ikki at tað er nakað galið í tí, at fólk sum hava høgar inntøkur rinda meira til samfelagið, enn tey við lægri inntøkum. Men tá tað er sagt, so haldi eg eisini, at skatturin í Føroyum treingir til at gerast [...] sjálvari oddagreinini. Yvirskriftin var: ”Eigur at loysa seg at arbeiða”. Oddagreinin endaði við hesum orðunum: ”At ein lønarhækking uppá 50.000 krónur ger, at summi missa 17.000 krónur, er heilt burtur við” [...] við tann gamla. Hetta merkir, at hóast summi fáa meira skattalætta enn onnur, so er ikki vist, at nakað er galið við nýggja skattastiganum. Tað kann líka so væl vera, at feilur var í gamla stiganum, og
– Vit halda at vit hava ein so mikið gott lið, at vit burdu ligið longur uppi á stigatalvuni. Tað er slett ikki fyri at taka nakað frá Sigríði Clementsen, hann er ein óalmindiliga góður venjari, men úrslitini [...] í samrøðu við Rás2, at tað nokk ikki var einki um tað, tá øll tosaðu um tað. – Vit venjarar eru somikið loyalir, at vit tosa saman tá nakað hendir. Eg eri blivin informeraður um, at aðrir venjarar hava [...] verið til samtalu til at yvirtaka starvið hjá mær. Tað er beikst, serliga tí at tað tá vóru bara spældir einir 14 dystir spældir og vit høvdu bara trý tap. Leiðslan hevur tó hildi, at tað var brúk fyri eini
í ár at meta sum grundarlagið undir nøkrum størri og víttfevndari komandi ár. Ein av stóru broytingunum er, at nevndin í NFÍ ynskir at fara frá eini støðu sum fyriskipari av stevnuni, til heldur at virka [...] ætlar nú at seta ferðina uppaftur, soleiðis at tann gamla stevnan nú verður endurnýggjað. Við hesum ynskir ein eisini, at tey mongu feløgini og felagsskapirnir í Norðoyggjum fara í størri mun at samstarva [...] stevnuni. Í øðrum lagi er ynskið, at fáa tey ymisku feløgini í økinum, kommunurnar og fólkið savnað um at skipa øll tiltøkini. - Norðoyastevnan er ein ótrúligur møguleiki at branda alt hetta økið. Nú vilja
Samstundis, sum lítið ítøkiligt hoyrist um, at fiskavirkið fer at lata uppaftur, er líkt til, at skipavinnan í bygdini í størri og størri mun hevur knýtt seg at fiskavirkinum á Kósini í Klaksvík, sum telist [...] fegnast Karl A. Olsen um, at Vestmanna kommuna eftir førimuni hevur roynt at skapt góðar umstøður á havnalagnum, og hann vónar, at góðu møguleikarnir, sum eru á staðnum, fara at telja við, tá avgerðir skulu [...] slagi í landinum. Í seinastuni eru alt fleiri skip vorðin knýtt at Kósini, og leingi hevur ljóðað, at klaksvíkingar eisini hava ligið úti eftir at keypa Vestmenning og Fram, sum Tummas Christophersen er reiðari
Hann segði, at hann fleiri ferðir hevði umhugsað um at tikið lívið av sær, men bara av sær sjálvum fyri at sleppa burtur. Hvussu tað skuldi gerast, svaraði hann ikki beinleiðis uppá, men av tí at hann var [...] var hann noyddur at gita. Drukk Ákærin góðtók hetta og spurdi tí um lívið hjá manninum annars. Tann skuldsetti segði, at hann hevði drukkið illa. Í seinastu viku var hann byrjaður at drekka longu hóskvøld [...] visti hann ikki, men hann gitti, at hann hevði tikið ein hýruvogn. Hann hómaði okkurt um, at hann hevði sent fyrrverandi konu síni eitt sms. - Eg bað um hjálp fyri at fáa skil á tilveruna aftur, segði
synergifyrimunur at samarbeiða um at gera royndir við nýggjari tøkni til tess at fáa meiri varandi orku innn á elnetið í Føroyum. Endamálið er, at hetta bæði skal koma føroyska og einum samanhangandi e [...] samstarvið við DONG Energy, at bøta um møguleikar sínar at útvega vindmyllur, har tøkni til størri trýst av vindmegi er innbygd. Fyri DONG Energy hevur tað týdning at fáa møguleika at royna hesa tøkni undir [...] Lívsuppgáva Sjúrðar er at finna skattin, sum frænaormurin á Glitraheiði ansar eftir. GRANI hjálpir harra sínum við at taka lívið av orminum og ogna sær skattin. Tað vísir seg, at skatturin er vísdómur og
alstóran týdning, at politiska skipanin longu nú fer at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu hýsa leikunum í 2017. Áður hevur annars verið tosað um 2015, men taktiskt heldur løgmaður tað vera skilabest at medda eftir [...] øll seingjarpláss. Verður rætt borið at, so eiga vit at kunna fyriskipa alt, soleiðis at eisini gistingin verður á einum nøktandi støði. Men alt hetta krevur so, at vit fara ígongd longu nú, sigur Kaj Leo [...] eg ikki í, at ein slíkur grunnur væl og virðiliga kundi virkað sum fíggjarligur katalysator fyri eini føroyskari umsókn. - Og eg haldi slettis ikki, at vit eru so øgiliga langt burturi frá at røkka teimum
hava notið gott av, at Esbjerg er nærri evropeiska meginlandinum enn Hanstholm, og Peter Holm, stjóri, er heldur ikki í iva um, at leiðslan tók ta røttiu avgerðina, tá hon valdi at lata skipið sigla upp [...] avleiðing av, at Esbjerg er bara ein tíma frá týska markinum. Ein onnur broyting hevur verioð, at felagið hevur selt væl fleiri av teimum dýraru ferðaseðlunum í vár enn undanfarin ár. Enn er ov tíðliga at siga [...] mai. Gera terminal Tað er einki at taka seg aftur í, at sum samferðsluhavn er havnin í Esbjerg munandi betur egnað enn havnin í Hanstholm. Tey, sum hava roynt báðar, vita, at eitt nú er munur á innsiglingini
Høgni veit væl, og vísur á, at tað tók lítla og onga tíð at endurreisa føroyska búskapin. Men hann roynir at fjala út yvir, hví tað gekk so skjótt. Hetta er jú besta prógv fyri, at ískoyti ikki fremur fallit [...] uppvøksturin fingið at vita, at danir eru »lúshundar«, og at danska krónan er eitt vandamikið gjaldoyra, so er sjálvsagt vandi fyri bæði viti og skili og fyri minnilutakenslum, ikki um at tala. Samantak Eftir [...] ikki broytt síðan tríatiárini. Tað er, at vandin fyri at fara fallit veksur, alt eftir hvussu nógv tú skyldar og kann forsvara. Loysingarmenn tvíhalda framvegis um, at vit fara fallit av inntøkum av peningi
sum smíðaðu húsini, byrjaðu at bjálva, spurdi hann hesar, hví teir gjørdu, sum teir gjørdu. - Teir søgdu bara, at soleiðis vóru teir vanir at gera – og soleiðis átti tað at gerast, men teir høvdu onga [...] nøkrum eftirliti, ið kann tryggja, at tú fært eini dygdargóð sethús. Eingin myndugleiki sigur tær, at tað er í lagi, sum tú gert, tá tú byggir. Jóhan Petersen vísir á, at tað, sum føroysku kommunurnar tryggja [...] timburhandlinum vistu tey at siga mær søguna, sum lá til grunds fyri bjálvingini, men lovaðu at spyrja útlendska veitaran av bjálvingartilfarinum um hetta. Ov lítið bjálvað Jóhan sigur, at tá timburhandilin hevði