so flytur EB/Streymur niður. Merkisvert er tað, at EB/Streymur hevur fingið Rógva Egilstoft heim úr Spania at vera við í bjargingarroyndini í kvøld. Á KÍ liðnum er Páll Müller tann einasti, sum seinastu [...] áhuga í kvøld hevur tað, um tað verður KÍ ella EB/Streymur, sum saman við 07 Vestur fer at flyta niður í 2. deild. KÍ er undir strikuni við 23 stigum og málmuninum -29, og EB/Streymur er á áttanda plássi [...] plássi við 25 stigum og málmuninum -50. Um tað eydnast EB/Streymi at vinna fulla úrtøku í Gundadali ímóti B36, so fer EB/Streymur at varðveita plássið í 1. deild. Um KÍ vinnur í kvøld ímóti 07 Vestur, og EB/Streymur
sunnukvøldið noyddist Klæmint A. Olsen skaddur av vøllinum. Tað ljóðaði fyrr í vikuni, at hann fór at vera klárur at spæla í morgin. Nú er tað greitt, at hann verður ikki við. Skaðin í knænum hevur hildið honum [...] Orsøkin var, at hann var skaddur í knænum. Í dag stuðlar Brandur seg á høkjum. Enn er tað ikki greitt, hvussu álvarsaman skaða talan er um, men tað er greitt, at Brandur verður ikki førur fyri at spæla ímóti [...] ársins landskapping í fótbólti. Tað er longu greitt, at KÍ hevur vunnið FM, og KÍ fjepparar í stórum tali rigga seg til seinnapartin í morgin fara at út til Runavíkar at vera hjástødd, tá ið FM steyp og
ikki tíma at arbeiða við fiski longur, eg veit ikki; um tað er ov rokaligt, skitið, luktar og er stravið. Men mær dámar tað væl, og eg kann viðmæla hetta. Hóast arbeiðiÐ er strævið, so bilar tað ikki hjá [...] arbeiðið Tað hevur verið vanlig at skúlanæmingar eru komnir á Tavuna at arbeiða í ferium, men nú síggjast færri og færri av teimum. Tað er sum heild trupult at fáa føroysk starvsfólk. – Tað tykist sum at fólk [...] formaður, starvaðist hon í maskinunum. Tað var ein stór broyting at gerast formaður, tí tá skalt tú taka tær av fólkunum, og tað er ein stór uppgáva. – Tað er ikki altíð tað nemmasta. Tú mást hava góða psyku
árið. Tí er tað eisini ein serlig kensla, at útgávan nú er klár at lata víðari til fólkið at hoyra. – Eg eri spent, tí sangirnir hava verið lidnir síðani í vár, og eg eri longu í gongd við at gera nýggjan [...] ljóði. Fokuslagið á nýggju EP'ini er á donskum og eitur "Hvis bare jeg ku’” – ein mjúk donsk popballada um at síggja ein, man er góður við, hava tað tungt. – Tað snýr seg um at vilja hjálpa einum kærum, ið [...] tónleik, sigur hon. – Men eg eri eisini øgiliga nervøs, tí knapliga fara onnur enn eg at hava eina meining um tónleikin, sum bara hevur ligið á telduni hjá mær so leingi. Fara teimum at dáma sangirnar? Ella
yvirlækni á Psykiatriska deplinum, fer at hava eitt upplegg. - Tá pallborðskjakið er liðugt, vóni eg, at vit sita eftir við munagóðum lyftum um ítøkilig stig at fáa bast eftirsleipinum í psykiatriini [...] Højgaard Ósá, og vit hava júst fingið ein dagførdan bíðilista, sum vísir, at 1.049 fólk bíða eftir útgreiningum í psykiatriini. Tað sigur Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum. Hósdagin 30. oktober skipar
royndi eg bara at goyma meg og fjala út yvir, tí eg helt bara, at øll hini vóru klókari og dugdu betur. Men síðan eg var 17, havi eg gingið til lækna fyri at royna at fáa eina frágreiðing um, hví eg hevði [...] hevði tað soleiðis. Og ja, eg havi eisini latið meg kannað fyri demens, men tað bleiv tíbetur staðfest, at tað hevði eg ikki, greiðir Eyðfríð frá. Læknarnir hildu ikki, at henni feilti nakað serligt, men at [...] var. Eg kendi meg aftur í øllum og var beinanvegin sannførd um, at eg feilti tað sama sum kvinnan í greinini, og hon var diagnostiserað við ADD – altso ADHD uttan H’ið. Síðan havi eg funnið út av, at talan
samferðslumálum at ’Sum tilskilað í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 er skotið upp at fara undir at gera Vestmannatunnilin, tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur. Tá eigur Vestmannatunnilin at vera liðugt fyrireikaður [...] eisini er tikin úr fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 er ivasamt, hvør raðfestingin av tunlinum til Vestmanna og aðrar tunlar er. Farleiðin til Vestmanna er góð, tá veðrið er gott, men tíverri er ov ofta [...] arbeiðið at gera tunnil til Tjørnuvíkar er farið í gongd kann væntast, at ferð eisini kemur á fyrireikingarnar til Vestmannatunnilin. Men hóast greiða setningin um, at ‘Tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur
fer at minka munandi um handilin við Russland. Tað er greitt, at russiski búskapurin fer at líða undir hesum - serlig tí, at olja og gass hava so velduga stóran týdning fyri Russland. ##med2## Longu síðan [...] - Eg eri ikki ovfarin. Longu í august ávaraði Washington um, at revsitiltøk fóru at verða sett í verk móti russisku olju-og gassrisunum, Rosneft og Lukoil, um russiski forsetin ikki fór at ganga við til [...] rekur. Orsøkin er, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ikki vil til samráðingarborðið og ongan vilja vísir til at enda kríggið í Ukraina, og amerikansku revsitiltøkini koma beint eftir, at ætlaði fundurin
Eftir tað kann eg presentera meg sum ”fyrrverandi haruteljara”, og fari heldur at nýta tíðina, at viðgerða øll tey tølini, sum eg havi savnað saman hesi seinastu 13 árini. HARUVEIÐAN TALSFES T Eg byrjaði [...] høgunum. At tað, so at siga bara eru menn, sum skjóta harur. Vit vita eisini, at samlaða talið av skotnum harum í Føroyum í miðal liggur um tær 7.000 harurnar, men at samlaða talið kann vera rættuliga [...] frá: Sum eg skrivaði í mínari seinastu frágreiðing um Haruveiðan í Føroyum - 2024 so var hon tann seinastu frágreiðing, sum eg skrivaði um haruveiðuna í Føroyum, og eisini seinastu ferð, at eg skráseti
inum. Tað var endin á einum sjey ára tíðarskeiði við umfatandi útbyggingum í fjarhitaskipanini árini 2016-2023. - Henda útbyggingin er eitt tað størsta takið, sum er tikið á fjarhitaøkinum. Tað var gott [...] Jacobsen, vísir á, at í roynd og veru var Fjarhitafelagið við til at skumpa undir ein grønari hugburð. - Fjarhitaskipanin var sostatt heilt frá byrjan við til at tálma oljunýtsluni. Harvið er fjarhitin eisini [...] Jacobsen. Hann metir tað hava stóran týdning, at stórir almennir bygningar knýta í fjarhitaskipanina, og tí er skilagott at halda fram við høvuðsleiðingini fra Fróðskaparsetrinum á Frælsinum og oman á