og starvsfólkunum á Sýnuni, ikki eru nøktandi. At Ellisheimið á Sýnuni ikki hevur fingið tað neyðuga viðlíkhaldið kunnu vit bara staðfesta. Longri er tann søgan ikki. Málið til politiska viðgerð í løtuni [...] 100% fígging kenni eg onki til, og er nýtt fyri mær, men at lutfallið millum land og kommunu hevði helst verið tað sama sum í dag. Tað, sum ikki má koma í bland, er, at her var ikki talan um viðlíkhald , sum [...] eitt gott íkast til kjaki um eldrabústaðir. Fyri fáum døgum síðan úttalaði ein nevndarlimur í Landsfelag Pensjónista, at tørvurin á búðplássum á Ellis og røktarheimum og Sambýlum ikki skuldi økjast, men
so at einki barn skal missa rættin til lív, einans tí vit sum samfelag ikki høvdu ráð at bjarga tí. Tí er hetta eisini ein áheitan á landsins kosnu um at taka stig til at loysa einum vanlukku, ið bíðar [...] tey venda teirra blindu eygu og deyvu oyru til og latast sum um eingin trupulleiki finst. Hetta meðan eini 50 børn lata lív um árið. Tann lætta loysnin er ikki altíð tann rætta: Men hvørjar møguleikar hevur [...] heldur enn at gera alt fyri at bjarga teimum? Tað at drepa barnið er ikki ein haldgóð loysn upp á trupulleikan. Lívið gongur oftast ikki bara víðari, men førir magan við sær vanlukkiligar fylgjur. T. d. úseta
Bjørn Djurhuus, sum hugsar seg væl um, tá hann ráðgevur. – Eg vil ikki vera orsøkin til, at onkur tekur eina skeiva avgerð, soleiðis at eg til dømis oyðileggi eitt parlag. Tí royni eg at vera nøkunlunda neutralur [...] bara ein hobby hjá Bjørn Djurhuus, sum lesur til lærara á Læraraskúlanum. Hann hevur ikki gjørt sær teir stóru tankarnar um framtíðina enn. – Eg veit ikki, hvussu nógv ár eg fari at halda fram við at vlogga [...] kann ikki annað, enn at hetta er slóðbrótandi innan fyri vlogging í Føroyum. Maðurin handan Bamsesovs er 29 ára gamli Bjørn Djurhuus úr Havn, og vit hava hitt hann fyri at hoyra meira um upprunan til Bamsesovs
kastar teg útí tað. Bert eitt ráð, tí so at mær komin var eg ikki! Eg fór so bragdliga gleivandi oman í Spa-sentrið og bílegði mær tíð til hetta vælsignaða baðið, hóast eg ikki hevði ánilsi av, hvat hetta [...] sum var hann gjørdur til endamálið. Vit sita so og bíða sum tveir spentir fjaðrar til, hvat nú skal henda. Sum sagt visti eg yvirhøvur ikki, hvat hetta gekk út uppá - og so als ikki hvør skuldi hjálpa okkum [...] turkiska bað. Nú fer hurðin upp... Ikki misskilja meg, eg havi verið til massagu fyrr, og eri von við, at tað altíð er ein kona ella genta, ið masserar. Ikki var eg klár til tað sjón, ið nú møtti mær. Ein
og føroyingar umsita ikki tað, sum fer yvir høvdinum á teimum. Hóast so er, so verður, vísandi til frammanfyri nevnda, enn eina ferð mælt løgmanni frá at geva loyvi til flúgving til ófrættakend endamál [...] verður ikki upplýst, og hvussu vandamikil ella skaðiligur farmurin er, verður heldur ikki upplýst. Vit fáa sostatt onga hóming av, um ætlaða flúgvingin er í samsvari við føroysk áhugamál ella ikki, og heldur [...] samtykt, høvdu vit havt eina munandi sterkari tilgongd bæði til EFTA-felagsskapin, ECAA loftferðslumálið og til samlaða spurningin um loyvi til flúgving í føroyskum loftrúmi yivrhøvur. Hóast løgtingið samtykti
samfelagið seta til okkara um framburð og materiell virði. Nýtræladømi herjar, men av egnum ávum. Vit vilja alt. Vit vilja hava tíð til at gera karrieru, hava tíð til okkum sjálvi, tíð til at íðka ítrótt [...] okkum um - kundu vit so í veruleikanum ikki væl verið nøgd við væl minni? Er tíð okkara ikki tað mest virðismikla vit hava? Hevur tú hug til at vakna ein dag og til tína ræðslu varnast, at børn tíni eru [...] sást tað ikki henda? Ikki rættiliga. Nógv eru tí, sum fegin vilja skerja alt vasið og dyrka tey einføldu, veruligu virðini í lívinum. "Simple living" kalla tey tað. Tað er ein heil rørsla. Tó ikki heilt sum
fyri tí ráki, sum nú hevur fýrt ikki fá lond í heiminum fram á grúgvu, búskaparliga, sosialt og mentanarliga. Politikarar! Gerið ikki eldsløkking í Føroyum. Latið ikki søgunnar dóm vera: vigaðir vórðu [...] og vit fingu halgubók týdda, enntá í tveimum ymiskum útgávum. Í dag, lítandi aftureftir, hava vit ráð til at meta um tey, sum tá róðu andróður, við fatan heldur enn dómi. Vit vraka fíggindamyndina og ásanna [...] yvirtrom, í móðurmálsins formi, lyft arvin og maktað ábyrgdina og avbjóðingina? Koma vit til tað úrslit, at vit ikki hava megnað hetta, hvat er so avleiðingin av hesi ásannan? Aristoteles, ein tann fyrsti
helst ikki klárur aftur fyrr enn í fyrsta lagi um fjúrtan dagar, og tað vil siga, at hann helst er úti restina av fyrru hálvu. TB skal heilt niður í 4. deild eftir eykamonnum, so tað er lagt upp til strævnar [...] hornaspark. Nú var 2-0 til B68, men hóast útlitini hjá TB vóru sera døpur, valdu teir at royna at fáa okkurt burtur úr dystinum í staðin fyri at royna at avmarka tapið. Tað førdi eisini til eina TB-yvirvág, [...] sum tað kortini ikki spurdist nakað burturúr. Sasha Radosavljevic var aftur í TB-álopinum eftir drúgt leikbann, men hann var sera einsamallur og skapti heldur ikki nógv sjálvur. Og við eini óvanligari
var eitt ja og eitt nei eitt nei. Eitt vinalag, har eg altíð, nátt sum dag, kundi venda mær til hansara um ráð. Eivind er fluttur heim 96 ára gamal, mettur av døgum. Farin inn um brimgarðarnar og hevur [...] Hann setti seg við borðið yvir av mær, legði hattin á stólin við síðuna av og segði, at nú fór hann ikki útaftur, fyrrenn eg hevði játtað at fara avstað við Vesturvón næsta túr sum skipari. Gott nokk segði
enn ikki tola at sita við ábyrgd, er best at loysa teir úr ábyrgdini. Soleiðis tekur Rógvi Nybo, stjórnmálafrøðingur, til á Facebok. Hann hevur ongar vónir um, at Javnaðarflokkurin verður við til at bera [...] Stjórnmálafrøðingurin heldur, at í roynd og veru hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, hvørki hug, ella ráð, til eitt nýval beint nú, og tí mugu aðrar loysnir á finnast fyri at fáa eina nýggja fiskivinnuskipan [...] at leypa undan. Hann heldur nevniliga, at Javnaðarflokkurin er so spjaddur, at hann í roynd og veru ikki er stjórnarberandi longur. Tí heldur hann, at arbeiðið at gera eina nýggja fiskivinnuskipan má byrja