framførsluna, og tá so hurðin at enda fór upp 10 min. ov seint, runnu fólk og funnu sær tilvildarlig pláss, soleiðis at maður og kona í summum førum máttu standa á hvør sínari balkon, og onnur sótu so [...] Petersen og komu tær sera væl frá hesum lagnum. Nógvar krúllur og solorøddini gjørdi at lagið fekk sín serstaka dám. Nú nærkaðist móti endanum og vit fingu tvey løg afturat, ?Walk with the master? og Give [...] frá sanginum ?Jesus is real?, eins og Tóra við Keldu og Símun J. Hansen komu frá sanginum ?Heaven help us all?. Sera krevjandi partar at syngja, men alt gekk uppá stás og tú kendi rættliga gospel-kensluna
1926 fóru teir avstað. Hann var í maskinlæru, og lærutíðin var fimm ár. Síðani á Københavns Maskinmesterskole í hálvt annað ár. ? Tá var lítil og eingin frítíð og eingin feria, men eg slapp heim í 1929 við [...] bæði arbeiði og kærleikan. John fekk samband til Klaksvíkar, eftir at hann hitti komandi konu sína, Jonhild, í Havn í 1933. Hon var uppvaksin í Klaksvík, og tey hildu samband við hvør annan, og eftir at tey [...] Jonhild, sum í dag er 87 ára gomul. Tey eiga børnini Onnu, Káru og Tove. Sonurin Páll doyði fyri 10 árum síðani. Abbabørnini eru tíggju í tali og langabbabørnini fimm. Hóast John ikki longur er so oftani at
yngre og mere uerfarne generation. De fleste er ret historieløse, og p.g.a. vor forheksede og forjagede tidsalder, er det kun få, som giver sig tid til at læse biblens historie, både det nye og det gamle [...] menneskebud.« Es. 29. 10-14. »De vises visdom skal ødelægges, og de kloges klogskab tilintetgøres«. v. 14. Efter at Romerne havde udryddet mange jøder i Israel og taget mange til slaver og sendt dem til Rom [...] Jesus profeterede i tiden, inden han blev korsfæstet, begravet og opstod igen, hvad der skulle ske med templet i Jerusalem og med Israel og jøderne. At de igen skulle sendes ud i landflygtighed, nu til
býráðnum og ynskja at halda fram, fyrst koma á listan. Hetta vóru 5, og so skuldu 10 afturat fyri at koma upp á tey 15 møguligu. Oyndfirðingar møttu mannsterkir við einum valevni og nøkrum og 80 atkvøðum [...] Justinussen og Rodmundur Nielsen høvdu fingið eina opinbering um, at nú var neyðugt at innkalla til ein uppstillingarfund fyri tann ”almenna” listan, annars kundu vit risikera, at tað bert vóru skálamenn og sø [...] hóast vit hoppaðu eitt sindur út um eingjagarðarnar og tvørtur um søldfirðingar, merkti hetta, at listin kundi fáa 8 umboð, eitt meira enn seinast. So við og við játtaðu fleiri at vera við; man stillar ikki
eggjaði bragdarhugin og forvitnið hjá einum lívligum smádreingi. Skipini – føroysk og útlendsk. Saltfiskur og fiskakjallari. Sildatunnur og skúrar. Gørn og trossar. Glúpur og tráða. Fjøra og flakar. Alt bert [...] smádreingjaárunum, men tað var ikki minst í ungdóminum og manndóminum, at vinskapurin mentist rættiliga. Fyrst og fremst tí og sum samverkamenn í ÍF í 1970’unum og 1980’unum. Eitt vinarlag sum hevur hildið øll [...] spæliplássið partvíst av kaiini og niðan í Fløtugerði. Har var Skarðsá og svimjihylurin eisini. Og Áku smæddist ikki burtur – hvørki á vøllinum ella í hylinum. Fimur, djarvur og ágrýtin sum fáur. Áku man, sum
266b og dømdi hann at gjalda 10 dagbøtur á 300 krónur. Maðurin var í februar í fjør komin við ljótum og niðrandi útsagnum móti Mouldi Manai og einum vinmanni hansara orsakað av teirra átrúnaði, og endin [...] pent og hava virðing fyri fólki. Halt teg til føroyska mentan og viðurskifti. Um tú lagar teg eftir, hvussu fólk uppføra seg í Føroyum, so er eingin trupulleiki. Føroyar er eitt lítið samfelag, og tú mást [...] ikki sama rætt at vera har, sum hann og øll onnur? Kennast væl Tað serliga við málinum er, at teir báðir Mouldi Manai og dømdi maðurin kennast væl. - Eg kenni hann væl, og eg kenni familjuna hjá honum væl
heima og ansaði børnum og húsi øll árini, til tey elstu børnini vóru vaksin, og heilt til yngsta barnið var fimm ára gamalt og fór í dagrøkt í bygdini. Í Tjørnuvík býr eisini mamma Steinbjørn og omman [...] Hósvík. Har hevur hon starvast í stívliga trý ár, og hon dylur ikki, at hon stórtrívist á virkinum. - Eg arbeiddi á Rækjuvirkinum á Oyri í eini 10 ár, og mær dámdi sera væl. Hetta var eitt gott arbeiðspláss [...] Hetta eru ógvuliga fitt og hjálpsom fólk, sum eru løtt at umgangast - og samanhaldið er gott. Hon sigur, at í løtuni er bert ein útlendingur á virkinum, ein russi, sum býr í Føroyum og tosar føroyskt. - Í
Kríggið er av, og Irak skal byggjast uppaftur. Londini í vesturheiminum kappast um at bjóða seg fram og senda pengar og fólk til krígsrakta økið. Í næstum fer eitt fólk úr Føroyum til Irak at byggja land [...] Irak skal hjálpast á føtur og broytast til eitt demokratiskt land eftir mong ár undir harðrenda stýri Saddams. ? Eg gleði meg og eri øgiliga spentur. Uppgávan hevur víðar karmar, og vit skulu í stóran mun [...] ræðslustýri og einum kríggi. Vit skulu ráðgeva um, hvussu umsitingin virkar meiri desentralt og opið ímóti borgaranum, sigur Tommy Petersen Ein balansugongd Basra er ein gamal miðdepil, er havnabýur og hevur
dekkinum vid Hvítanes og er nú skipari. Vit sita í skiparakamarinum og práta, allir fimm føroyingarnir saman og síðan eg. Skipavitjanin byrjaði hjá maskinstjóranum Marner Egholm úr Vestmanna, og nú eru allir samlaðir [...] vera tveir mánaðar burtur og tveir mánaðar heima. ? Tó er tað rættuliga stríggið, vit eru til arbeiðis frá tí vit fara og til vit koma heim aftur. Vit ganga seks og seks, og eg sovi tvær reisur um dagin [...] til Grønlands við Hvítanes í 1977 og hann hevur ikki gjørt annað enn at troyta grønlendsku grunnarnar. Og so eru eisini tríggir vestmenningar inni í skiparakamarinum og teir eru allir partur av yvirmonnunum
á Bakka og vit fóru av har. Men onkuntíð, tá bussurin ikki fór suðurum og vit fóru av á Gørðunum, so vóru vit vísir í, at abbi hevði eyguni eftir okkum, og so kom hann kvikliga eftir Sandinum og tók eina [...] sumri og heysti tók tú, abbi, okkum við á fjall. Lærdi okkum at klippa seyð og at fletta. Ja, í heila tikið allastaðni, har seyður var og tú varðaði av honum, hevði tú okkum við – á Homrunum og í Botni [...] bæði við opnum bátum og deksbátum. Eftir kríggið royndi abbi skipslívið fyrst við slupp, síðan trolara og at enda við línubáti. Var við sluppunum »Energy« og »Falki« av Tvøroyri og »City of Norwich« úr