Í minsta lagi 12 fólk eru deyð í ísraelskum álopum í Gazageiranum í dag, veit verjan í økinum at siga, og tað er tíðindastovan AFP, sum endurgevur. Seks av hesum eru sambært heilsumyndugleikunum í Gaza [...] Gaza deyð í ísraelskum loftálopi á Al-Rimal-klinikkina har vesturi í Gazabýi, har fleiri hava søkt sær skjól. - Vit gjørdust ovfarin av rakettum og spreingingum í økinum, og vit vistu ikki, hvar vit skuldu [...] Salman Qudum. Í syðra parti av Gazageiranum lótu eisini tvey fólk lív, sum vórðu skotin av ísraelskum herfólkum, meðan tey bíðaðu við eina matútveitan. Sambært ST eru fleiri enn 500 fólk í Gazageiranum
seg út sum ringar í sjónum, er hendan nýggja ferðsluæðrin tann nýggjasti og uttasti ringurin í okkara vegakervi í høvuðsstaðnum. Vit hava aðrar ringvegir í býnum, sum eins og ringar í einum træi siga frá [...] hátíðarhaldið, sum byrjaði við tunnilsmunnan í Marknagili, har Elsa Berg, borgarstjóri, Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, og Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, søgdu nøkur orð. Síðani [...] Jóannes Paturssonar gøtu verður onkuntíð kallað fyrsti ringvegur í býnum, og summi nevna enntá góðu gomlu Bringsnagøtu sum fyrsta ringveg í Havn.” “Í strembanini eftir framburði og størri trivnaði eiga vit eisini
Hini, sum lótu lív í sambandi við vatnflóðina, vórðu funnin í øðrum pørtum av Texas í Travis County, Burnet County og Kendall County. Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivaði fyrr í dag undir neyðyvirlýsing [...] fløddi yvir leguna, meðan børnini sóvu í smáttum. Lágtliggjandi smátturnar vóru floymdar av móruvatni. Legan liggur í Kerr County, har tilsamans eru 59 staðfest deyð. Eftir vatnflóðina vóru millum 23 og [...] hjálp til bjargingarfólk í Texas, skrivar amerikanska innanríkismálaráðið í eini fráboðan. Hósdagin gav amerikanska veðurstovan eina hóvliga ávaring um vandan fyri vatnflóð í Texas. Men veðurtænastan megnaði
skal skerast í samband við, at Húsareynstunnilin og Havnarvegurin lata upp fyri almennari ferðslu í dag. Hátíðarhaldið verður klokkan 13.30. Bergur Robert Dam Jensen, formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar [...] av vegi og bergholum, ið er gjørt í Føroyum seinastu nógvu árini. Hetta er orsøkin til framkomna samfelagið vit hava í dag. Tað hevur formað tað at verða føroyingur í 2025. Ímyndið tykkum Føroyar uttan [...] millum bygdir og økir í okkara kommunu. Hetta er okkara høvuðsstaður - TILLUKKU øll somul. Skrivar Bergur Robert Dam Jensen. Í hesari øldini er grindaknívur brúktur til at skera snórin í samband við, at ymiskir
Klokkan 13.30 í dag verða Havnarvegurin og Húsareynstunnilin alment tikin í nýtslu. Hátíðarhald verður við tunnilsmunnan við Marknagilsvegin, har Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Jón Sigurðsson [...] Sigurðsson, stjóri í Articon, halda røður, og síðani fer Bergur Robert Dam Jensen, formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar býráð, at klippa snórin. Eftir tað verður opið hjá fólki at ganga, renna, trilla [...] heldur røðu Bergur Robert Dam Jensen, form. í teknisku nevnd, klippir snórin Farið verður inn í Húsareynstunnilin og endað við Tjarnir, umleið 4 km Tónleikur inni í tunlinum við Jóhan Hentze Drekkamunnur við
Í minsta lagi 50 fólk eru deyð í vatnflóð í amerikanska statinum Texas. Tað upplýsir tíðindastovan AFP út frá tølum úr sýslum í statinum. Talið av deyðum í vatnflóðini er hækkað fleiri ferðir seinastu [...] tveir dagarnar. Í nátt boðaði sjeriffurin í Kerr County, Larry Leitha, á tíðindafundi frá, at í minsta lagi 43 fólk - 28 vaksin og 15 børn - eru deyð har. Harumframt hava fýra fólk latið lív í Travis County [...] County, tvey eru deyð í Burnet County, og ein persónur er deyður í Tom Green County, skrivar AFP. Talið av børnum, sum eru deyð, er framvegis 15 eftir seinastu dagføringina. Fleiri fólk eru eisini saknað -
na í tunlinum. Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, hevur góðkent tilbúgvingina í Húsareynstunlinum. Tórshavnar kommuna hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur í dag [...] kommuna skrivar, at tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu sunnudagin komandi, 6. juli, men áðrenn tað skuldi trygdarútgerðin í tunlinum roynast í einari venjing. Tann venjingin var týsdagin, tá umleið [...] heldur røðu Bergur Robert Dam Jensen, form. í teknisku nevnd, klippir snórin Farið verður inn í Húsareynstunnilin og endað við Tjarnir, umleið 4 km Tónleikur inni í tunlinum við Jóhan Hentze Drekkamunnur við
landinum, borgan fyri ferðslu, bummgjaldi og 10 mió. kr í árligum rakstrarstuðli. Setur landið 280 mió kr. í Kalsoyartunnilin, fíggjar restina, - 170 mió kr. við láni og letur 8 mió. kr. í árligum rakstrarstuðli [...] Undirsjóvartunnil í Kalsoynna II Undirsjóvartunnil í Kalsoynna kann byggjast og fíggjast á somu grundsúlum, sum aðrir undirsjóvartunlar. Undirsjóvartunnil úr Borðoynni í Kalsoynna verður 3,75 km, og kostar [...] mió. kr. við 2,7 % í rentu og afturgjaldstíð á 30 ár. ##med3## Koyra 160 bilar í tunlinum sólarringin, verður árliga inntøkan frá bummgjøldum 4,4 mió kr. um prísurin er á leið, sum í Sandoyartunlinum. Tað
Í gjár bórust tíðindini um, at 12 fólk vóru staðfest deyð í einari spreinging á einari heilivágsverksmiðju í Telangana har suðuri í India í gjár. Umframt tey deyðu, varð sagt, at fleiri fólk høvdu fingið [...] Spreingingin var í heilivágspartinum á verksmiðjuni, Sigachi Industries, og her kom eisini eldur í. Úr India varð sagt, at tíggju fólk vórðu staðfest deyð á staðnum, og tvey vóru deyð á sjúkrahúsi. Lagt [...] kunnu koma fyri í slíkum kemiskum virksemi. Í morgun frættist, at talið av deyðum í spreingingini nú er komið upp á heili 36, og framvegis liggja fleiri, sum gjørdust partur av vanlukkuni í India, á sjúkrahúsi
Palestinar í norðara parti av Gaza siga, at økið varð rakt av eini av ringastu bumbuálopum í fleiri vikur mánanáttina. Tað upplýsir tíðindastovan Reuters. Sambært heilsumyndugleikunum í Gaza, sum Hamas [...] støðirnar - í norðara parti av Gaza álopin. Herurin hevur hvørki váttað ella avsannað, at 58 fólk eru dripin. Íbúgvar í Gaza City siga við Reuters, at ísraelskir stríðsvognar koyrdu inn í útjaðaran Zeitoun [...] ør lupu á í minsta lagi fýra skúlar. Herurin hevði áður givið hundraðtals familjum, sum høvdu leitað sær skjól í skúlum, boð um at fara úr bygningunum. Samstundis sum fráboðanirnar um álop í norðara parti