Gøtumenn vóru flúgvandi

Talan var um størsta sigurin á árinum, tá ið Skála varð sett upp á pláss av GÍ, sum fyri fyrstu ferð í ár fór av heimavøllinum uttan at hava fingið mál ímóti sær

Tað plagar ofta at vera tætt, tá ið nógvu oyggjauppgerðirnar eru á skránni í Eysturoy. Einki bendi á, at tað ikki skuldi verða soleiðis, tá ið síðsti landskappingardysturin var á skránni í Sarpugerði.

Skála vitjaði, og eftir 25 umfør var munurin millum GÍ og Skála á støðutalvuni millum lítil og eingin.

Men talan gjørdist um rættuligt skrædl í Gøtu, har lágættarvindurin bar við sær, at tað var torført at sýna polerað fótbóltsspæl.

Munurin í spælbýti var kanska ikki so ógvuliga stórur, men í atsóknum á málið og í málum gjørdist munurin so mikið stórur, sum hann ikki áður hevur verið í ár. Hvørki hjá GÍ ella Skála.

GÍ vann 5-0, og hetta var fyrsta ferðin í hesum kappingarárinum, at gøtumenn fóru av heimavøllinum í ár, uttan at mótstøðuliðið hevði megnað at fingið bóltin í málið aftanfyri stinna málverjan Geza Turi, sum eisini næsta ár fer at verja GÍ málið.


Álopsparið funnið saman

Fyrstu løtuna bendi einki á, at talan skuldi gerast um so stóran sigur. Hol kom á, tá ið fyrra umfarið var næstan hálvleikt. Stutt horna í vinstru endaði við, at Christian Lundberg sendi innfyri, og Hans Jørgen Djurhuus, sum tykist vera komin seg væl, eftir at skaði leingi hevur darvað, stýrdi bóltin í málið.

Álopsparið hjá NSÍ, Christian Lundberg og Hendrik Rubeksen, hava rættuliga funnið saman, og teir vóru meistarar fyri 2-0 málinum. Vongverjin í høgru, Jónreid Dalheim, sendi høgt og langt fram í brotsteigin. Hendrik Rubeksen fekk tamarhald á, spældi til Christian Lundberg, sum lyfti upp um málverjan og í málið.

Undan steðginum økti heimaliðið til 3-0, og harvið var tað mest sum avgjørt, at stigini fóru at vera í Gøtu. Skálamenn vildu vera við, at Sam Jacobsen gjørdi fríspark, tá ið hann tók bóltin av verjuspælara. Tað metti dómarin ikki, og úr einum 20 metrum sendi miðvallarin bóltin undan vindinum og í meskarnar.

Hesa løtuna hevði GÍ fleiri góðar royndir. Eitt nú rakti Hans Pauli Petersen, sum er ein av teimum, ið hevur verið nógv skaddur, og sum nú er komin seg væl, í stólpan.

Beinanvegin eftir hvíldina økti Christian Lundberg til 4-0, og miðskeiðis í 2. hálvleiki staðfesti Hendrik Rubeksen rimmar sigurin. Uppspælinum stóð Tomasz Sajdak fyri, tá ið hann úr høgru sneiddi framvið fleiri.

Tá vóru skálamenn longu undirmannaðir. Teitur R. Joensen hevði sæð reytt. 5-0 til GÍ, sum við úrtøku í Vági leygardagin kann staðfesta fimta plássið.