ungir og svangir, og vit vildu vinna, og vit høvdu eitt sera gott samanhald á liðnum. Har vóru nógvir góðir spælarar, og vit fungeraðu eisini væl, sum eitt lið. Undirstrikar Harley. Todi Jónsson og Jákup [...] hjá Sosialinum og Rás2 í Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík. Stutt aftaná eg havi sett meg inn í skrivstovuna, trínur ein høgur og rankur maður innar í hølini. Ikki sæst á honum, at hann skjótt fer um tey 40 árini [...] árini, og at hann hevur verið partur av besta liðnum hjá KÍ í samfull 20 ár. Maðurin er blíður og fyrikomandi sum altíð. Dygdir sum røkka langt í dagliga lívinum, og eisini tá ein skal selja dygdargóða
bleiv dekan og óinteressant, sigur Svend Thulesen og brettir sær í sofuni. Á vegginum hanga málningar av føroyskum listafólkum og inni benda teir flestu prýðislutirnir heim til Føroyar. Og hóast Svend [...] meira at vera respekteraður, og tað havi eg verið. Og tað at fólk eru greið yvir, at tað sum eg havi sagt, og tað sum eg meini, tað broytist ikki. Man kann ikki keypa meg, og tað ger so, at eg upp á onkran [...] nummar 206, í einum villakvarteri á Amager, og tað er friðaligt. Juni og summar í luftini og telefonin ringir bara einaferð, hendan seinnapartin vit sita og tosa saman. Tað er dótturin, sum er í hinum
far so good. Skal henda her og nú Í dag skriva vit 2003, og her ræður óvissa, ótolni og resignatión millum manna. Hví? Jú tí vit eru so bráð og vilja hava tingini at henda her og nú. Vit mugu sjálvandi varðveita [...] skrivstovur og fólk her merkir, at tey hava ikki mist áhugan heilt. Hvat fer at henda? Hvat fer so at henda nú spyrja tit ótolin! Og tað sær út til at blíva ein uppafturtøka av spurningum og aftur spurningum [...] eru fýra. Og verður nýggj útbjóðing í næsta ár kann jú henda, at uppaftur fleiri brunnar fara at standa á skránni tey næstu árini. Og tað í nýggjum og kanska meira spennandi økjum fyri norðan og fyri vestan
virða og ikki vanvirða okkara egna. Og at skoða út í heim og síggja okkum sum tjóð millum aðrar. Her byrjaði tað. Og tað var júst sama hugsjón og somu mál og visjónir sum elvdu til, at menn og kvinnur [...] merkir fólkaræði. Og vit fordøma av øllum alvi álopini, morðini og oyðingina hjá Russlandi á fólkið og sjálvsavgerðarrættin hjá ukrainska fólkinum og tjóðini. Og Føroyar skulu sjálvandi, saman [...] Einaferð kemur tað undan, alt tað, sum verður droymt. Tolið og livandi stundar, fræið í moldum goymt. Tað fer at vára og næla, um vit halda á at virka og droyma. Dreymar, hugsjónir, felags virðir og at virka
deild varð latin aftur vegna sparingar, og fyrilit varð ikki fyri vánaligu korununum hjá børnum og ungum við serligum tørvi. Javnaðardansurin hevði mist stevið, og tað var trupult at sissa revsandi røddirnar [...] i brotin, og vísti seg eisini at vera væl grundaður ideologiskt á vinstravonginum í eini tíð, tá Javnaðarflokkurin var í samleikakreppu. Dámligur og hóvsamur var hann í politiskum kjaki, og hann dugdi [...] á politisku dagskránni, og tað er tí ivasamt, um flokkurin kann ganga meira fram í hesum døgum. Politiska kjakið her og aðrastaðni snýr seg fyri tað mesta um fíggjarkreppu og undirskot, sum ikki eru fremjandi
øllum styrki og áræði til framhaldandi stríð. Og einaferð fer sjóvarfallið at linka, og einaferð fer tað at venda. Tá er umráðandi, at vit hava gjørt okkara arbeiði og eru til reiðar. Og så til vores danske [...] møguleikar og lívsvirðir. Eitt samfelag, har hvør kennir egnan týdning og egnar skyldur. Eitt samfelag, sum setur okkara frælsi til eitt virki og viðkomandi lív í hásætið. Og alt hetta kemur ikki av sær [...] dygt og skilagott arbeiði, og vónandi fer komandi tingseta eisini at merkjast av einari virknari og konstruktivari tingmanning hjá Javnaðarflokkinum. Endi Vit byggja einki land við tómum flosklum og romantikki
øllum styrki og áræði til framhaldandi stríð. Og einaferð fer sjóvarfallið at linka, og einaferð fer tað at venda. Tá er umráðandi, at vit hava gjørt okkara arbeiði og eru til reiðar. Og så til vores danske [...] møguleikar og lívsvirðir. Eitt samfelag, har hvør kennir egnan týdning og egnar skyldur. Eitt samfelag, sum setur okkara frælsi til eitt virki og viðkomandi lív í hásætið. Og alt hetta kemur ikki av sær [...] dygt og skilagott arbeiði, og vónandi fer komandi tingseta eisini at merkjast av einari virknari og konstruktivari tingmanning hjá Javnaðarflokkinum. Endi Vit byggja einki land við tómum flosklum og romantikki
skaldsins lívi og virki. Í øðrum lagi kann ein spyrja, hvat er eftir av tí heimi, sum Janus livdi og virkaði í, og í hvønn mun hann er broyttur. Er nakað samband millum Janusar lív og virki og heimin - fatandi [...] hugmyndin ein samanrenning av tí besta og upprunaligasta í føroyskari mentan - fyrst og fremst málinum og tí bæði strangliga stýrda og dionýsiskt skapandi føroyska dansinum - og einum modernaðum mentunarhugtaki [...] hjá smáum tjóðum, tað søguliga og mentunarliga sambandið millum Danmark og Føroyar, Europa sum mentunarligt hugtak, sambandið millum talumál og bókmentaligan málnorm, menniskjanslig heimkensla, menniskjans
spyrja standardspurningin: "Og hvussu dámar tær so Føroyar og føroyingar, og hví valdi tú Føroyar" Eg haldi, at hesin spurningur varð givin hvørjum einasta útlendskum tónleikabólki og orkestri, sum hevur spælt [...] gentan, sum togar dreingin aftan á sær og velur og peikar. Hetta slag av pørum fer gjølla gjøgnum hvørja deild í IKEA. Drongurin gongur nøkur fet aftan fyri gentuna og sær oftast ikki sørt misnøgdur ella [...] longd, breidd og hædd. Konan stendur og peikar, meðan maðurin mátar og skrivar niður. Starvsfólkið hinvegin stendur tolið, smílist og bíðar. Tó, aftanfyri hendan blíðsníðaða gekkaskortin hómi eg ein farra
skal mala við fullari ferð, og vit mugu bara royna at fylgja við. Detta vit av, so er tað bara synd. Sambandsflokkurin vil mála hjólið reytt og hvítt og biða onkran annan stýra og seta ferð á. Javnaðarflokkurin [...] gjørdist eitt sindur linligt og langligt og strævið, tí at alt endaði við útvatnaðum flosklum og lítlum tvørleikum, uttan at nakað konstruktivt varð borið fram. Onkuntíð sat ein og takkaði Gudi fyri K, tí at [...] valstríðið; eitt Føroyar fyri øll. Verður ráðandi hugsanin í Føroyum misálit, neilig spjaðing og væntandi trúgv á egnan mátt, so fer hetta at ávirka allar tættir í okkara samfelagi, og hevur hetta álvarsamar