Eg havi sjáldan verið so bilsin, sigur hon. Inga Sæland hevur eisini sjálv fingið hóttanir, tó ikki eins álvarsligar sum tær, ið onnur hava verið fyri. Íslendingar fara í dag á fólkaatkvøðu um, hvørt landið [...] uppaftur. Fólkaatkvøðan snýr seg ikki um sjálvan limaskapin. Verða samráðingarnar tiknar uppaftur, skal ein møgulig avtala seinni leggjast fyri íslendska fólkið. Seinastu veljarakanningarnar hava víst, at tað
Tórshavnar kommunu fyri at læra meira um okkara royndir og arbeiðshættir. Sum part av skránni var ein framløga tí fyrireikað, har m.a. kommunal fíggjarstýring og fíggjarætlan umframt innanhýsis eftirlit
sostatt meira enn tvífaldað síðan 2017, tá Donald Trump á fyrsta sinni tók við sum forseti. Umleið ein triðingur av vøkstrinum kom undir koronufarsóttini, tá amerikanski staturin tók stór lán fyri at fíggja
Ein persónur varð klokkan 17 í gjár steðgaður av løgregluni í Havn, tí illgruni var um, at viðkomandi koyrdi ávirkaður av rúsevnum. Persónurin varð skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Men
fyri at verða beind burtur. Á øðrum verkstaðnum sleppa børn og vaksin at royna bregdabond, sum er ein av elstu føroysku handarbeiðsháttunum. Her verða gomul handverk og burðardygg nýtsla av tilfari knýtt [...] húsarhaldsskúli í Klaksvík, sum arbeiðir við at gera burðardygd, felagsskap og virðing fyri náttúruni til ein natúrligan part av gerandisdegnum hjá næmingunum. Næmingarnir læra ikki bert um veðurlag og umhvørvi [...] føroyskum og norðurlendskum handverki. Í grundgevingini fyri tilnevningini verður Rótin lýst sum ein fyrimynd fyri norðurlendskar undirvísingar- og mentanarstovnar. Navnið Rótin sipar til tað, sum gevur
Beint eftir midnátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin út av vegnum á Viðareiði og lá á takinum. Løgregla og sjúkrabilur fóru á staðið. Tvey fólk vóru í bilinum. Løgreglan fekk illgruna [...] illgruna um, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka. Ein alkoholroynd vísti meira enn loyvda markið, og førarin varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Fólkini í bilinum vórðu flutt á sjúkrahús, men eftir umstøðunum
amsýningini hjá Hansinu Iversen, sum kann upplivast á tveimum hæddum í Steinprenti. Í erva hongur ein framsýning við denti á málningar, meðan grafikkurin fyllir gallaríið niðriundir. Hansina Iversen hevur [...] í samlaðu framleiðsluni í Steinprenti, verða við á framsýningini. Hansina hevur gjøgnum árini ment ein serstakan grafiskan stíl, sum hevur ávirkað myndamálið í hennara málningum við støðugt meira samansettum
í einari skapandi tómløtu, har glóðin fyri tónleiki næstan var sløknað, gjørdist Sarah Christensen ein óvæntað kelda til nýggjan íblástur. Hennara sterka rødd og skapandi orka tendraði aftur gleðina hjá
Hann var ein av bleiktrandi stjørnunum í sjónvarpsrøðini Hoydalar, sum Kringvarpið sendi fyrr í ár. Bjarki Virgarsson Trondesen er úr Vestmanna, og hann hevði fleiri frálíkar tulkingar av kendum sangum
dugnaligum sangarum. Sangperlurnar skinu sum sjáldan, og framførslurnar vístu, at sangirnir standa eins sterkir nú, sum tá ið teir vórðu skrivaðir. Fyrstu nógvu árini var Eyðun Nolsøe partur av Frændum