skaðatíð, tí tá er ofta ringt veður. Men tað er ymiskt, fólk sjálvi kunnu gera fyri at minka mumandi um vandan fyri skaða. Í hesum sambandi hevur Betri Trygging sett fimm góð ráð upp til, hvat fólk sjálvi kunnu [...] leikur hjá børnunum inn í góðari tí - og smyr tað, sum treingir til. 5: Skúva stoppikranan fyri í summarhúsinum Sýnsmenninir koma mangan út til summarhús, har alt flýtur í vatni, tí rør eru brostin ella tærd
Tíðliga í morgun, beint fyri klokkan átta, varð ringt úr Vágum at boða frá, at ein bilur var farin út av. Tað var ein bilur, sum kom koyrandi eftir Sandavágshálsi, men komin nakað oman ímóti Fútakletti [...] sá bilførarin í speglinum, at bilurin aftan fyri hann, fór út av og endaði á takinum. Hann ringdi til løgregluna, sum eisini sendi sjúkrabilar á staðið. Bilurin fór í knús, men teir tríggir menninir, sum
Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í uttan fyri hjá Posta á Óðinshædd. Løgreglan sigur, at tað vísti seg, at eldur var í tveimum skutarum. Teirra meting er, at eldur er komin [...] at spulislangan stóð á skutarunum í alla nátt. Løgreglan sigur, at tey nú fara at kanna málið. Men til alla lukku stóðu skutararnir í túninum og ikki innandura, tí so kundi tað verðið ein galin endi.
Nakað fyri midnátt í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna tí tað var tjúkt í royki ímillum húsini í einum grannalagi í Klaksvík. Tá ið løgreglan fór at kanna málið, komu tey fram á ein mann, sum hevði [...] tað er ikki loyvt at brenna bál uttan at nakað, tí tað krevst loyvi til tað. Og løgreglan sigur, at tað er sjáldan, at tey geva loyvi til at hava opnan eld inn ímillum hús, og tað hevði maðurin heldur ikki [...] nátt slóð eisini ein tjóvaríalarmur til í einum almennu bygningi í Klaksvík. Tey fóru at kanna málið saman við fólki, sum arbeiddi í bygninginum, men tey sóu einki til, at nakað var stolið. Síðani vóru myndirnar
Aftur í gjár varð ringt til løgregluna úr Vestmanna at boða frá herverkið. Løgreglan sigur, at talan var um umfatandi herverk, í har hevur ein, ella fleiri, verið inn í einum neysti har ein útróðrarbátur [...] seinastu tíðina hava tey fingið nógvaar fráboðanir um herverk í Vestmanna, at tey hava sett fólk sett til at kanna málið burturav fyri at samskipa arbeiðið og fyri at leita eftir samanberingum ímillum øll
síðani at hann var biðin til dekn. Orsøkin til hetta var heldur sjáldsom: Hann fór í kirkju sum vanligt, men tá hann kom innar kom gamli lærarin, Jákup Heinesen vinarliga til hansara. Lærarin spurdi, um [...] sum brotnaði í 1906, tá ringt var inn fyri einum brúðarpari, men stoypt aftur sama ár. - Fyri meg er tað líkasum vorðin ein vani at fara í kirkju, tá kirkjuklokkan kallar til gudstænastu. Tað havi eg [...] siga tað so, væl og ofta gingin av honum. At fara frá húsum eftir kirkjugøtuni, tá klokkan kallar til gudstænastu, er bara ein góður og gamal vani hjá 84 ára gamla Søren. Ikki tí, - hann býr bert nakrar
høvdu mangar góðar løtur saman. Eg kom at kenna Peter, tá eg flutti suður til Vágs fyri skjótt 10 árum síðani. Altíð ringdi hann til mín fyri at tosað um veður og vind. Hann var eitt hamrandi gott fólk. Hann [...] Systkini hjá Petur eru: Kirstin (doyði 2010) Bente og so Petur. Mamman, Marianna, fór sum ung til Danmarkar til skurðviðgerð, men bleiv verandi. Har hon møtti Egon Andersen, sum er pápi Petur og tey øll trý [...] føddur í 1957, flutti til Jette, mostur, sum búði í Vági, og har var Petur í umleið eitt ár. Tá var hann umleið 10 ár. Men, Marianna mamma kom eftir honum aftur, og tey fóru til Østerbro í Danmark. Peter
Hesa seinastu tíðina eru prísirnir nógv hækkaðir, mestsum á øllum økjum. Støðan er ikki heilt so ring í Føroyum, sum hon er aðrastaðni í Evropa, tí har er tað serliga prísurin á gassi og streymi, sum er [...] prísurin á streymi stendur í stað, og tað bøtir um støðuna. Men her er prísurin á bensini og olju farin til himmals, men eisini matur, klæðir, og annað er væl dýrari. Vinnuhúsið sigur, at stríðið hjá miðbankunum [...] størri nú enn nakrantíð. – Kríggið í Ukraina kann hava við sær, at innflutningurin av russiskum gassi til Evropa brádliga steðgar. Strangari krøv á altjóða fíggjarmarknaðunum kunnu geva mest skuldarbundnu
hevur eitt heilt serligt tilknýti til sjógvin og sjóvinnuna. Í 2022 er hetta ikki ein sjálvfylgja. Samfelagið er ómetaliga nógv broytt síðan eg fyrstu ferð fór til skips 16 ára gamal. Mín fyrsti túrur [...] slíkur dagur, har hetta verður tikið fram, sum nakað heilt natúrligt, er við til at halda lív í vinnuni, men avgjørt eisini við til at gera sjógvin og sjóvinnuna dámliga og ikki minst fólksliga. *** ##med6## [...] Tá ikki kundi farast til útróðrar, heintaði hann meg, og so var farið í bankan. Bilurin varð settur mitt út á vegin meðan Palli gjørdi ørindini í bankanum. Síðan var farið heim til Palla, har avroknað varð
Havn í gjárkvøldið hevur kravt eitt mannalív. Tað var klokkan 22.16 í gjárkvøldið, at tað varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein maður var yvirkoyrdur við ein fótgangarateig í Jóannesar Paturssonargøtu