fyri at fregnast, hvussu ólavsøkan var, tá hon var barn og ung. Tá var kappríðing og kappróður, eins og fótbóltsdystur á skránni. Kristian Martin Rubbeksen átti eina karrusel, sum varð sett upp á økinum [...] Hon vildi heldur sleppa at spæla. Pápin ótolnaðist av dóttrini, og físti tí hon ikki tímdi: ?Gå hjem og spil!³. Tað vildi eg fegin og spelaði heim, sigur Rigmor skemtandi.. Seinni fór hon í dans við [...] fylgt mær heim, og fegin var eg fyri peningin. Eg var ikki bangin fyri at ganga einsamøll. sigur Rigmor Restorff. Ólavsøkutíð var eisini sveimutíð, og tað var bæði spennandi, romantiskt og óskyldugt. Oftani
fingu Herdis Joensen og Petur Martin Berg, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3355 gr. 17. juli fingu Peturbjørg og Kári Lisberg, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4100 gr. [...] Eyðvør S. Poulsen og Jákup K. Poulsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3750 gr. 18. juli fingu Rannvá S. Hansen og Egon Joensen, Århus, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3630 gr [...] Olivia Thomassen og Arnfinn Jacobsen, Kaldbak, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 3850 gr. 21. juli fingu Rannvá og Rúni Justinussen, Norðragøtu, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3650 gr.
Elttør, Símun Joensen og Jóannes I. Jacobsen úr KÍ, Teitur Ellingsgaard, Jón Rói Jacobsen og Vagnur Mortensen úr HB, Pól Næs Joensen, Bárður Johanneen og Niels Joensen úr B36, Kristian Poulsen úr B68, Gisli [...] Runavík í dag og í morgin. Í fyrireikingunum til NM hevur stórt arbeiði verið lagt í, at fáa spælararnar í so góða konditión, sum gjørligt. Samstarvið hevur verið tætt millum landsliðsvenjaran og venjararnar [...] framgongd og við endan á fyrru hálvu av kappingini høvdu eitt kondital umleið 60, hava verið inni í myndini. Fram til 1. juli høvdu spælararnir verið saman til landsliðsvemjngar 8 ferðir. Og eftir síðstu
aðrari hondini. B36 hevði tvær, og í báðum førunum var tað John Petersen, sum sendi langskot av brotsteigarmarkinum. Onnur royndin var í 1. hálvleiki og hin í 2. hálvleiki, og í báðum førunum fór bólturin [...] at bróta ígjøgnum í borðunum og senda flatt ella høgt innfyri. Bestu royndirnar av hesum slagnum vóru í 2. hálvleiki, og teimum stóð John Petersen fyri í vinstra borði, og so var hann sjálvandi ikki inni [...] Sangurin gelti út úr myrkrinum, og hýrurin gjørdist einki verri, tá ísraelsku spælararnir brádliga høvdu armarnar uppi, tí teir høvdu skorað. Tá vóru 68 minuttir farnir, og málskjúttin var Istran Zoltan
Jens Martin Knudsen og Páll Guðlaugsson og aðrir føroyingar, sum búgva har á leið. Sum altíð so var íslendska gestablídni stórt, og eftir dystirnar vóru føroyingarnir, sviarnir, onglendingarnir og finnararnir [...] Føroyar eru í bólki við Svøríki, Finnlandi og Onglandi, og í fyrsta dystinum ímóti Svøríki taptu Føroyar 3-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Venjarin, Jógvan Martin Olsen, sigur úr Íslandi, at úrslitið var [...] slapp út, men tað hildu norski dómarin og íslendsku linjuverjarnir ikki, og so var 1-0. Og bara fimm minuttir seinni var 2-0, tá føroyski málverjin mistók seg í metingini av frísparksbólti úr 25 metrum.
umhvørvið og harvið so við og við gerast nátúrligur partur av hópinum, og uttan stórvegis hóvasták eru klárir at tørna til, tá tað verður neyðugt. Í síðstu undankapping var talið av spælarum átjan og ikki sekstan [...] frá, at hann á veg uppaftur) og B68 (Øssur Hansen hevur ikki verið so sannførandi í ár, sum hann onkuntíð hevur verið) og B36 og KÍ spæla, ella á Tvøroyri sunnudagin, har TB og Óli Johannesen skulu spæla [...] lítið til. Næsti maður hjá venjaranum í Føroyum eitur Jógvan Martin Olsen, og hann plagar at vera dúgligur at fylgja við kring landið, og ivaleyst greiðir hann ofta landsliðsvenjaranum frá, hvussu tað
tá tað ræður um at vera skipaður í verjustøðuni og um at halda upp á bóltin, flyta fólkið fram á vøllin og skapa sær møguleikar. Hetta sigur Jógvan Martin Olsen, sum samstundis ásannar, at onglendingar [...] Vagnur Mortensen, HB (Kristian Poulsen, B68, 58.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Pól Næs Joensen, B36, Helgi Justinussen, B36, Hjalgrím Elttør, KÍ Gult kort: Kristian Poulsen og Niels Joensen Reytt [...] bólkinum vann Noreg 2-1 á Danmark, og Írland vann 1-0 á Íslandi. Í dag klokkan 17 spæla Írland og Noreg í Dalvík. Hinir báðir dystirnir eru í Ólafsfirði, har Danmark og Ísland klokkan 17 fara at spæla fyri
Henning Jarnskor, Sámal Joensen og Sunnvard Joensen úr GÍ, Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Danielsen, John Petersen, Pól Thorsteinsson og Jákup á Borg úr B36, Hans Fróði Hansen og Allan Mørkøre úr HB, Øssur [...] Umframt Sunnvard Joensen og Jákup á Borg er Óli Johannesen, sum var upptikin av lestri, tá landsliðið var í Tallinn, komin við aftur. Úr hópinum eru farnir Jens Martin Knudsen, Jan Dam og Jens Erik Rasmussen [...] umboðað av Óla Johannesen úr TB, og burtursæð frá teimum, sum spæla uttan fyri Føroyar, er restin úr Havn og úr Eysturoynni. Landsliðið fer úr Føroyum sunnudagin 16. august, og dysturin móti Bosnia verður mikudagin
leygardagin, tá GÍ og B68 spældu í Gøtu, og hann var eisini í Gundadali dagin eftir, tá B36 og KÍ hittust. Allan Simonsen hevur ivaleyst verið væl nøgdur við tað, hann sá, og Sunvard Joensen og Jákup á Borg [...] Føroyar av álvara fóru upp í altjóða fótbólt í 1988. Hinir eru Kurt og Allan Mørkøre úr KÍ, Tummas Eli og Jens Kristian Hansen úr B36, og Magni og Henning Jarnskor úr GÍ. Føroyar hava ongantíð fyrr spælt landsdyst [...] í Tallinn, komin við aftur. Úr hópinum eru farnir Jens Martin Knudsen, Jan Dam og Jens Erik Rasmussen. Sunvard Joensen fær kjansin, nú Jens Martin Knudsen er leikbannaður. Ungi GÍ-málverjin, sum hevur yvirtikið
Sunvard Joensen, Jákup á Borg og Hans Fróði Hansen ? og tað eru nógvir, sum hava spælt nógvar landsdystir. Flestu royndirnar hevur Allan Mørkøre, sum hevur spælt 37 landsdystir, og eisini Óli Johannesen (32) [...] royndir og sum spældu við í Estlandi, eru ikki við í Sarajevo. Teir eru Jens Martin Knudsen, sum er leikbannaður, Todi Jónsson, sum er skaddur, Jan Dam, sum er givin ? fyribils í hvussu so er ? og Øssur [...] so átti tað at merkst, at hesir eru burtur, og tað fer tað kanska eisini at gera. Men tíbetur eru tað so við og við fleiri spælarar, ið hava nógvar royndir og aðrir, sum hava víst seg at vera álitisfullar