øll brúkast sum politiskar stjørnur. Og sakførarin varð valdur við nógvum atkvøðum, og Sambandsflokkurin við øllum teim nógvu og skjótu loysnunum kom í samgongu og fekk løgmann. So nú skuldi verið laga [...] føroyingar hava rætt til at búgva og virka í sínum føðilandi. Í Føroyum var lív lagað manni, um hann hevði pláss á útróðrarbáti og trøð at velta í og annars gagnnýta. Tíðir skifta og tíðir broytast, men úti á [...] fremjast, og fleiri kendir fyrrverandi toppolitikarar skuldu í bolt og jarn á Tremmurifa. Harumframt hevði hann loysn á øllum samfelagstrupulleikum. Sambandsflokkurin sigraði við hesi kapping eins og kapping
Tekstmaskinan Thomas og Tim eru tvær klassiskar hetjur í stíli við onnur stór nøvn sum Bamsu og Kjúla, Annu og Lottu og Kaj og Andreu. Nú hava tey so gjørt lopið frá sjónvarpi til PC, og tað eru tey ikki vorðin [...] bróstini á henni. Ikki spæl-og-lær Lagið er gott á Thomas og Tim, og ein lærir ikki annað enn at hava tað stuttligt. CD¹in er heilt reinsað fyri pedagogiskar lærureglir, og fer heilt vist at vera sera væl dámd [...] figurarnar, og kemur stak væl frá tí. Eitt annað er ein gandastavur. Við gandastavinum kunnu Thomas og Tim til dømis gera eina trillubøru um til ein bát og eina spælibyrsu til eina veruliga byrsu. Og hinvegin
Nielsen sigur, at krøv verða sett til móttøkuna. Og gera vit onki fyri at gera umstøðurnar betri, mugu Fiskavirking, og hinir keypararnir gera tað. Og tað er bíligari at samstarva, fyri at sleppa undan [...] síðani fingu vit deild í Klaksvík og í Vági. Tær báðu deildirnar hava nú funnið sína føstu legu. Men tað hevur leingi verið eitt ynski at fáa enn fleiri uppboðssølur, og tað er hesum máli, vit arbeiða við [...] Vági er fyri bátarnar á Vágsfjørði og har um leið. Men tað hevur leingi verið eitt ynski at fáa eina uppboðssølu á Tvøroyri eisini, tí har eru nógvir útróðarbátar, og bátar annars, sum selja um Fiskamarknaðin
Isles Faroe, og seinast Blátt. Men røddin og tónleikurin... ja, har er einki at fara skeivur í. Vit eru øll vorðin lin í knøunum av sanginum Til allar vinir, skemta okkum viðÍ skúrið, og sangir sum Tú [...] Til allar vinar, og nú ein dagur fyri og annar eftir eru farnir framvið, er uppfylgjarin komin. Vøkur mynd hjá Blátt er á gøtuni, og tað er ein fløga við 10 nýggjum skeringum, har Jákup Marnar Anthoniussen [...] barnsligur og nú eri eg vaksin. ? Tað kann væl vera, at fólk hava fatað sangirnar á útgávuni Til allar vinir sum einfaldar og barnsligar, men eg havi skrivað flestu av orðunum í størsta álvara, og aftanfyri
á tingi um hetta mál, og eisini varð reist misálitisuppskot móti Sámal Peturi í Grund fyri hetta mál. Nú heva so Grannskoðanardeild Landskassans gjørt vart við, at tað ikki er vist, at landsstýrið hevði [...] at hann fer at kanna málið, og nú er kanónin hjá Edmundi Joensen aftur vend móti Sámali Petur í Grund. ? Fyrst nýtti hann málið um undirsjóvartunnilin til at koyra meg uppá, og nú ætlar hann eftir øllum [...] nú víðari heimildir, og tí er ikki neyðugt longur at fara í tingið, tá hús ella skip hjá landinum skulu seljast. Hann kannaði hetta á lógardeildini áðrenn Teistin varð seldur og bað um at fáa tað skrivtligt
Bacalao og ískeiina og við at slætta økið. Annars er ætlanin at gera meiri atløgupláss á Viðarnesi, tí tað verður oljukei. Har skulu m.a. bátarnir liggja, sum koma við olju til Shell og Statoil og har skulu [...] fáa meiri atløgupláss og, ikki minst, at fáa meiri bingjupláss. Torfinn Smith sigur, at enn er ikki nakað gjørt av, hvussu farast skal fram eystanfyri. Tó er tað toluliga vist, at Býráðið fer at halda [...] uppií. Og vit vilja fegin skapa fortreytirnar, so tað eisini ber til at arbeiða fisk í Havn, skuldi nakar havt hug til tað. Havnin hevur sannliga eisini i havt eitt livandi útróðrarumhvørvi og eg hevði
Annars hevur ætlanin verið og er tað helst framvegis at lata upp fyri tí fyrsta útbjóðingarumfarinum tíðliga í 97. Tað ljóðar, at uppskot til skattalóg og annars reglur og treytir í sambandi við eina [...] út. -Men gera tit av at bíða í eitt ár og marknatrætan framvegis ikki er loyst tá, so hava tykkara politikarar fingið eina sera torføra avgerð at skula taka, og eg hevði ikki viljað vera ein av teimum [...] sigur, at tað enn er ov tíðliga at siga, um Atlantsmótið goymir mangar aðrar oljukeldur, og tað er heldur ikki vist, at oljufund av tí serliga slagnum, sum longu eru funnin her, verða gjørd aðrastaðni eisini
forða fyri, at undirsjóvartunnilin kemur tey fyrstu, nógvu árini. Og samstundis eydnaðist tað honum at seta Jørgen Niclasen, Suna Jacobsen og Ivan Johannesen so dyggiliga uppá pláss. Men tað heilt geniala [...] heilsuverkið t.d. er Landssjúkrahúsið eisini uppslitið, og tað hevði einki verið í vegin fyri at brúkt 100 milliónir á Landssjúkrahúsinum beinanvegin - og tær høvdu allar fallið á eitt turt stað. Jóannes Eidesgaard [...] lofti og verður førdur fram sum tann mest átrokandi íløgan av øllum at gera beint nú. Vágatunnilin er gjørdur til eitt mál, sum teir tríggir vágatingmenninir, Ivan Johannesen, Suni Jacobsen og Jørgen
ein fiskur og lá á keiuni, so varð hann sparkaður í havið. Greitt verður donsku lesarunum frá, hvussu kreppan er íkomin, og hví føroyingar eru so illir inn á Poul Nyrup Rasmussen. Kreppan og bankayvirtøkan [...] hjá Hans Joensen og handli hansara í Havn. Frá byrjan í 1889, til hann fyrst lat aftur í Handilskjarnanum, og síðani lat uppaftur. Hans Joensen er argur inn á føroysku bankaverðina og ikki minni inn á [...] búskaparkreppan og bankakanningin, sum eru beinleiðis orsøkin til tann stóra áhugan, sum er fyri vitjanini. Donsku fjølmiðlarnir minnast eisini, at Nyrup avlýsti vitjan sína í 1995, og tí verður spurningin
undirsáttur sum Nyrup og allir hinir forfeingiligu hanarnir og hønurnar. Motzfeldt vil ikki verða leikari í hesi láturligu framførslu. Hann er grønlendingur, frælsur og demokratiskt valdur og ikki statistur í [...] boðin við framyvir. Hvat er hent, er ikki vist, men siðameistarin hjá Margrethu drotning, Cristian Eugen-Olsen, sigur, at tey hava sent innbjóðingina til Grønlands, og at tey hava fingið váttan um, at hon er [...] við, tá til stykkis kemur. - Blaðið skrivar víðari at í Føroyum upptekur bankakanningin øll sinnini, og at bankakanningin kann enda sum eitt vandamál í donskum politikki. Motzfeldt í trupulleikum Jonathan