystum. Føroyar vunnu á Finnlandi í fyrsta dystinum, og megnaðu javnleik móti Eysturríki og í fyrru uppgerðini móti Póllandi í millumumfarinum. Móti krútsterku [...] mesta nakrantíð hjá nøkrum føroyskum leikara í einum EM ella HM-endaspæli. Í EM-endaspælinum í 2022 skoraði systkinabarnið hjá Boasi, Óli Mittún 80 mál. Í dagsins dysti skoraði Boas 11 mál. Teitur Poulsen [...] gevur Føroyum eitt sonevnt "Wild Card", ella um eitt landslið úr einum øðrum heimsparti gevur avboð til endaspælið. Tað er komið fyri fyrr. Føroysku U18-mennirnir taptu í dystinum um 15. plássið í U18
nógvum føroyingum. Tá eingin fiskur var í sjónum, var fuglurin ein týðandi føðslukelda. Í 1900 vórðu 200.000 lundar tiknir í Føroyum, í 2000 var talið 95.000, men í dag verða bert nakrir hundrað lundar fleygaðir [...] føroyingum, at fuglaveiða møguliga skjótt fer í søguna. Kanningin er partur av granskingarverkætlanini LostToClimate , som er ein av fleiri verkætlanum í stóra granskingarátakinum hjá NordForsk um Arktis [...] fuglaveiða altíð havt stóran mentanarligan týdning. Fólk í hesum oyggjum hava havt holla vitan um fuglastovnar, veiðihættir og matgerð, sum nú er í vanda fyri at fara fyri skeyti. Tá umstøðurnar broytast
føroysku arbeiðsmegini í 2021, tá kanningin varð gjørd. Úrslitini vísa eitt greitt samband millum kropsliga krevjandi arbeiði og pínu í lendum og nakka: Jú størri ergonomiska tyngdin var í teirra arbeiði, tess [...] knýtt at pínu í nakkanum. Hetta var galdandi bæði fyri kvinnur og menn. Heilsustarvsfólk, lærarar, námsfrøðingar og fólk í kropsliga krevjandi størvum høvdu sum heild meira pínu enn fólk í leiðslu- og [...] Hendan fyrsta kortleggingin av ergonomiskum arbeiðsviðurskiftum og pínu millum arbeiðstakarar í Føroyum skapar eitt grundarlag fyri bæði framtíðar gransking innan økið og vísir á ein tørv á miðvísum