Persónurin, sum sat í Tesla Cybertruck, sum sprongdist framman fyri einum hotelli hjá Donald Trump í Las Vegas í Nevada í gjár, var ein hermaður í amerikanska herinum. Tað upplýsir AP-tíðindastovan. Maðurin [...] Myndugleikarnir siga, at maðurin helst sjálvur hevur latið skotið av. Motivið fyri Tesla-spreingingina er ikki kent enn, boðar FBI frá. FBI hevur áður mett, at spreingingin var ein einstøk hending. Tað segði Jeremy [...] galdandi fyri Shamsud-Din Bahar Jabbar. AP skrivar tó, at Livelsberger og Shamsud-Din Bahar Jabbar ikki vóru á hernaðarstøðini samstundis. /Ritzau/
og Jógvan. Hetta var ein onnur tíð. Og ein tíð har tað kanska ikki var vanligt at tosa um tað, ið ikki var lætt. Tað hevur helst heldur ikki verið lætt hjá tygum og Edvardi, tá Jógvan sum pinkubarn fekk [...] fýra ár seinni. *** Tað ber illa til at nevna tygum, Jóna, uttan ikki eisini at nevna systur tygara Miu. Tygum og Edvard tóku Miu, sum ikki kundi búgva einsamøll, til tykkara, líka til hon flutti á ellisheim [...] lukku við mammu, ommu og langommu tykkara. *** Í dag hittast vit ikki á einum ellisheimi, men her í hølunum hjá Námi. Tí tygum búgva ikki á ellisheimi, men hjá dóttrini Kirstin í Blómubrekku í Havn. Her
órasessin frá sær og slitið samstarvið. – Men eg haldi tað ikki vera rætt, at eg skal frásiga mær álitið, ið mær varð víst, tí ein annar ikki dugir at bera seg at. Og hann fer kortini at verða sitandi [...] kvinnur hava sagt mær, eftir at hetta er komið fram. Eg eri ikki í iva um, at tað passar. Trupulleikin er, at so leingi, sum eingin meldar og maðurin ikki er dømdur, er tað ógvuliga trupult hjá mær at gera nakað [...] hava vit eina heilt aðra støðu. Frameftir Eg vil at enda endurtaka hvussu ómetaliga hørm eg eri um tað, sum nú er komið fram. Eg veit, at nógv fólk tosa UM støðuna, men tey flestu hava ikki tosað VIÐ meg
seg ikki, at vit fóru nakra aðrastaðni at spæla. Bara at fara yvir á Kósina – sum er hinumegin víkina – kom ikki upp á tal. Tá ið vit so fóru í skúla, víðkaðist heimurin. Men vit fóru framvegis ikki heilt [...] ansa eftir, at vit ikki tosa Exit Føroyar í gongd. Tí sannleikin er, at færri føroyingar eru fluttir av landinum í ár enn í fjør. Avbjóðingin er, at fleiri av teimum, sum eru farin, ikki koma aftur. Vit mugu [...] Vit mugu ikki treytaleyst endurtaka uppáhaldið um, at alt er betri uttanlands. At tað er natúrligari at fara enn at vera – og at verða verandi burtur heldur enn at koma aftur. Vit kunnu heldur ikki lýsa Føroyar
tíkini, Bellu. Tað sigur Majbritt Lamhauge. - Vit duga væl at hugna okkum saman, og kvøldið verður heilt víst hugnaligt, romantiskt og festligt. Hon sigur, at tey plaga eisini at luttaka í nýggjárshaldinum [...] num hjá eigarafelagnum við faklagongu og báli. - Fýrverk sigur okkum einki, so tá børnini ikki eru heima, sleppa vit undan at brúka orku og tíð til tað, men fara sjálvandi at njóta útsýnið yvir Havnina
snúgva seg um. Júst nær tann fyrsta nýggjársrøðan, í tí formi vit kenna hana, hevur verið, vita vit ikki heilt, men í fyrsta Sosialinum eftir nýggjár í 1962 prentar Sosialurin røðuna, sum Petur Mohr Dam, løgmaður [...] tá var hann eisini á nýggjárinum í 1958. Men í januar í 1959 tók Petur Mohr Dam við sum løgmaður og sat til januar í 1963. Síðani tá hava hesir løgmenn hildið nýggjarsársrøður: 1963: Hákun Djurhuus 1964:
fingið linnandi viðgerðir, men eftir fleiri innleggingar á sjúkrahúsi, avgjørdi hann, at nú skuldi hann ikki hava fleiri viðgerðir. Í mai 2024 segði eitt av hansara abbabørnum, Jason Carter, at lívið hjá abbanum [...] abbanum nú gekk móti endanum. Jimmy Carter varð føddur í Plains í Georgia hin 1. oktober í 1924. Hann sat sum forseti í USA fyri demokratarnar árini 1977 til 1981, tá republikanarin, Ronald Reagan, gjørdist [...] árini luttók Jimmy Carter eitt nú í óhefta heimsfelagsskapinum, The Elders. - Pápi mín var ein hetja - ikki bara fyri meg, men fyri øll, sum trúgva upp á frið, mannarættindi og ósjálvsøknan kærleika, sigur
Økið er avbyrgt, og óviðkomandi eiga at halda seg burtur. Hvat júst er hent, og hví eldur er í, er ikki heilt greitt enn. Meira verður at frætta um hetta seinni. ##med2## ##med3##
okkara døgum, og kundi Regin smiður enn nýtast sum grundstøði í okkara samtíð, til ein slíkan leik. Heilt víst ber høllin í Varpinum akustiskt nógv til leikin, har høvuðsleikarin, Rúni Brattaberg ber allan [...] afturat – Hatta var fantastiskt”! Takk fyri øll tit, sum gjørdu hetta altjóða verk møguligt – eitt satt bragd frá øllum síðum. ##med33## ##med34## ##med35## ##med36## Hetta stendur at lesa á heimasíðuni [...] slær tað í amboltin, brotnar tað. Sjúrður verður í øðini og hóttir við at drepa Regin, um svørðið ikki verður smíðað so sterkt, at tað sker gjøgnum stál og stein. Aftur fyri setur Regin sum tret, at hann
eitt satt frambrot, at nógvir fiskimenn nú ikki arbeiða fleiri enn 12 tímar um dagin. - Men, enn eru tó nógvir fiskimenn, sum hava 18 til 20 tímar arbeiðsdag. Hetta kann hava við sær, at menn ikki ansa [...] - Nógvir fiskimenn eru merktir av sínum langa og harða arbeiðslívi, og tí tekur Fiskimannafelagið ikki undir við, at pensjónsaldurin verður hækkaður. Men, felagið tekur undir við, at pensjónistar sleppa