gøtuna tann 11. september, hava spurnarlepar til kappingina um dreymaferðina verið at finna í vikuskiftisblaðnum. Sjey ferðir hava lesararnir havt høvi til at svara upp á ymsar spurningar, og nú er freistin [...] samstundis eitt VISA-kort við, har vinnarin kundi nýta upp til 10.000 kr. á ferðini. Nú er so drigið, og hepni vinnarin, sum nú kann gera seg til at liva sum millióningur í nakrar dagar er Súsanna Jacobsen [...] var eisini ein eykavinningur drigin. Og heldur ikki hesin var soleiðis at forsmáða. Ein familjuferð til Danland fyri tvey vaksin og tvey børn í bili er altíð nakað, sum er vert at royna eftir, og eisini
teinurin er frá skúlanum á Giljanesi norður til Keypssamtøkuna og heimaftur, meðan longri teinurin er frá skúlanum og heilt til Vatnsoyrar, áðrenn leiðin aftur gongur til skúlan á Giljanesi. Tiltakið byrjar klokkan [...] tíðindaskrivi, at tað er púrasta upp til einstaka luttakaran, um hann ella hon velur at ganga ella renna teinin. Endamálið er at fáa fólk út at røra seg. Tilmelding til tiltakið fer fram á heimasíðuni hjá [...] renning, sum almanna- og heilsumálaráðið skipaði fyri herfyri, hevur givið fólki kring landið hug til at skipa fyri líknandi tiltøkum. Felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, fer 2. oktobur at skipa
virknar og hava sungið til konsertir í Klaksvík, Gøtu, Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í Kommunuskúlanum í Havn. Eisini hava tær sungið til nógv onnur høvi, eitt nú á matiné?um, til vígslur, jarðarferðir [...] stuttum sungu tær til setanina av stóru KT-stevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum. Leygardagin fer kvinnukórið á rundferð í Eysturoynni. Fyrst verður farið til Elduvíkar, síðani til Oyndarfjarðar, Skála
Jenisi til nakrar atkvøður. Skal hetta vera politisk upplýsing við lít, átti alt at verið savnað á einum staði, so at borgarin fekk høvi til at seta seg inn í stevnur flokkanna og støður teirra til ymisk [...] Á løgtingsins fíggjarlóg verður peningur settur av til politiska upplýsing. Serligar reglur eru fyri, hvussu hesin peningur kann nýtast. Peningurin verður býttur millum løgtingsumboðini í serligum lutfalli [...] megna ein lítlan part av tí, sum hinir megna. Spurningurin er í hesum føri, um almenni peningurin fer til politiska upplýsing. Nei, her er talan um partapolitiska upplýsing. Hvør flokkur talar sína søk við
viðskiftafólkunum, sum til ber, og tí fara tey eisini at hava framsýningarhøli á staðnum. Og harvið vónar Eivind av Reyni at aðrir føroyingar eisini fara at nýta høvi til at fara til Klaksvíkar at hyggja [...] Berit Mohr Klaksvík: Krøvini til verkstøð eru sera nógv broytt, og nú er næstan alt í bilinum útgjørt við teldu, og tí eru krøvini til verkstøðini munandi hækkað. Tey mugu hava sera góða útgerð og arbeiðsmegi [...] kemur upp. Hetta verður ein Toyota verkstaður, men hóast tað, so fara vit eisini at geva tænastu til aðrar bilar, sigur Eivind av Reyni, stjóri á Reyni Service. ? Hetta verður ein ógvuliga stór broyting
kamari. Umframt kondirúm og sauna, er eisini teldurúm til manningina. Skrokkurin á Skálabergi er bygdur í Ukraine. Haðani varð hann sleipaður til Kirkenæs í Noregi og varð bygdur liðugur á skipasmiðjuni [...] tann fyrsti, sum kann royna við flótitroli eftir kongafiski. Einki til spillis Fabrikkin er útgjørd soleiðis, at einki av fiskinum fer til spillis. Alt verður gagnnýtt. Halda metingarnar hjá Kimek, kann Skálaberg [...] mannfjøld var mánakvøldið savnað á Kósini í Klaksvík at taka ímóti, tá nýggi Skálaberg flaggskrýddur legði til bryggju. Hornorkestrið spældi, og Brandur Enni sang tjóðsangin. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í
er sjálvandi, at eta sunnan mat frá nýggjárinum og til jóla. Smyrja tjúkt uppá Mikudagin í farnu viku fingu Olga og hinir næmingarnir eitt gylt høvi at vísa fram, hvussu nógv ymiskt ein kann fáa frá hond [...] seks árini. Í fjør misti hon brádliga mannin, og tá dóttir hennara í ár valdi at fara sum AFS’ari til Belgia, avgjørdi Olga at royna okkurt heilt nýtt. - Eg hugsaði við mær sjálvari: Hvat skal eg gera [...] eisini eftir at gera millummáltíðirnar meiri fjølbroyttar. Ofta hevur ein nýbakað kaka verið nóg mikið til at nøkta tørvin, afturvið einum kaffimunni. Nú royna tey ístaðin at variera tilboðið við m.a. myrkum
tjóðarmál. Tað er heldur ikki nóg mikið at hálvføroyska 30 (tretivu til trítivu), 70 (hálvfjerðs til hálvfjórðs) ella 90 (hálvfems til hálvfims). Ítróttarmál Í ítróttarmáli verður tað kanska ikki so einfalt [...] natúrligur partur av talumálinum. Betri høvi enn nú fáa vit neyvan. Við eini skiftistíð upp á eini 20-25 ár, og haraftrat einum góðum vilja, ber næstan alt til! Ætlanin er jú ikki at gera talskipanina [...] ung fólk, um tey søgdu »trettito« ella »toogtretti«/»toogtredive«. Øll svaraðu »trettito«. Orsøkin til spurningin var, at nú vóru 50 (fimmti) ár liðin, síðan norðmenn aftur fóru at brúka tey upprunaligu
áðrenn teir fóru umborð aftur fingu teir eisini møguleika at vitja í onkrar handlar. Umborð aftur á sluppunum var skipað fyri grillkvøldið á dekkinum, og seinni nýttu fleiri høvi at fara ein túr í býin. Ongin [...] hvørjaferð hann skal avstað: - Hvør túrur eg havi verið á er nakað heilt serligt, og tað ber ikki til at taka dagar ímillum, hvør túrur nú hevur verið tann besti. Men í ár var tað nakað heilt serligt, [...] Highland Park, og á tí sonevnda Italian Chapel, sum er bygt av italskum krígsfangum. Síðani gekk leiðin til Scapa Flow, sum er ein náttúruhavn, ið varð nógv brúkt í ófriðartíð. Serliga minnast nógv ta einu
heima á klettunum aftur. Um knappar 14 dagar fær føroyska familjan tó høvi at síggja lítla eygnasteinin, tá Sissal kemur heim til Føroya við Korneliusi, sum allarhelst ikki fer at vera einabarn serliga [...] fyrsta barnið, sum er gitið í einari reality-sending á vitjan í Føroyum. Sissal ætlar sær nevniliga til Føroya at vísa føroysku familjuni lítla Kornelius. Kornelius varð føddur í juli, og hann hevur enn [...] Big Brother familjuni við føroysku Sissal, danska Robert og lítla Korneliusi. Lukkulig Hóast tey fingu eina óvanliga -og kanska ikki serliga romantiska og ævintýrkenda byrjan uppá parlagið, so hava tey