hongur í einum heitum rúmi. Um Clostridium botulinum kann vaksa og framleiða eitur í kjøti, ið er vorðið turt, vita vit ikki við vissu. Eftirsum terrin er skiftandi frá ári til ár og frá hjalli til hjall [...] vátt og stilt í veðrinum. 5. Turt kjøt skal goymast kalt. Til. pkt. 1: Hervið kemur so lítið av bakterium sum gjørligt til kjøtið. Kjøtið er frá byrjan av so at siga bakteriufrítt, meðan t.d. vil og ull [...] ørgrynnu av bakterium. Um Clostridium botulinum, ið kann elva til botulismu, er til staðar, finst hon fyrst og fremst í vilunum og á ullini. Til pkt. 2: Í Føroyum hava vit havt fleiri tilburðir av botulismu
Eg vil byrja við at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við 70 ára føðingar- døgunum mammu í dag, og pápi fyri einum ári síðani. Tað kundi verið nógv at sagt um tykkum bæði, sum liggur mær á hjarta, men [...] koyrdi aftanfyri, men hetta kravdi sítt tol, bæði at sita við einum næmingi til róðurs og einum lítlum ótolnum dreingi í bakrútinum. Ja, nú hugsað verður um hetta, tað man hava verið strævið pápi. Tað kom meiri [...] árum fekst tú bilbugt við játtanina, sum var til vaskaríið, varð sagt. Og ikki minst orðini frá læknaninum, um tey góðu argumentini, sum tú hevði givið til teir høgu menn- irnar í Havn, so vaskaríið framvegis
vitan og ráðgeving frá byrjan av - og at hetta verður verður skipað soleiðis, at vit fáa ein skilagóðan útvikling frá byrjan. Nøgdur við áhuga frá oljufeløgum Hvat viðvíkur áhuganum frá oljufeløgunum fyri [...] at laga til ein fiskivinnupolitikk. Men tað er meira ein trupulleiki hjá teimum, sum fáast vit fiskivinnu og fiskivinnupolitikk. Eg kann bert gleðast um, at vit arbeiða við einum øki, har tað frá politiskari [...] nevndini, ið arbeiðir við at gera tilbúgvingarætlan fyri Føroyar. Hann hevur eisini verið við til at gera uppskotið til eina kolvetnislóg, umframt greinandi partar av frágreiðingini hjá Oljuráðleggingarnevndini
Andre Flo frá Brann til Chelsea. Í felagnum arbeiða millumhandlarar, sum eru skrásettir hjá FIFA. Ætlanin við vitjanini í Føroyum er at kunna seg um føroyskan fótbólt, millum annað við at fara til dystir [...] verður í Gundadali. Lagt merki til úrslitini Fyrr í vikuni skrivaðu vit , at Julian Johnsson hevði verið í Italia og roynt seg í einum 1. deildarfelagi, og seinni í ár skal hann til Noregs at royna seg. Tað [...] áhugaðir í ungum spælarum, frá 18 til 22 ár, og Trond Are Gjone fær høvi at síggja nakrar av hesumi meðan hann er í Føroyum. Men tað skulu góðir fótbóltsleikir eginleikar til, bara fyri yvirhøvur at fáa
hjá einum føroyskum 5. flokki at sleppa til Noregs næsta ár, fyri millum annað at royna seg í ítrótti móti javnaldrum úr hinum norðurlondunum. Noreg bjóðar nevniliga einum føroyskum 5. flokki til eina [...] stuðul frá norðurlendsku skúlaítróttarnevndini. Um tað eru flokkar, sum hava hug at fara til stevnuna, kunnu teir melda seg til áðrenn 1. oktober 1997. Fyri at sleppa við skal bræv sendast til Føroya [...] eina norðurlendska barnaráðstevnu í Noregi frá 31. mei til 5. juni 1998. Endamálið við stevnuni er at læra um javnaldrar í hinum Norðurlondunum, hvussu teir búleikast, hvørjir frítíðarmøguleikar teir hava
slapp hon. Hon var við til nógvar ymiskar uppgávur. Setti innsendar tekstir og gjørdi sjálv samrøður, sum hon so setti upp til greinar. Joan heldur, sum tey flestu, sum eru í praktikk frá fólkaskúlanum, at [...] Tað er ikki øllum beskorið at sleppa til døgurða umborð á einum av teimum flottastu ferðamannaskipunum í heiminum yvirhøvur. Men tað slapp Joan, tá hon var og vitjaði umborð saman við øðrum innbodnum. [...] verjuskipinum Triton. Joan sigur frá teimum, at teimum dámdi sera væl. Sjálv letur Joan væl at praktiktíðini á Sosialinum. Hon sigur, at tað var stuttligt at vera á einum blaði, tí henni dámar væl at skriva
vera óegnaður til farmaflutning og annars ikki leyk fráfengis trygdarkrøv frá sjóvinnumyndugleikum. Til hitt fyrra - rakstrarhallið - er at siga, at rutan hevði framgongd við útliti til at kunna bera seg [...] viku til Aberdeen og Esbjerg, meðan bert verður silt aðruhvørja viku til Bergen og Seyðisfjarðar, ella við øðrum at leggja annanhvønn túrin til Bergen og Seyðisfjarðar burturúr og ístaðin sigla til Aberdeen [...] Aberdeen, og skuldi eitt slíkt rutunet í mun til verandi bert gjørt siglingina enn rúmsáttarí í tíð, síðani tað er stytri til Aberdeen enn bæði til Bergens og Seyðisfjarðar. Við verandi ferðamynstri seinnu
skúlunum til tónleik geva betri úrslit í máli, sjálvt um teir verða tiknir frá teirri lærugrein. Mentanarmenndi leikluturin At umsita hesar gudanna gávur til menniskjuni, sum teir fornu grikkar tóku til, og [...] Koestler soleiðis til: »Orsøkin til, at okkara mentan er í vanda fyri at drukna í einum meldri av akustiskum og visuellum vavstri, er tann, at rotasjónspressan, útvarp og sjónvarp, ger fjøldina til óvirknar móttakarar [...] eitt fyritakssemi til andaligan framburð, sum eina mest kom til sjóndar við monnum sum Richardi Long og Mads Andriasi Jacobsen. At Havnin tá í eitt 10-ára skeið hevði slíkan mentamann til borgarstjóra sum
um á stendur, so kemur átta ára gamli systursonurin Igor teimum til hjálpar. Igor er tulkur Hann kom til Føroya at vitja fyri góðum ári síðani, saman við mammu síni Hannu. Nú gongur Igor í 2. flokki í [...] num í Bulgaria. Tá hon kom heimaftur til Ukreina, skrivaði hon bræv til vinkonuna í Hamburg. - Tað fyrsta sum hendi eftir hetta, var, at ein eftirlitsmaður kom til mín og spurdi, hví eg skrivaði brævið [...] fr. er so nógv øðrvísi. Til hetta sigur hon, meðan hon rørd turkar tárini burtur: - Eg eri ein djørv kvinna, men eg beri eisini stóran alsk til hetta landið, sum eg havi tikið til mín. Her er so friðarligt
longri enn til okkara egna William Heinesen, sum var skapandi og virkin allar sínar dagar. Og nú legði so Móðir Theresa frá sær, virkin til hon var 87 ára gomul. Hesi hava lagt nógv eftir seg til ókomin [...] kann eisini geva okkum nýggjar møgu leikar. Er heilsan góð, verður eisini tíð til avlops -ov nógv tíð til, at tað ber til at spæla bingo alla tíðina, helt onkur fyri. Tí er tað av alstórum týdningi at [...] skilja hvørt annað. Heri Joensen segði, at eitt dømi um hetta er ullin og lønsemið í henni. Hvør leitar í dag eftir lesull. Og valla er hon í mongum eygum neyvan verd ta olju ið fer til at brenna hana