AB er nærri bjargingini

Aftur í dag vístu skálamenn fínan hugburð, men teir megnaðu heldur ikki í dag at skora mál, og nú eru teir fluttir niður í næstbestsui deildina

Í gjár argaði veðrið so illa, at tað var ikki hugsningur um at spæla fótbólt á Argjum. Tí varð dysturin millum AB og Skála útsettur til í dag. Og tá ið Petur Reinert, sum var fínur dómari, bríkslaði fyri fyrstu ferð, vóru fótbóltslíkindini heilt góð at spæla fótbólt.

 

Skálamenn hava leingi havt annað beinið í næstbestu deildini. Í dag taptu teir 2-0, og nú er tað staðfest, at Skála í 2023 fer at spæla í næstbestu deildini.

 

Sum so mangan fyrr í ár var leikliga avrikið hjá Skála í pørtum av dystinum gott, og hugburðurin var alla tíðina góður. Um skálamenn megna at varðveita fólkið og eisini næsta ár at vísa sama hugburðin, so verður steðgurin í næstbestu deildini ikki langur.

 

Aðaleyðkennið hjá Skála hevur alt árið verið, at tað hevur gingið so illa at skora mál. Skála hevði fyrsta hálva tíman á Argjum tríggjar góðar møguleikar, men tað eydnaðist ikki at skjóta mál. Í summar keyptu teir Uros Stojanov, sum skuldi vera við til at loysa máltrupulleikan, men tað sást einki til Uroas, tí hann er skaddur.

 

Eftir at gestirnir fyrstu løtuna leikliga vóru omaná, so fótaði AB sær, tað vóru spentar støður frammanfyri skálamálið, og seks minuttir undan steðginum smekkaði Teitur Debess Olsen bóltin í málið. Hann var staddur eitt sindur til vinstru, og hetta var fimta málið hjá Teiti í landskappingini í ár. Støðan stóðst eftir mistak í verjuni hjá Skála, og tað kostaði dýrt, tá ið tað ikki eydnaðist at fáa bóltin í málið í hinum endanum.

 

Skála legði eisini bragdliga fyri eftir steðgin, men tað var sam søgan sum í fyrra hálvleiki. Seinni hálvleikur var 20 minuttir gamal, tá ið AB økti um leiðsluna. Eftir Ragnar Skála fríspark, kontra og nýggja sending frá miðvallaranum endaði bólturin hjá Thomas Kirkeby Junge, sum við høvdinum stýrdi bóltin inn við stólpan.

 

AB venjarin Henrik Larsen er fegin um sigurin, sum ber við sær, at AB nú er trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna:

 

-Tað var týðuligt, at trýstið var stórt á spælarunum, og Skála var gott mótstøðulið. Vit kendu úrslitini í hinum dystunum í hesum umfarinum, og at tað harvið var neyðugt hjá okkum at vinna. Skála var omaná fyrstu stóru løtuna bæði í fyrra og seinna hálvleiki, men tá ið vit fingu fatur í spælinum, bar tað mál við sær bæði í fyrra og seinna hálvleiki, og tað var avgerandi. Nú taka vit ein dyst í senn, og talan er um finalur, sum so at siga ikki eiga at geva atgongd fyri børn við sær, sum vit siga í Danmark. Eingin av trimum teimum seinastu dystunum verður lættur at spæla. At vit vunnu í dag ber við sær, at tað verður hugaligari at fyrireika dystin á Toftum, sum verður sunnudagin, sigur AB venjarin Henrik Larsen.

 

Álopsspælarin hjá Skála Poul Kallsberg er fattur, hóast hann er vónbrotin, nú niðurflytingin er veruleiki:

 

-Talvan sigur, at vit hava 9 stig, men avrikini hava verið til meiri enn tað. Vit eru ikki verri og kanska frægari enn fleiri av hinum liðunum, sum kappast fyri at sleppa undan niðurflyting, men tíverri ber góða spælið, sum vit eisini vístu fyrsta hálva tíman í dag, ikki mál við sær. Tað sær út til, at vit eru ov spentir og ikki geva okkum stundir at umseta góða møguleikan til mál, staðfestir Poul Kallsberg.

 

 

 

 

 

AB – Skála 2-0 (1-0)

 

1-0: Teitur D. Olsen 39.

 

2-0: Thomas Kirkeby Junge 63.

 

Dómari: Petur Reinert

 

AB: Antonio Borrelli – Erik McCue, Santiago Lebus, Jonas Sapienza, Tróndur J. á Høvdanum – Ragnar Skála, Ramzi Toure Idrissou, Matthias Præst Nielsen – Danis Zvirkic, Thomas Kirkeby Junge, Teitur Debess Olsen

 

Venjari: Henrik Larsen

 

Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Andreas Thomsen, Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Djóni Petersen – Pætur Dam Jacobsen, Emil Weihe Joensen – Karl Martin Johansen, Jan Ingason Hansen, Ari Ó. Ellingsgaard – Poul Kallsberg

 

Venjari: Michael Bjørn Nielsen

 

-

 

24212063768
Víkingur241635632351
HB241545502549
B36241149472437
EB/Streymur23959304132
B68247314334724
AB247314316224
07 Vestur236512265623
NSÍ246315275121
Skála24161722569

 

-

 

Útsettur dystur

 

Mikudagin 12. oktober

 

EB/Streymur – 07 Vestur

 

-

 

Hálvfinalur í kappingini um løgmanssteypið

 

Mikudagin 5. oktober

 

KÍ – 07 Vestur: Petur Reinert kl. 18.30

 

HB - Víkingur: Dagfinn Forná kl. 19.00

 

-

 

25. umfar

 

Sunnudagin 9. oktober

 

KÍ – HB: Kári J. á Høvdanum

 

Víkingur – NSÍ: Rúni Gaardbo

 

B68 – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

Skála – EB/Streymur: Jákup Øssursson Mohr

 

07 Vestur – B36: Bjarki Danielsen