Elfelagið SEV og danska orkufelagið DONG Energy hava fyrrapartin skrivað undir eina samstarvsavtalu undir heitinum GRANI.
Í føroyskari og norðurlendskari mentanarsøgu finst søgnin um riddaran Sjúrð Sigmundarsson og gløgga gangara hansara, hin gráa GRANA.
Lívsuppgáva Sjúrðar er at finna skattin, sum frænaormurin á Glitraheiði ansar eftir. GRANI hjálpir harra sínum við at taka lívið av orminum og ogna sær skattin.
Tað vísir seg, at skatturin er vísdómur og ein vitan, sum ger Sjúrð alvísan, so hann enntá skilur fuglamál.
Gagna eftirkomarunum
- Okkara verkætlan fer eisini at føra okkum út á eina langa ferð og til hólmgongur við ómetaligar náttúrukreftir. Ein dystur, sum eisini fer at gera okkum klókari og klárskygdari og veita okkum kunnleika til gagns fyri okkara eftirkomarar, siga SEV og DONG Energy í sambandi við undirskrivingina.
Hugskotið við GRANA-samstarvinum er, at SEV og DONG Energy gjøgnum felags átøk skulu seta fokus á at menna og fáa meiri varandi orku (VO) inn á føroyska elnetið. Hetta kann samstundis gerast ein alheims loysn á hesum øki. Miðdepil í hesum arbeiði verða Føroyar, sum skulu virka sum royndarstova ella royndarøki.
Málið hjá SEV er at fáa útbygt orkuskipanina í Føroyum við meiri vindorku. DONG Energy hjálpir til við hesum við vitan frá donsku orkuskipanini.
Málið hjá DONG Energy er at fáa gjørt skjótar royndir við nýggjari tøkni og nýggjum konseptum. SEV hjálpir til við hesum við at lata DONG Energy ráða yvir síni orkuskipan og hjálpargøgnum.
Forsøgan
Tað var eftir fundir í fjørheyst og í vár, at SEV og DONG Energy gjørdust greið yvir, at tað kann vera ein synergifyrimunur at samarbeiða um at gera royndir við nýggjari tøkni til tess at fáa meiri varandi orku innn á elnetið í Føroyum.
Endamálið er, at hetta bæði skal koma føroyska og einum samanhangandi evropeiskum elneti til gagns í framtíðini.
Hyggjuráðini eru nýggj framleiðsla, nýtsla av elbilum og onnur smidlig elnýtsla, eins og nýggj software konsept og skipanir, sum kunnu svara skjótt aftur uppá broytingar.
Í hesum sambandi fingu innbodnir gestir eftir tíðindafundin fyrrapartin høvi at royndarkoyra ein elbil, sum SEV hevði útvegað sær úr Danmark í sambandi við dagin.
SEV ætlar at fáa sett fleiri vindmyllur upp í Føroyum og hevur í hesum sambandi í umbúnað
at útvega sær eitt nýtt kontrollrúm í 2013.
DONG Energy hevur brúk fyri at fáa eina skjóta og økta vitan um samspælið millum framleiðslu og nýtslu, tillaging av smidligari elnýtslu og battaríum, og at kanna og royna nýggja tøkni til ógvusligt trýst av vindorku í el-netinum.
Hesum kann SEV hjálpa til við við royndum á elnetinum, ið beinanvegin kunnu geva eina mynd av, hvussu ymisk tøkni ávirkar netið og skipanina.
Endamál
Fyri SEV er endamálið við GRANA at fáa tillagað mest møguliga varandi orku inn í orkuskipanina og at profilera Føroyar sum eitt samfelag, ið - sum eitt forkunnugt royndarøki - er við til at loysa heimsins orku- og veðurlagstrupulleikar.
Fyri DONG Energy er endamálið við GRANA at fáa møguleika at vísa og royna nýggjar loysnir fyri tillaging av óstøðugari varandi orku í avbyrgdum netum, og at menna næsta stigið fyri uppstiging av tillagingarskipanini.
Trý yvirskipaði mál eru fyri samstarvinum:
1. Royna nýggja tøkni til tess at fáa meiri varandi orku inn á elnetið
2. Royna virðið av elbilum og øðrum orkugoymslum fyri tillaging av meiri vindorku
3. Greina og søkja um stuðul til tess at kunna fremja omanfyristandandi royndir og menning í Føroyum
Framtíðarmál
- Framtíðarmálini hjá bæði SEV og DONG Energy eru framhaldandi at verða slóðbrótandi innan menning av konseptum í sambandi við tillaging av óstøðugari varandi orku, og harvið fáa førleikar og fígging til framhaldandi menning.
Fyri SEV hevur tað harumframt týdning, umvegis samstarvið við DONG Energy, at bøta um møguleikar sínar at útvega vindmyllur, har tøkni til størri trýst av vindmegi er innbygd.
Fyri DONG Energy hevur tað týdning at fáa møguleika at royna hesa tøkni undir veruligum rakstri í einum avbyrgdum neti við ógvusligum vindveðurlagi.
DONG Energy og SEV fáa harumframt møguleika at menna og royna software til tillaging av meiri vindorku og elbilum í eini ektaðari og skipaðari skipan, áðrenn hon verður tikin í brúk í størri orkuskipanum.
Innihald
GRANI verður eitt samstarvsforum, ið stendur fyri tí yvirskipaða og samskipandi arbeiðnum av ymiskum einstøkum verkætlanum innan varandi orku.
Ein stýrisbólkur og ein projektleiðsla skulu skipast at skipa fyri framdrátti, samskipan av einstøku verkætlanunum, fyri umsóknum til grunnar, fyri hjálp og stuðul til ígongdsetan og menning av einstøku verkætlanunum og fyri kunning.