uppliving at sleppa við Tjaldrinum, at fara og fáa innivist hjá fremmandafólki og uppliva eitt fremmand land. Samstundis er eyðsæð, at hetta skapti vinabond, sum hava vart til denna dag. Bert 14 ára gomul byrjaði [...] upp børnini. Kvinnum sum tygum eru vit øll takksom fyri og stolt av. Nógv hava tit lagt eftir til okkara, ið nú skulu føra arvin víðari fram. Høvdu vit í Føroyum ikki havt átt slíkar slóðbrótandi kvinnur [...] signing, hetta við einum sálmaørindi hjá Mikkjali á Ryggi. Tey sum Guðs vilja gera og elska fólk og land Tey signing við sær bera, sum sløkkir haskan brand Tey lýsa gjøgnum strevið tey bjarga lond úr neyð
seinasta partinum varð greitt frá okkara sildakeypi í Skotlandi fyri meira enn 40 árum síðani. Um Isle of Skye greiddi Sofus Poulsen millum annað frá í FF-blaðnum í 2005: “Okkara skip komu seinni at keypa sild [...] staðarnøvn er eru eisini á gæliskum. Gudstænastur verða hildnar bæði á enskum og gæliskum. Summi okkara kenna minst eitt gæliskt orð. Hetta er løgur, sum á gæliskum eitur »visqe beatha«, sum merkir »lívsins [...] hevði við sildasøluna at gera. Eg ringdi til hansara, segði hvør eg var, og hvat eg vildi. Fingu okkara bátar ikki sild í morgin, so varð liðugt við at keypa sild har vesturi. Captain Stewart lovaði, at
sigst at hava gingið væl hjá kassaapparatunum at ringja jólini inn. Stóri hópurin av landsmonnum okkara er komin í trot, ella hevur hann lænt uppundir syllarnar á frívirðunum, meðan tey, sum eiga skivurnar [...] sum siglast kann eftir, ert tú farin nakað ella nógv av leið í heimsins meldri. Verri gongst við okkara egnu krubbu. Landsins búskaparskili. Her tykist tyngdarlógin enn einaferð at vera suspenderað. Fyri [...] umvegis atkvøðurnar, geva monnum og kvinnum vald. Valdið yvir tær og mær. Men hvussu leikar nú á í okkara egnu krubbu? Vit hava lænt okkum um rygg hesi seinru árini fyri at keypa okkum burturúr kreppuni
heldur Mogens Jensen, ið kortini sigur seg skilja serligu átrúnaðarligu viðurskiftini í Føroyum. - Eitt land skal ikki spæla av við síni grundleggjandi virði. Hóast eg persónliga eri ímóti at blanda átrúnað
í býráðnum ársskiftið 2012/2013 rann so væl saman okkara millum, at eg geri ikki ov nógv av, táið eg sigi, at rættiligur vinskapur tók seg upp okkara millum. Vit tosaðu saman um máltráðin minst einaferð [...] leygardagin í vikuni sum fór. Eirindaleysi veru- og sannleikin var, at sera skilagóði næstformaður okkara var fallin í einum av mongu verkevnum sínum, látin sum hann livdi, altíð í fremstu røð við eggjandi [...] Karlamagnus og Haldgrímur tóku lógvar saman í Bygdarhúsinum í Leirvík, táið sáttin var komin undir land, at bygdirnar skuldu leggja ítróttarfeløgini saman. Bara tað handartakið kundi siglað samstarvið endaliga
starvinum 1. oktober. Hon útlandsættað, men væl inni í føroyskum viðurskiftum. – Eg og maðurin og okkara trý børn komu fyrstu ferð til Føroya í 1994. Tað er ein stuttlig søga, sigur hon. Maður hennara æt [...] . Tá bar ikki til at hava dupultan tjóðskap, men tað ber til í dag. Tá avgjørdu vit, at hetta er okkara heim, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas. Hon starvaðist í fleiri ár í Norðurlandahúsinum og frá 2008-2016 [...] gera alt. Tey eru góð til nøkur ting, meðan vit skulu vera góð til tað, ið vit eru góð til. Vit hava okkara viðføri, og tað er gott. Men mentan er livandi – eg lærdi á einum skeiði, at tað er feskvøra, sigur
reka burtur, tí hetta var ófriður og ólevnaður. Hesin gamli og húsvilli flipparin, sum hevur ferðast land og ríki runt, og sum hevur spælt gittar og sungið í hálvhundrað ár. Maðurin, sum bæði hevur argað [...] Glerfoss, Tummas N. Djurhuus, Rikard Long, Jacob Sande, William Heinesen og fleiri av frægu skaldum okkara. Sjálvur ert tú ikki orðasmiður, men tú hevur upplivað, lisið og sungið um tað mesta. Um einsemi [...] var framvegis ung, tá eg veruliga kom at kenna teg. Vit vóru nakrir unglingar, sum tordu at seta okkara frammanundan ivasama umdømi upp á spæl og fóru at vitja tað lítla og lokkandi húsið á Stongunum,
útmynt, opinskárað og spyrjandi, nógv fagrari enn Mona Lisa, sum ikki hevur tey sálareyðkenni, sum okkara mæta Ruth Smith hevur í sínum sjálvsmyndum. Ruth Smith Tú heldur, at hon hyggur at tær, men [...] lesa Faðir vár. Hennara eygnasteinar liva í einum skýbøkli, hvíta, sum er følin og kenslusamur í landslagnum millum eygnahvarmarnar. Okkur- og jarðgrøni liturin taka seg upp á nøsina og hjána burtur [...] ger bara ljósið skarpari og nemur tað við hvørja túvu, hvørja lá , høvd og røð og ger dráttin á okkara ferð ljóst livandi. Ja, onkuntíð fór Ruth Smith somu leið, kanska ikki eftir somu rás, men fjøllini
at verða, men ikki eiga vit at gloyma okkara egna jørðildi ella okkara norðurlendska uppruna. Hvat hjálpir tað, um vit vinna allan heimin og mugu bøta við okkara føroysku ella norðurlendsku sál? “Natúrligvís” [...] okkum er eingin ivi. Glæstriligt kann tað vera í Vatikaninum, men einki hús er so hjartaligt sum okkara Norðurlandahús. Sjálvandi og “natúrligvís” eigur tað at verða so. Og tað heldur Pávin eisini. August [...] vøkstur í hesari torvu, sum bleiv eitt prýði fyri okkum øll – til mikla tign og miklan sóma fyri land og fólk og norðurlendsku tjóðirnar. Hetta er ein yndisligur bústaður hjá listini. Húsið hevur eina
Regin Dahl mest sum ein sagnarvera, at kalla ókendur og ósæddur av teimum flestu og tó til staðar í okkara universi, nakað sum gongustjørnur, ein hevur hoyrt gitnar, men ongantíð sæð, ella sum tann gamli [...] meðan hanar gólu fyri nýggjum degi. Hvat Regin hevði skapt av orðum ella tónum, mundu tey flestu okkara hava eina heldur káma vitan um. Nøkur hildu tó uppá, at ein fundur við henda glataða spælimann kundi [...] ætlan. Ungdómsuppreisturin var ikki av. So virðis-mikil og nýskapandi henda rørsla tóktist mongum okkara, kundi hon eisini, umsitin av óbúnum andum, hava við sær trong-skygni, viðhvørt blindleika. Regin