Javnstøða millum kynini er á dagsskrá, tá fólkaatkvøða verður um trúnuarvalógina sunnudagin? ? ?Kanska er freistandi er at sita heima, tá fólkaatkvøða verður um trúnuarvalógina sunnudagin 7. juni.? ?Fleiri hugsa kanska, at spurningurin, ið er til atkvøðugreiðslu, er ikki nóg viðkomandi fyri okkum í Føroyum.? ?Lat okkum líka venda hesum og spyrja, hvat fólkaatkvøðan snýr seg um?? ?Jú, ítøkiliga snýr hon seg um at broyta trúnuarvalógina, so kynini verða javnsett í arvarøðini. ? ?Tað merkir, at um úrslitið á fólkaatkvøðuni verður eitt “ja”, so er í framtíðini líka mikið, um fyrst fødda barnið hjá kongi ella drotning (regentinum) er genta ella drongur – viðkomandi arvar trúnuna uttan atlit til kyn.? ?Í grundini er hetta ein rættiliga prinsippiellur og viðkomandi spurningur fyri okkum øll. Taka vit undir við javnstøðu millum kynini? Ella eru vit ímóti javnstøðu?? ?Tey, sum eru fyri javnstøðu, hava møguleikan at senda eitt greitt signal um tað á fólkaatkvøðuni sunnudagin.? ?Til endans er møguleikin at fara á val jú ein demokratiskur rættur, ið allir føroyingar hava. Tann rættin eiga vit altíð at brúka og at verja.? ?Min áheitan er: Farið fjøllment á val. Valið snýr seg um javnrættindi og fólkaræði.?