hjá Skála var innskiftur, varð hann rikin av vølli. Hann kom ov seint eftir einum bólti, sum endaði hjá B36-málverjanum, og áðrenn hann rann framvið málverjanum, náddi hann at seta botnin av gagguni á málverjan [...] málverjan. Ein støða, sum tryggjaði Poul reyða kortið. Við sær av vøllinum fekk hann eisini B36-málverjan, sum misti høvdið, og við einum sparki hevndi seg inn á Poul. Við tveimum monnum færri á vøllinum
at svara hvørjum sítt, og koma við einum roknskapi, sum kann góðkennast, greiðir Peter Flugge frá. Hann sigur, at tá feløg fara í gjaldssteðg, skal skiftirætturin taka støðu til hvat skal henda við felagnum [...] av skrásetingini. Felagið handan G! festivalin er sostatt ikki til longur, staðfestir Peter Flugge. Hann sigur, at tað, sum var av peningi í felagnum, varð býtt ímillum kreditorarnar, og síðani varð felagið [...] Spurdur, hvørjar vánirnar fyri einum G!festivali komandi ár, eru, svarar Peter Flugge, at tað kann hann ikki úttala seg um. -Hasum havi ongan møguleika at svara. Men eg kann siga við vissu, at tað verður
flyta hann til Suðuroyar, tí hetta var so spesialiserað arbeiðið, at fór alt fólki úr starvi, fóru nýggj fólk ikki at megna at reka Strandferðsluna víðari. Men tað skilst á Regin Vágadal, at hann hevur [...] slan nýliga sett Jan Haldansen settur sum leiðari á Sjódeildini og Hans Petur Joensen er settur sum leiðari á fíggjardeildini og hann flytir so úr Havnini til við til Suðuroyar. Annars skal nýggjur leiðari [...] hevur sagt upp. Sostatt er bara sjálvur stjórin, Regin Vágadal eftir av teimum gomlu starvsfólkunum. Hann varð settur í stjórastarvið eftir at avgerð varð tikin um at flyta stovnin og fylgir sostatt við til
Almenna vitjanin hjá Hans Enoksen, frú Aaliiaraq Enoksen og fylgi, varð nógv seinkað orsakað av seinkingum í flogferðsluni. Tey komu tó til Føroya í fríggjakvøldið. Ætlandi skuldi løgmaður vera vertur [...] við Brimli á nátt , og restin av vitjanini gekk eftir ætlan. Leygarmorgunin klokkan 11 undirskrivaðu Hans Enoksen og Jóannes Eidesgaard avtalu millum Føroyar og Grønland um vinnumenning, útbúgvingarmøguleikar [...] mentan, umframt samstarv á fiskivinnuøkinum. Undirskrivingin fór fram í býráðshølinum á Tvøroyri. Hans Enoksen sigur í viðmerking, at í Grønlandi vænta tey sær nógv av samstarvinum við Føroyingar. Tað
kunngjørdi annars, at hann ætlar sær at vinna fólkatingsvalið. - Javnaðarflokkurin hevur greitt alternativ til loysingaratkvøðuna hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldinum, sigur hann í eini niðurstøðu. - Vit [...] ynskir eitt rættvíst samfelag og ein rættvísan heim uttan fátækt. Og flokkurin leggur afturat, at hann vil eisini hava ein heim við friði og umhvørvisligari javnvág. - Ein heim, har menniskju liva í frælsi [...] áleggur flokkinum at taka henda spurning í fullum álvara. Annars staðfestir Javnaðarflokkurin, at hann framvegis virkar fyri: - Frælsi frá fátækt og kúgan og frælsi at menna skapandi evni og møguleikar
Gunnar Dahl Olsen, hevur lítið og einki gjørt við triathlon í ár. Hann hevur hildið seg til súkklingina, har er hann sterkur, men hann hevur kappingarandan og letur ongan sleppa fram um við góðum. Hinvegin [...] Áslakur Nesá er júst skorin í knæið, so hann verður tí ikki við, og Ottar í Hjøllum er farin av landinum. Eli Christiansen stóð seg væl í tíðarsúkklingini í Íslandi, hann er gamal svimjari og kann við næstan
nýta loftið, sigur borgarstjórin í Klaksvík. Hann viðgongur, at viðurskiftini og umstøðurnar í leigaðu húsunum langt frá eru fullkomnar, og stóð tað upp til hann var tað betur, um sambýlið bleiv latið aftur [...] kann bara siga, at vit arbeiða við málinum. Tað sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík. Hann sigur, at loysnin við sethúsunum í Bøgøtu alla tíðina skuldi verið ein fyribils loysn, sum tíverri [...] leigarin vil gera íløgur í húsini, tá talan bert er um stutta leigutíð aftrat, sigur Steinbjørn Jacobsen. Hann fegnast hinvegin um, at tað nú hóast alt er komið so væl áleiðis við ætlanini at byggja eldrabýli
eg, at summir hava bara atkvøtt fyri við hálvum hjarta, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Hann sigur, at hann tók tað sum givið, at tá tingfólk tóku undir við uppskotinum var tað í teirri vissu, at tey [...] Jørgen Niclasen spyr eftir ítøkiligum ætlanum, so hevur hann forstáilsi fyri tí. Sálvandi hevði tað verið upp á sítt pláss við slíkum ætlanum. Men hann heldur ikki, at tað er nakað »must«. - Hinvegin skulu [...] og bara hava atkvøtt fyri, til tess at kunna pynta seg við, at fyrivarni er burtur, sigur løgmaður. Hann vísir á, at tað er ikki rætt, tá Jørgen Niclasen førir fram, at danir bert hava bundið seg til at
kanska ikki so ógvuliga stórur, men í atsóknum á málið og í málum gjørdist munurin so mikið stórur, sum hann ikki áður hevur verið í ár. Hvørki hjá GÍ ella Skála. GÍ vann 5-0, og hetta var fyrsta ferðin í hesum [...] umfarið var næstan hálvleikt. Stutt horna í vinstru endaði við, at Christian Lundberg sendi innfyri, og Hans Jørgen Djurhuus, sum tykist vera komin seg væl, eftir at skaði leingi hevur darvað, stýrdi bóltin [...] at stigini fóru at vera í Gøtu. Skálamenn vildu vera við, at Sam Jacobsen gjørdi fríspark, tá ið hann tók bóltin av verjuspælara. Tað metti dómarin ikki, og úr einum 20 metrum sendi miðvallarin bóltin
bar ikki til hjá John at halda fram sum hjálparvenjari, deils tí hann er upptikin av at venja Formulaliðið hjá Skála, men eisini tí, at hann er í holt við at taka A-venjaraútbúgvingina, og at fleiri av s [...] at arbeiða við, sum tey stóru londini hava. Hjá okkum ræður um at finna stríðsandan fram, og brúka hann. Jens Martin Knudsen dylur ikki fyri, at tað verður eitt upplivilsi at vera við á síðulinjuni, tá [...] í kortið fyrst í nítiárunum, og vit millum annað vunnu móti Eysturríki, sigur Jens Martin Knudsen. Hann sær fram móti at arbeiða tættari saman við Jógvan Martin Olsen. - Vit kennast. Eg var hjálparvenjari