Tað tykist sum um, at tiltakið fólkaheilsurenning, sum almanna- og heilsumálaráðið skipaði fyri herfyri, hevur givið fólki kring landið hug til at skipa fyri líknandi tiltøkum. Felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, fer 2. oktobur at skipa fyri einum líknandi tiltaki, har øll eru vælkomin.
Fleiri teinar
Rennitiltakið verður býtt upp í fleiri teinar. Børn og motiónistar renna ella ganga tveir kilometrar. Vaksin og veterarnar hava møguleikan at velja, um tey renna fimm ella fimtan kilometrar. Styttri teinurin er frá skúlanum á Giljanesi norður til Keypssamtøkuna og heimaftur, meðan longri teinurin er frá skúlanum og heilt til Vatnsoyrar, áðrenn leiðin aftur gongur til skúlan á Giljanesi.
Tiltakið byrjar klokkan 12, og byrjanarnummurini fáast við skúlan ein tíma undan renningini. Luttøkugjaldið er 20 krónur fyri børn, og 50 krónur fyri vaksin. Tó skal ein familja í mesta lagi gjalda 100 krónur.
Trý tey fremstu í einstøku kappingunum fáa heiðursmerkir, men allir luttakararnir fáa eisini minnisbræv. Borðreitt verður kakao og bollum.
Heilsukunning
Bæði undir renningini og aftaná verður høvi hjá fólki at fáa mált blóðtrýstið og annars fáa kunning um heilsu, kost og rørslu, og hvønn týdning tað hevur fyri lívsgóðskuna.
Fyrireikararnir av tiltakinum siga í tíðindaskrivi, at tað er púrasta upp til einstaka luttakaran, um hann ella hon velur at ganga ella renna teinin. Endamálið er at fáa fólk út at røra seg.
Tilmelding til tiltakið fer fram á heimasíðuni hjá frælsum ítrótti í Føroyum, www.athletics.fo, innan 30 septembur.