tey kunning um vápnalógina, og hvat er lóglig og ikki lógligt. Samstundis fáa tey kunning um byrsur, lóður, kalibur, boring, kamarslongd, og um, hvussu ein høglbyrsa er sett saman. Tey fáa eisini skeið [...] eru skikkað at handfara byrsu. Føroyska vápnalógin er broytt og nú verður tað ein treyt, at øll, sum eiga byrsu, skulu á vápnatrygdarskeið. Skeiðið er bæði í teori og í skjótivenjing og tilsamans varar [...] skulu goymast og um skjótiteknikk. Tey læra um, hvat eyga tað riggar best at brúka og um, hvussu tey leggja upp fyri og meta um, hvussu langt burtur eitt mál er, umframt um tryggleika í báti og uppi á landi
stjórnin og amerikanska umsitingin í Irak hava sett sær fyri, at irakar skulu á val í januar, sama hvat tað kostar. Men nú bendir nógv á, at allir irakar kunnu ikki rokna við at sleppa at velja. Amerikanski [...] sagt einari nevnd hjá Senatinum, at tað kann væl henda, at einki val verður í teimum økjunum, har tað er serliga ófriðarligt. Við BBC sigur Rumsfeld, at soleiðis sum hann skilir støðuna í Irak, fer tað at
kommunu, um áhugi er at nýta tjaldið til okkurt áhugavert. Nýtsla er ókeypis og einasta treytin er, at tjaldið verður latið kommununi aftur í sama standi sum tað var, tá tað var lánt. Um áhugi er at nýta tjaldið [...] Tjaldið er stórt og rúmligt og hóskar sera væl til tiltøk av alskyns slag, skrivar Tvøroyrar kommuna á síni heimasíðu. Frítíðarfeløg, samkomur og privatpersónar eru vælkomin at seta seg í samband við Tvøroyrar [...] teldupost til Tvøroyrar kommunu á tvoroyri@tvoroyri.fo . Upplýsið hvør hevur áhuga í at lána tjaldið, til hvat og ein kontaktpersón við telefonnummari, so setir Tvøroyrar kommuna seg í samband við viðkomandi,
skipanina við løgtingslóg. - Gjaldið til skipanin er soleiðis at rokna sum ein skattur – ein proportionalur skattur, sum tó bert verður roknaður av A-inntøkuni. Tað er undarligt, at lóggevararnir soleiðis hava [...] fyri at fáa upplýst, hvat tú skalt gjalda fyri eina kaskotrygging til tín nýggja bil. Tá tú so sigur tryggingini, at tú hevur keypt ein Audi A6, so svarar tryggingin, at tað er uttan áhuga. Hon vil bara [...] Astrup Hansen ivast ikki í, at ALS er komið fyri at vera. Men hann heldur tíðina langt síðani verða komna til at endurskoða skipanina. Hann heldur eisini, at rættast er, at hetta verður gjørt í løgtinginum
fólkaræði. Tað er formaðurin í Fólkatinginum samd í. - Hetta er ein beinleiðis máti at fáa borgarar við, ið líkist fólkaatkvøðum. Nú eru tað ikki longur einans politikararnir, ið avgera hvat kann viðgerast [...] uppskotum, sigur Pia Kjærsgaard. Hon leggur tó dent á, at tað enn er neyðugt at arbeiða við teimum síðstu detaljunum í uppskotinum. - Hetta er eitt nýbrot, og tað skal arbeiðast gjølla við uppskotinum fyri [...] Tá Fólkatingið savnast týsdagin, er tað bæði byrjanin upp á eina nýggja fólkatingssetu, og ein nýggj roynd at fáa fleiri virknar borgarar. Í januar 2018 væntar Fólkatingið nevniliga at hava eina nýggja
liggur, so veit eg ikki, hvat er. Nógv virksemi er í landinum í dag. Tað er jaligt, og kemur okkum øllum til góðar onkusvegna. Men um prísurin, vit skulu gjalda, er, at umstøðurnar á arbeiðsplássum í føroyum [...] deyðsvanlukkur higartil í ár. Talan er um fólk, ið eru virkin í arbeiði, helst frísk fólk, ið vóru til arbeiðis, tá vanlukkan hendi. Um tað ikki er ein ábending um, at neyðugt er at kanna hvar trupulleikin liggur [...] føroyum ikki eru nøktandi, so er tað ov nógv at geva. Øll skulu kenna seg trygg at fara til arbeiðis. Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin
boðsendir. Starvsmannafelagið er fyrsta felagið, sum samráðist við Fíggjarmálaraðið um nýggjan sáttmála og tað er gamalt, at úrslitið av fyrstu samráðingunum verða avgerðandi fyri, hvat onnur fakfeløg eisini fáa [...] alment boðað frá, at nú er tað teirra tørn at fáa eina lønarhøkking, sum munar og at tað er langt ímillum partarnar. Jan Mortensen vil ikki gera viðmerkingar til, hvussu langt tað er ímillum partarnar. Men [...] at tá ið semingsmenninir eru komnir upp í, er tað tí at tað er ov langt ímillum partarnar til at tað bar til at fáa eina semju. Á fíggjarlógini fyri í ár er roknað við eini lønarhækking upp á 2,2 prosent
samfelagnum, søgdu tey. Tey vístu so á, at sambært galdandi lóg er bert loyvt hinskyndum møguleikan at ganga saman í hjúnalag. – Hendan avmarking er ótíðarhóskandi og ikki sømilig fyri eitt framkomið samfelag [...] evropisk lond, sett í gildi antin fullkomna ella nærum fullkomna javnstøðu millum samkynd og hinskynd, hvat hjúnabandslóggávuni viðvíkir. Í hesum londum kunnu pør av sama kyni ganga saman í hjúnalag við somu [...] avleiðingum, sum pør av hvør sínum kyni, søgdu tey í viðmerkingunum. Tey vístu á, at í summum øðrum londum er lóggávan ikki eins víðfevnd, eitt nú í Finnlandi, Bretlandi, Kekkia og Týsklandi. Í hesum londum ber
skulu loysa tær avbjóðingarnar, sum eru. Eitt, sum er sera ógreitt er, hvør hevur ábyrgdina av kommunulæknaskipanini! Hevur nakar ábyrgdina – ella er hon býtt millum ymsar partar - nakað sum ger, at eingin [...] læknavaktini aftan á arbeiðstíð, so hendan hevur verið ovbyrjað og nú hevur gjørt nakrar broytingar, so tað er torførari at fáa læknahjálp aftan á arbeiðstíð enn tað annars hevur verið. Kommunulæknaskipanin virkar [...] trupulleikar sum nú. Álitið varð gjørt saman við kommunulæknum. Í álitinum vóru nógv góð uppskot um hvat kundi gerast við tær avbjóðingar, sum vóru. Tíverri vísti tað seg, at politikararnir, sum komu at
sum heilsuískoyti.” Her er ein útdýpan av, hvat eg meini við hasum orðunum. Er málið ikki longu rokkið? Stór framstig eru hend á økinum, men hetta er ikki komið av ongum. Tískil er týdningarmikið at halda [...] støðan er batnað, men málið er ikki rokkið. Eg haldi, at vegleiðingin til læknarnar er ov avmarkað. Tað eru enn ov fáir sjúklingabólkar, ið kunnu fáa hendan heilivágin. Eg haldi heldur ikki, at tað er rætt [...] siga tað foreinklað, so er primert talan um tvey høvðusevni í cannabisplantuni. Sonevnd cannabinoidir. Tað er THC og CBD. Fleiri undirbólkar eru av hesum cannabinoidum. THC er tað sum kann virka euforiserandi