Vánaligt at turka av upp á danir

Tað er hugstoytt, at samgongan ikki stendur saman um Kyoto-avtaluna, og tað er ov vánaligt, at Fólkaflokkurin nú roynir at turka ábyrgdina av upp á danir, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður

Løgmaður heldur lítið um úttalilsini hjá Jørgeni Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum, um Kyoto-avtaluna.

- Tað er hugstoytt, at samgongan ikki stendur øksl við øksl í hesum máli. Tá heilir 26 tinglimir atkvøddu fyri at avtaka fyrivarni móti Kyoto-avtaluni, so roknaði eg við, at teir tóku heilhjartaðir undir við málinum. Nú skilji eg, at summir hava bara atkvøtt fyri við hálvum hjarta, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

Hann sigur, at hann tók tað sum givið, at tá tingfólk tóku undir við uppskotinum var tað í teirri vissu, at tey vistu, at hetta kravdi eitt arbeiði fyri umhvørvinum, og at mann var til reiðar at spenna seg út at gera hetta arbeiði.

- Kyoto-avtalan merkir, at vit skulu gera eitt ordiligt arbeiði fyri umhvørvinum, og tað er ikki gott, um tingfólk ikki hava gáa um hetta undan atkvøðugreiðsluni og bara hava atkvøtt fyri, til tess at kunna pynta seg við, at fyrivarni er burtur, sigur løgmaður.

Hann vísir á, at tað er ikki rætt, tá Jørgen Niclasen førir fram, at danir bert hava bundið seg til at minka um útlátið við 8%. Talan er í veruleikanum um 21%.

- Tá tosað verður um at samráðast við danir, so er tað væl fyri at sleppa bíligari. Um ætlanin er, at vit til dømis skulu fáa okkara prosentsats niður á 4%, skulu danir so økja sín upp á 25%? Eg haldi í hvussu er tað er ov bíligt at turka hetta av upp á danir, sigur Jóannes Eidesgaard.

 

Kundu lagt ætlan

Løgmaður sigur, at tá Jørgen Niclasen spyr eftir ítøkiligum ætlanum, so hevur hann forstáilsi fyri tí. Sálvandi hevði tað verið upp á sítt pláss við slíkum ætlanum. Men hann heldur ikki, at tað er nakað »must«.

- Hinvegin skulu vit heldur ikki gloyma, at tað er Fólkaflokkurin, sum seinastu árini hevur umsitið umhvørvismál, og tað hevur staðið teimum frítt at gjørt ætlanir viðvíkjandi umhvørvinum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Í løtuni er einasta ætlan viðvíkjandi umhvørvinum hon, sum liggur í orkupolitikkinum hjá Vinnumálaráðnum, men løgmaður vísir á, at vit nú hava eina serfrøðingastovu, sum júst er ætlað at koma við ætlanum um, hvussu vit verja umhvørvið.

- Tað skuldi einki verið til hindurs fyri, at farið undir tað arbeiði, sum skal til, fyri at ganga krøvunum í Kyoto-sáttmálanum á møti. Tað hava vit stundir til. Í hvussu er haldi eg ikki tað er rætt, at turka hendan trupulleikan av upp á danir, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.