tætt samskifti er avgerandi, eisini tá hugsað verður um tíðina, vit liva í beint nú. Tí vildu vit hittast skjótt. Eg gleði meg at umrøða millum annað samstarv okkara, tá vit hittast í morgin, sigur Mette [...] fólkatingið. So seint sum seinasta fríggjadag luttók forsætisráðfrúan eisini á altjóða toppfundi í Oslo í Noregi. - Sjálvt um lond okkara hittast ymsastaðni í heiminum, so er tað natúrligt, at vit, í hesum bólkinum [...] mánadagin verður lýst sum ein trygdarpolitiskur fundur. Norðuratlantshavið er eisini vorðið eitt møguligt konfliktríkt øki, eftir at serliga Arktis í áravís hevur verið mett sum eitt lágspenningsøki. Við
vantandi búskaparliga haldføri setur krøv til umskipanir, sum skulu fremjast við samhaldsføstum langtíðarætlanum. Landsstevnan fegnast um framd úrslit, sum gera stóran mun fyri fólk í Føroyum. Javnaðarflokkurin [...] tíð við bygnaðarligum halli og stórum prísvøkstri, sum er komin inn á okkum uttanífrá. Úr rúgvuni av átøkum kunnu nevnast søguliga stóri skattalættin, sum hevur lætt um hjá lág- og miðalløntum. Ein arbeiðari [...] bústaðir verða bygdir komandi fimm árini. Landsstevnan fegnast eisini saman við arbeiðararørsluni um lønarlyftið og betri livikorini, sum arbeiðarafeløgini kempaðu seg til í fjør. Heitt verður í sama viðfangi
her hava vit arvað fleiri viðskiftafólk, sum foreldur míni høvdu, tá tey stóðu fyri rakstrinum av garðinum. Neytakjøtið gongur so mikið væl, at mest sum alt er longu selt, áðrenn vit hava tað, sum hann tekur [...] Uttastovugarður, sum er hin fyrsti, tá tú kemur inn í býlingin, í Beitinum, sum er innarlaga í Trøðum og so Miðstovugarður, sum liggur nakað innanfyri sjálvan býlingin í Trøðum. Fara vit nøkur ár aftur í [...] klára eisini flestu uppgávur sjálvi, men tey eru sera væl nøgd við tænastuna, sum MBM veitir garðinum, tá brúk er fyri hjálp. - Hetta er ein fín tænasta, sum er virkin 24 tímar um samdøgnið og sum hevur
grundleggjandi orsøkirnar til kríggið í Ukraina. - Tað var ikki Russland, sum breyt samráðingarnar av í 2022. Tað var Kyiv. Hóast tað leggja vit upp til, at Kyiv tekur beinleiðis samráðingar uppaftur uttan nakrar [...] stríðnum móti Ukraina, sum Putin hevði lýst, fór úr gildi klokkan 22. leygarkvøldið okkara tíð. Ukraina hevði ikki tikið undir við uppskotinum um vápnahvíld í tríggjar dagar, sum ukrainski forsetin, Volodymyr [...] sigur Putin, at Russland er "avgjørt fyri at føra álvarsligar samráðingar" í Istanbul. - Vit útiloka ikki, at vit undir samráðingunum kunnu semjast um eina nýggja vápnahvíld, sigur Putin sambært AFP. Ukraina
løgtingið at samtykkja lóg við 3. viðgerð, sum hækkar pensjónsaldurin hjá føroyingum upp í 70 ár. Hetta verður gjørt fyri at tryggja haldføri, siga politikararnir. Vit mugu taka hesi tøk fyri at tryggja framtíðar [...] ikki sleppa fram at sínum pensjónum, sum tey sjálvi hava spart upp til, fyrr enn tey verða 70 ár, siga politikararnir. Sosialurin hevur hugt upp á pensjónsskipanina, sum er galdandi fyri tingfólk. Sjálvt [...] galdandi fyri sitandi tingfólk. Tey tingfólk, sum verða vald aftan á næsta val, verða lønt og eftirlønt eftir nýggju skipanini. Í stuttum kann sigast, at tað sum tingfólk hava spart sær upp fram til næsta
tulipanurnar, og nú er tað primulurnar. Vit leggja ikki í stór trø, so vit hava bonsaitrø, sum er eitt lítið træ í eini skál, men tað sær út sum eitt stórt træ. Vit hava lagt okkum eftir at hava alt [...] úr pottunum í moldina aftur. – Vit hava fingið okkum glasgyrðing kring stykkið fyri at fáa lívd og meiri ljós, og so sleppa vit eisini undan at mála garðin, sum heldur ikki skuggar fyri vøkstrinum [...] blómum. – Vit hava fleiri krókar í havanum og hava tí møguleika at sita uttanfyri og njóta sólina og fáa lívdina, og so kunnu vit eisini skoða urtagarðin. Dánial greiðir frá, at hann sum yngri lænti
samgongu saman. Men at vit fáa breitt samstarv millum allar flokkar, eisini millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin í málum, sum hava avgerandi týdning fyri føroysku tjóðina, so vit fáa ein stabilitet [...] alivinnuni og náttúruverndarlógina. Best hevði verið, um vit eisini kundu gjørt semjur um onnur viðurskifti. Sum eg segði í ólavsøkurøðuni, so eru vit til reiðar at førka okkum fyri at finna semjur. Hóast [...] heiminum eru nógv broytt seinastu árini, har vit hava ein meira ótryggan og óstøðugan heim. – Tí hevur tað týdning, at vit fáa nakrar politiskar avgerðir, sum eru breitt forankraðar í Løgtinginum, so
er seymistova, sum í skjótt seks ár hevur slóðað fyri nýnýtslu av klæðum. Nýnýtsla er tað, sum vit á enskum kenna sum upcycling. Umframt at framleiða m.a. barnaklæðir burturúr klæðum, sum verða latin til [...] greiddi frá um Greenwashing og Guðrið Hansdóttir og Heiðrikur av Heygum framførdu. Eisini fingu fólk leskiligan mat, sum var framleiddur úr staðbundnum rávørum. Tann meiri hátíðarligi parturin á kvøldinum [...] hvussu tú við góðum mati kanst betra um bæði heilsu og vælveru. Eisini var Grøna gávan frá Etika latin. Tað er ein peningalig gáva, sum kemur inn fyri sølu av vatni í matstovunum hjá Etika. Í ár var upphæddin
akademiskt og kanska eisini meira lokkandi, tá tað snýr seg um granskingarstuðul. Og so styrkir hetta eisini um altjóða samstarvið, sum er neyðugt. Føroyar verða settar á kortið sum eitt livandi dømi um [...] fær hetta risastóra tiltakið eisini ávirkan. Havnin skal mennast sum universitetsbýur, og kommunan satsar eisini upp á burðardygga menning og nýskapan og vil draga til sín altjóða ráðstevnur sigur Elsa Berg [...] harvið kanska eisini geva okkum altjóða viðurkenning. Okkara ungu granskarar fáa somuleiðis eitt fínt høvi til at mennast fakliga og koma upp í nýggj samstørv, sigur hann . Og fyri Havnina sum vertsbý fær
umstøður, sum eru dragandi. So fólk velja Føroyar. So vit fáa fólkavøkstur. So vit gerast fleiri, sum bera. Vit kappast við útlondini. Bæði um arbeiðsmegina og barnafamiljurnar. Gera vit einki, tapa vit kappingina [...] eru mál, sum vit høvdu í valskránni. Sum vit fingu í samgonguskjalið. Og sum vit nú hava framt. Politikkur er viljin til broytingar. Gongd í haga. Nýggj náttúruverndarlóg. Landbúnaðarpolitikk, sum stimbrar [...] verða framdar. Vit skulu gera broytingar í dag, sum røkka inn í framtíðina. Men vit skulu eisini gera broytingar, sum muna longu í dag. Broytta aldurssamansetingin ger ikki bara, at vit koma at mangla