ein fyritreyt fyri, at øll øki í landinum fáa lut í framburðinum, og fyri, at fólk framhaldandi velja at búgva, liva og virka í øllum oyggjunum. Góð 85% av fólkinum hava í dag fast samband, og landið hevur [...] kann seljast, tá koyrandi verður í Sandoynna í 2023, og sostatt verða eitt klípi til fíggingina. Samstundis má loysn finnast til tær leiðirnar, ið ikki hava nøktandi samband í dag. Sum dømi kann nevnast Mykines [...] tryggjað nútíðarhóskandi ferðasamband. Byggjast í Føroyum Arbeiðið at smíða nýggjar ferjur til SSL-flotan eigur í størst møguligan mun, at vera gjørt í Føroyum. Nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri
annað beinið í næstbestu deildini. Í dag taptu teir 2-0, og nú er tað staðfest, at Skála í 2023 fer at spæla í næstbestu deildini. Sum so mangan fyrr í ár var leikliga avrikið hjá Skála í pørtum av dystinum [...] smekkaði Teitur Debess Olsen bóltin í málið. Hann var staddur eitt sindur til vinstru, og hetta var fimta málið hjá Teiti í landskappingini í ár. Støðan stóðst eftir mistak í verjuni hjá Skála, og tað kostaði [...] úrslitini í hinum dystunum í hesum umfarinum, og at tað harvið var neyðugt hjá okkum at vinna. Skála var omaná fyrstu stóru løtuna bæði í fyrra og seinna hálvleiki, men tá ið vit fingu fatur í spælinum
stóru munur á smakkinum á kjøti frá einum staði í landinum til annað, og vit vita eisini, at munur kann vera á kjøtsmakkinum í teimum ymisku hjallunum í somu bygd. Flestu fólk, sum hava vit kjøt at gera [...] tað, sum helst hevur størsta týdning fyri smakkin á kjøtinum, er hitin í luftini, tá kjøtið verður hongt upp í hjallin. Er tað lýtt í veðrinum, fær kjøtið ein góðan og ræstan smakk, tí tá hava ræsingarp [...] kenna so væl? Alt hetta vita vit í veruleikanum sera lítið um, tí so at siga ongar kanningar eru higartil gjørda av røstum kjøti og skerpikjøti í Føroyum. Vísindalig grein Í farnu viku kom tó ein vísindalig
longu verið í starvi síðani 1. august í fjør, meðan Jákup Sumberg og Tora Eyðunsdóttir Marr hava fyrsta arbeiðsdag í dag, og Rósa Maria Restorff byrjar 1. apríl. Ráðstevnur fylla øll hotellkømur í Havnini [...] skúla tey upp í, hvat er serligt í Føroyum, og hvussu tey kunnu selja Føroyar. Vit hava eisini luttikið á messum uttanlands saman við vinnuni í Føroyum, og vit hava eisini sett okkum inn í bíleggingarskipanina [...] stórum ráðstevnum, bæði nú í summar men eisini í 2021, 2022 og 2023. Talan er bæði um ráðstevnur, ið fylla alt okkara hotell, men eisini ráðstevnur, ið fylla øll hotellkømrini í býnum, sigur Tórstein Ch
Mátistokkurin fyri, um samfelagið er í mótgongd ella viðgongd, hevur verið um BTÚ peikar upp ella niður. Í samgonguskjalinum fyri 2019-2023 er hesin sami vøkstur høgt í metum, ætlanin er “ áhaldandi búsk [...] eisini um træplanting. Vit vita, at um øll koltvíiltan í lofthavinum í dag skal súgvast í trø, skulu vit planta allan norðuramerikanska heimspartin í trøum. Við tí sigi eg ikki, at tað als ongan mun ger [...] vit planta. At royna at menna nøkur upprunaøki, har tey plantusløg í Føroyum, sum í stóran mun eru ógvuliga hótt, kunnu vaksa. Margfeldi í náttúruni heldur meir koltvíiltu, enn ein einstáttað náttúra og er
kvinna í fíggjarmálnum í svari til Una Holm Johannesen, sum hevur sett henni fyrispurning um málið. Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin spurdi landsstýriskvinnuna soleiðis í einum grein [...] tað við haldførið í búskapinum? 2. Hvørjar hava árligu inntøkurnar av at forskatta pensjónir verið seinastu 10 árini? Í svarinum sigur Ruth Vang eisni, at roknað verður við 520 mió. kr. í 2024. – Fíggjarmálaráðið [...] Inntøkurnar av at forskatta pensjónir síðstu árini eru vístar í talvuni niðanfyri í mió. kr.: ##med3## Fíggingarmyndilin viðvíkjandi eldraøkinum í sambandi við, at kommunurnar yvirtóku eldraøkið frá 1. januar
vøllurin í landinum, ið vit hava veitt”, segði Birgir Andreasen. Anton Øster, ið er umsjónarmaður á Ítróttardeplinum við Stórá, rak í mong ár gartnarí á Sevmýri og tað segði Birgir sást aftur í viðlíkahaldinum [...] samtykt sum býráðslimur í Tvøroyrar kommunu. Hin fyrsti var vøllurin á Sevmýri í 80-unum. Kristin sigur, at vøllurin hevur stóran týdning fyri kommununa. “Vøllurin er ogn hjá borgarunum í Tvøroyrar kommunu og [...] Borgarstjórin legði annars afturat, at tað málið varð avgreitt í sátt og semju og var væl avgreitt. Til staðar í dag, var eisini formaðurin í Tvøroyrar Bóltfelag, André Dalfoss. “Hetta er øgiliga stórt og
hetta samsvarar illa við veruleikan, sum borgarar á Tvøroyri hava livað í leingi. Hvar var ábyrgdarfulla leiðslan á P/F Varðin Pelagic í alt summar, meðan vaksin og børn gingu við migrenu og máttu rýma úr [...] smildra eitt heilt grannalag og leggja tað undir mold? Ella tá fjørðurin fleyt í snykutari evju og fólk máttu lata vindeygu aftur í besta summarveðri fyri ikki at spýggja? Hvar var útstrekti armurin tá? Tað [...] eina goymslu við 34 tonsum av ammoniakki í miðbýarkjarnanum á Tvøroyri. Hetta umboðar ein dagligan vanda og djúpa ræðslu, sum borgarar á Tvøroyri skulu liva við. Í londunum rundan um okkum er kravið til
vit skjótt kunnu fara undir at byggja Rásina út nú í summar, tí hesin dagurin í dag vísir okkum bara, hvussu gott tað er, at vit skapa ymiskar møguleikar í okkara samfelag, júst tí at vit eru so ymisk, og [...] menna persónligar, sosialar, og kensluligar førleikar í lestrar- og arbeiðslívið. Eisini skal næmingurin ogna sær fatan um lívið og tess møguleikar. í 2023 gingu 7 næmingar á skúlanum. ##med6## ##med7## ##med8## [...] hevur givið tykkum nógv góð amboð, sum tit nú fara at brúka í framtíðni. Hesi amboð kunnu verða við til at hjálpa tykkum enn longur framá í lívinum, men eisini kunnu teir førleikar, tit hava fingið her
Eisini kann nevnast, at í t.d. Svøríki kann ein sak av slíkum slagi vara einar tvær vikur at avgreiða í rættinum. Í Danmark tekur hon bert tveir tímar. Somuleiðis hava røddir í Føroyum verið frammi um [...] Theodor E. D. Olsen Dagur og vika bar í seinastu viku tey tíðindi, at Jógvan við Keldu, innlendismálaráðharri, ætlar at seta ríkislógartilmæli í gildi um felags foreldramyndugleika. Sambært Degi og [...] hetta uppskot, sum samgongan sigur seg ætla at seta í gildi fyri Føroyar. Men hví skulu vit júst seta ta donsku lógina um felags foreldramyndugleika í gildi í Føroyum, tá onnur lond eru komin munandi longri