Minst 58 eru deyð í ísraelskum álopum í norðara parti av Gaza

Eygnavitni siga frá spreingingum, sum kendust sum jarðskjálvtar í norðara parti av Gaza í nátt.

Ein maður stendur í inngongdini til eitt hús har norðuri í Gaza. Grannabygningurin varð raktur í einum av ísraelsku álopunum mánakvøldið. - Mynd: Bashar Taleb/Ritzau Scanpix

Palestinar í norðara parti av Gaza siga, at økið varð rakt av eini av ringastu bumbuálopum í fleiri vikur mánanáttina.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Sambært heilsumyndugleikunum í Gaza, sum Hamas stýrir, eru í minsta lagi 58 fólk dripin síðani á midnátt. Av teimum vórðu 20 eftir øllum at døma dripin á eini strondkaffistovu í Gaza City mánadagin.

Talið av deyðum er ikki váttað av óheftum keldum.

Álopini vóru framd, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, um vikuskiftið segði, at ein vápnahvíld kundi fáast innan eina viku, og eftir at ísraelski herurin hevði givið palestinarum í norðara parti av Gaza boð um at leita sær suðureftir.

Ein palesti - 60 ára gamli Salah - sigur við Reuters, at tað kendist sum ein jarðskjálvti, tá Gaza City varð álopin úr luftini í nátt.

- Spreingingarnar steðgaðu ikki. Teir bumbaðu skúlar og heim. Tað kendist sum ein jarðskjálvti.

- Í tíðindunum hoyra vit, at ein vápnahvíld er í nánd, men á jørðini síggja vit deyða og hoyra spreingingar, segði Salah, pápi við fimm børnum.

Maðurin segði bara sítt fornavn.

Sambært ísraelska herinum vórðu hernaðarligu málini - eitt nú skipanar- og eftirlitsmiðstøðirnar - í norðara parti av Gaza álopin.

Herurin hevur hvørki váttað ella avsannað, at 58 fólk eru dripin.

Íbúgvar í Gaza City siga við Reuters, at ísraelskir stríðsvognar koyrdu inn í útjaðaran Zeitoun og lótu skot av, meðan krígsflogfør lupu á í minsta lagi fýra skúlar.

Herurin hevði áður givið hundraðtals familjum, sum høvdu leitað sær skjól í skúlum, boð um at fara úr bygningunum.

Samstundis sum fráboðanirnar um álop í norðara parti av Gaza skrivar tíðindastovan dpa, at 13 palestinar eru dripnir nærhendis einum hjálparbýtismiðstøði í Suðurgaza.

Upplýsingarnar stava frá palestinsku tíðindastovuni Wafa.

Palestinar verða eftir øllum at døma skotnir av ísraelskum hermonnum.

Ísraelski herurin segði seg kanna fráboðanirnar.

Fleiri ferðir hava verið fráboðanir um, at palestinar eru dripnir í sambandi við útbýtið av hjálp frá útbýtingarmiðstøðunum hjá Gaza Humanitarian Foundation (GHF).

Felagsskapurin er fíggjaður av USA og Ísrael og funnist verður at honum fyri bert at býta hjálp út á nøkrum fáum støðum í Gaza og fyri at umganga siðbundnu hjálparskipanina.

ST og fleiri hjálparfelagsskapir hava noktað at samstarva við GHF, millum annað tí teir halda ikki, at felagsskapurin hevur syrgt fyri, at býtið av neyðhjálpini fer fram á ein hátt, sum er tryggur fyri sivilfólk.

 

/Ritzau/

 

 

 

Ein maður stendur í inngongdini til eitt hús har norðuri í Gaza. Grannabygningurin varð raktur í einum av ísraelsku álopunum mánakvøldið. - Mynd: Bashar Taleb/Ritzau Scanpix