Í minsta lagi 12 fólk eru deyð í ísraelskum álopum í Gazageiranum í dag, veit verjan í økinum at siga, og tað er tíðindastovan AFP, sum endurgevur.
Seks av hesum eru sambært heilsumyndugleikunum í Gaza deyð í ísraelskum loftálopi á Al-Rimal-klinikkina har vesturi í Gazabýi, har fleiri hava søkt sær skjól.
- Vit gjørdust ovfarin av rakettum og spreingingum í økinum, og vit vistu ikki, hvar vit skuldu fara av, sigur eitt sjónarvitni, Salman Qudum.
Í syðra parti av Gazageiranum lótu eisini tvey fólk lív, sum vórðu skotin av ísraelskum herfólkum, meðan tey bíðaðu við eina matútveitan.
Sambært ST eru fleiri enn 500 fólk í Gazageiranum dripin, meðan tey bíðaðu eftir at fáa fatur í mati.
Norska kringvarpið NRK veit at siga, at heilsumyndugleikarnir í Gazageiranum liggja undir Hamas, og talið av deyðum er ikki staðfest av óheftum keldum.
Ísraelska stjórnin hevur fyribils ikki gjørt viðmerkingar til hendingarnar, sum eru umrøddar í hesum greinastubba um støðuna í Gazageiranum.