vera samd við Dagfinni í punktunum um rættartrygd, rættindi og skyldur borgarans og sosialmálini. Men so rakk ikki longur. Onkur vildi ikki vera við, tá tosað verður um tætt samstarv við hini Norðanlondini [...] okkum við tað, sum danir siga, stendur yvir portrinum til Helviti: »Her lades alt håb ude.« Sum dømi um lógloysið nevnir Dagfinnur Danbjørg, at føroyskir lærarar í eina øld hava goldið pening í ein pensiónsgrunn [...] ini, serliga Danmark. Tey vildu heldur hava loysing. Onkrum dámdi ikki, at í so nógv varð tosað um trúgv og ávísar samkomur. Og soleiðis spjaddist fylgið, til at enda bert eini fimm fólk vóru eftir, sum
uppá kravið um trygdarskeiðið. Spurningurin um trygdarskeið hevur verið umrøddur í fleiri ár. T.d. greiddi eg frá á ársfundi hjá Fiskimannafelagnum fyri skjótt trimum árum síðani um hetta evnið. Í november [...] somuleiðis kunnað um skrivið. Eisini skrivaði eg blaðgrein um hetta evnið, m.a. í FF-blaðnum, í februar í ár. Í skrivinum, sum bleiv sent út til hoyringar, varð m.a. víst á, at kravið um, at ein og hvør [...] skeið, um teir skuldu gjalda alt sjálvir. Uppskot mítt var, at sjómannafeløgini og tryggingarnar vóru við til at fíggja hetta. Ætlanin var, at kunngerðin skuldi koma í gildi 1. juli 1996. Hetta bleiv útskotið
eisini hjá ungdómslandsliðunum, sum eru farin undir sínar venjingar (les meiri um hetta á næstu síðu). Tá vit bóðu feløgini um at enda spælarar til landsliðini, vónaðu vit, at spælarar fóru at koma ú røllum [...] við í bestu deildini, men sum heild er talan um ein trupulleika, sum Hondbóltssambandið er sinnað at verða við til at loysa. Vit hava tosað rættiliga nógv um trupulleikarnar hjá serliga manshondbóltinum [...] Hondbóltssambandið ætlar í hesum sambandi at greiða feløgunum frá átakinum, og fáa tey til at geva boð um tey eru áhugað at fáa vitjan av einum bólki. Vit kunnu geva feløgunum møguleikan til eina slíka vitjan
eru í ein um samarbeiðið við Ford-umboðið í Danmark, har henda skipan eisini er galdandi. ? Hetta er ein nýggj skipan á okkara leiðum, men hon hevur verið roynd aðrastaðni. Eitt nú hevur hetta verið vanligt [...] talan er um eitt rættuliga víttfevnandi prosjekt, og at tað tí í fyrstu atløgu bara verður talan um at Ford fer at rinda rakstrarútreiðslurnar av Ford-bilum. Men skipanin fer beinanvegin at fevna um meira [...] tryggingin seg um. ? Veruleikin er tann, at vit átaka okkum allar útreiðslur fyri eitt nú oljuskift, at skifta útstoyt, viskarabløð, koblingar, gearkassar motorar - enn tá fleiri ferðir, um tað gerst neyðugt
og sleingja tí einu lygnina fyri og aðra eftir út millum fólk, gjøgnum bløð og sjónvarp v.m. Hetta minnir um tað, sum stendur skrivað í Esaias: 59.4. »Eingin er, sum lyftir rødd sína fyri rættvísina, og [...] og tala lygn, tey ganga við vanlukku og føða órætt«. Undirritaði kann av sonnum lívsroyndum vitna um hetta, at allir »Samfelagssjakalar« (advokatar) við fylgi hava tað serútbúgving, at teir kunnu forleingja [...] tíð, at ylur er komin í rúgvuna, ja, so kann ikki annað sigast enn at tað sama ger seg galdandi her. Um viljin er til staðar, so kann hendan kanning uppklárast til fulnar eftir fáum vikum, men viljin verður
skulu vera. Tað verður tosað um hetta í løtuni, sigur Tryggvi Johansen. Hann sigur, at tað er heldur ikki fyrr enn nú, at møguligt hevur verið at fingið tílíkt samband í lag um hesi viðurskifti. Tí ikki fyrr [...] aftur at kalla í senn. Tí varð heitt á Tryggva um at taka sær av virkseminum saman við Hans Peturi Weihe og Hervør Nolsøe, sum tá yvirtók formanssessin. Hetta gjørdist eitt rættiliga umfatandi starv, sigur [...] peninginum varð bjargaður. »Reint psykologiskt virkaði tað øgiliga væl. Tað vildi verið ein vanlukka, um alt hetta, sum konurnar høvdu sitið og bundið og tøtað fyri í fleiri á, var farið fyri einki,« sigur Trygvi
og varð hetta hildið at vera passandi. Navnið stavar afturi frá fornu norrønu gudalæruni. Og so var onkur beinanvegin, sum helt hetta vera óhóskandi. Men meiriluti var fyri hesum navninum. Hetta passar [...] tílík tiltøk. Hesum tiltøkum er ætlanin at hava eitt av um mánaðan. Mikukvøld verður skúli í húsinum. Hetta er undirvísing fyri vaksin í føroyskum og um føroysk viðurskifti . Tað er Gulla Mohr, sum er lærari [...] verður at royna at fáa útgerð so sum teldur og annað, sum kann nýtast til hetta. Eisini er hugsað um børnini í felagnum. Eina ferð um mánaðan verður mentunnartiltak fyri børnini í húsinum. Har verður lisið
eina sjálvfylgju í dag. Einaræðini fóru at rilla, og fólkastýrið fekk so við og við fótin fyri seg um okkara leiðir í 19. øld. Sum ein fylgja av hesum fóru fólk at seta út í kortið, hvussu nýggju rættindini [...] at mennast, so fór tað góða at vinna á tí ónda. Menningin skuldi fara fram gjøgnum fría kapping. Hetta vóru sjálvsagt freistandi og vælklingandi tíðindi hjá teimum, sum kendu sviðan eftir náðileysa einaveldis [...] sum eyðkennir arbeiðararáðstevnurnar, er samanhaldið millum fakfeløgini og Javnaðarflokkarnar. Tankin um eina arbeiðararørslu uttan ein politskan part Javnaðarflokkin og ein fakfelags part LO er óhugsandi
fekk bert stutta tíð í tinginum. Sama árið sum hann varð valdur, varð hann smittaður við tuberklum um borð á skipi og doyði árið eftir bara 43 ára gamal. Næsti maður á listanum tók við í 1937. Tað var [...] fyrstu tingmonnunum í øðrum, triðja og fjórða ættarliði enn eru javnaðarfólk. Stórar ættir, ið búgva um alt landið. Í 1940 var Jógvan Frederik Øregaard úr gøtu valdur. Hann var handilsmaður, útróðrarmaður [...] aftur í flokkin. Eysturoyar Javnaðarfelag hevur 260 trúgvar limir, sum eru stamman í veljaraskaranum. Hetta skeiðið frá 1994-98 meta vit sum eina parantes í floksins søgu. Vit fylkjast manniliga og koma sterk
rørslu, vóru Jóan Petur Davidsen og M. S. Viðstein. Vit hava hitt teir máli, at fregnast eitt sindur um tað fyrstu tíðina henda rørsla fekk fótin fastan her í Føroyum. - Hvussu komst tú á fyrsta sinni í [...] stættirnar í landinum. Ein kann bert hava í huga bøkurnar hjá Nexø, har hann greiðir frá samfelagslívinum, um teir sosialu ójavnar, har fjøldin bert skuldi siga takk fyri, tað sum tey ríku »allernådigst« untu [...] eggjandi sangir, sum líkasum settu lív í rættvísiskrøv arbeiðaranna. Eisini fylgdu vit væl við rundan um okkum, komu skjótt í samband við javnaðarflokkin í Svøríki og fingu frá teimum bøkur og bløð. Sosialisman