innløgd á sjúkrahúsi, fleiri teirra illa skadd. Bussførarin var millum tey deyðu, verður sagt. Sambært Corriere della Sera eru tvey fólk deyð á sjúkrahúsi í nátt, og harvið kom talið á deyðum upp á 38. Ringt [...] Ringt at sleppa til Blaðið skrivar, at kistur við teimum 36, sum doyðu á staðnum, stóðu á rað fram við vegnum millum blóðdálkað klæði og oyðilagt viðføri. Trupult var at sleppa fram at bussinum, tí ein [...] hendi. Bjargingararbeiðið gekk ov seint Ein kvinna, sum slapp við lívinum, hevur sagt skyldfólki, at okkurt var galið við einum dekki vinstrumegin, skrivar TV2. Ov long tíð gekk, áðrenn munadygg hjálp kom
hendingina, tá trolarin Sundaberg sakk í 1972. Heitið á bókini er “Tá Sundaberg sakk”, og tað er Birgir W. Høgnesen, sum hevur skrivað, og Forlagið á Tumbakka gevur hana út. Tað var ein hvøkkur fyri allar [...] Bókin fæst til keyps kring alt landið umframt á heimasíðuni: www.ok.fo fyri 300 krónur. Sitatir úr bókini Nakrar endurgevingar úr bókini eru hesar - * "Tað gekk væl at koma í gummibátarnar. Vit komu rættiliga [...] fekk likamligt mein av skipsbrotinum. Í bókini verður fylgt við skipinum frá tí, at tað verður bygt á skipasmiðju í Týsklandi í 1952, til tað søkkur í 1972. Talan er um trolaran Nordhav 5, Jóannes Fonsdal
í blaðnum í dag vísir formaðurin fyri skúlastýrið á skúlanum á Ziskatrøð, Ella Heinesen, á, at hon beint eftir nýggjár fekk at vita frá leiðaranum á heilsufrøðiskipanini, Bjartu Vilhelm, at søkt fór at [...] trupulleikin er ella nær ein loysn kann væntast. Slept upp á fjall Anna Svanhilda Johannesen er foreldur at drongi í fyrsta flokki á skúlanum á Ziskatrøð. Í novembur í fjør tók hon stig til at skriva skúla- [...] Í meir enn eitt hálvt ár hevur starvið sum ella heilsufrøðingur á skúlanum á Ziskatrøð staðið órøkt. Hetta merkir millum annað, at børnini í fyrsta flokki ikki hava fingið ta grundleggjandi 1. flokks
valdi eg læraravegin, sum mínir forfedrar hava gjørt. Fyrst fór eg á háskúla í nStøvring í Jyllandi, oh síðani á læraraskúla í Holdbæk á Sjællandi. Eftir fýra ár, tók eg læraraprógv og tað gjørdi táverandi [...] Fyrstu árini gekk eg í Fólkaskúla í Porkeri og realskúla í Vági. 15 ára gamal, fór eg á royndarfiskiskap í Grønlandi við Karin K og 10 øðrum bátum, har eg var við Mathildu úr Leirvík. Í okt.59 varð eg [...] eg settur í starv, sum vikarur á Stóru Dímun, og varð eg har frá 1.okt. Til 1.apríl. Øll árini frá 1959 til 1963. Síðani fekk eg lærarastarv í Tjørnuvík, frá aug.1963 til juli 1964. Eg var sjómaður frá apríl
bløðunum og útvarpinum. Talvini øll, kappingartalvan og myndir eru at síggja á www.ktfchess.com Á talvliga økinum var støðið eisini á gongdari leið. Hóast tað vórðu heldur ov nógvir skjótir javnleikir, varð [...] oktobur. Tá Ólavur vann á Hermansson í fimta umfari, lá klaksvíkingurin á deildum fyrsta plássi. Men ein skuffandi seinna helvt, har Ólavur einans fekk eitt stig, endaði hann á aftasti plássi saman við [...] ein altjóða kappingarsucces í Klaksvík lagt aftrat rúgvuni í føroyskari talvsøgu. Alt tað praktiska gekk væl fyri seg og takka bulleting-skrivaranum og fjølmiðlamanninum, sum fyriskiparin Rani Nolsøe hevði
vóru á teimum stóru oyggjunum, eins og á Kalsoy, Kunoy, Borðoy, Skúvoy, Fugloy og Viðoy. Spakar Sum longu nevnt høvdu tey fyrstu pørini góð livilíkindi her á landi. Uttan iva var grýtuta lendið á Kirkjubøreyni [...] Dorethe Bloch, leiðara á Djóradeildini á Náttúrugripasavninum er miðalvektin hjá haruni á teimum ymisku oyggjunum í tíðarskeiðnum 1948-2001. Eftir hesum yvirliti at døma, viga harurnar á Sandoynni mest í miðal [...] til at nógvir menn fara at fáa sær ein frídag fyri at fara á haruveiðu á fyrsta sinni í ár. (Heimildir: Fyrst og fremst Dorete Bloch, leiðara á Djóradeildini; Náttúrugripasavnið; internetið o.a.) FAKTA
málaraarbeiðið á Norrønu næstan á hvørjum ári síðani 1990. Sum oftast hevur arbeiðið verið gjørt í Danmark, men eisini okkurt ár í Túsklandi. -Tað er ikki altíð líka nógv sum skal málast á hvørjum ári. Í [...] hava fingið rættiliga lit á seg. -Av tí at veðrið hevur verið so gott, hava vit eisini arbeitt leingi hvønn dag. Vit eru farnir upp kl. 6.30 og eru ofta ikki givnir fyrr enn kl. 22 á kvøldi. Tað er ein langur [...] Danmark gjørdi, at ætlanin mátti broytast. -Vit máttu í skundi orna alt av núggjum, men sum heild gekk alt væl. Eitt sindur óheppið var kortini, at tað bara eydnaðist okkum at fáa eina lyftu í Kristiansand
ára gamla gentan varð staðfest deyð í gjárkvøldið. Eftir á lívi er nú hálvt annað ára gamla smágentan, og hon stríðist framvegis fyri lívinum á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo. - Tað er greitt, at skuldsetingin [...] hálvt annað ára gomlu gentuni á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo verður veit eingin at siga enn, men smágentan er framvegis í lívsvanda. Tað var mánakvøldið, at ein persónur, sum gekk fram við sjóvarmálanum, sá [...] vorðið greitt, at fýra ára gamla gentan, sum saman við mammu síni og tveimum øðrum systkjum endaði á sjónum í Tromsø mánakvøldið, er druknað. Løgreglan í Noregi sigur, at hetta hevur líkskurðurin fyribils
barnagarði á Velbastað sjálvt um mamman ella pápin arbeiða í Havnini. 4 ára gamli Teitur hevur búð í Havn síðani november mánaða. Áðrenn hann flutti til Havnar búði hann í Nólsoy, har hann eisini gekk í barnagarði [...] at fara til Nólsoyar í barnagarð. Tørvurin á stovnsplássum og skipaðaðari frítíð fyri børn í skúlaaldri er júst trupulleikin Foreldrafelagið leggur upp til á pallborðsfundi í Klingruni í Norðurlandahúsinum [...] Barnaansing Tørvurin á ansingarplássum í Havn ger, at foreldur eisini umhugsa aðrar loysnir enn júst eitt barnagarðs- ella vøggustovupláss í Havnini. Summi børn eru jú hjá ommum og abbum, meðan onnur ganga
og vísti á at hetta álitið kann vera ein lopfjøl til tað. Møguligt aðalorðaskifti Jógvan á Lakjuni takkaði fyri álitið, hann fekk handað á fundinum og fegnaðist um, at arbeiðið hjá bólkinum nú var at [...] Í morgun var boðið til tíðindafund á Mentamálaráðnum, har Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, fekk handað álit um Pedagog- og læraraútbúgvingina - ella PLÚ-álitið, sum onkur rópti tað. Tað [...] Tað var formaðurin í arbeiðsbólkinum, Petur Zachariassen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, ið handaða Jógvani á Lakjuni álitið, og tað var eisini hann, ið greiddi frá tí, álitið innibar. Pedagogútbúgvingin