Sóu óbodnar gestir inni hjá grannanum

Løgreglan fekk fatur á tveimum ungum dreingjum

Beint eftir klokkan tvey í nátt varð ringt til løgregluna at boða frá, at óbodnir gestir fóru farnir inn í grannahúsini, har húsfólki annars ikki var inni. Fráboðarin visti eisini at siga, at talan var um trý fólk, har onkur var á skutara. Løgreglan fór á staðið og fekk fatur á tveimum av teimum, tá ið teir skuldu taka til rýmingar. Løgreglan sigur, at talan ar um tríggjar ungar dreingir og teir høvdu stolið nakað av rúsdrekka.

 

Av tí, at teir eru undir 18 ár, verður barnaverndin fráboðað og tað verða foreldrini eisini. Løgreglan sigur, at hetta er ikki skrásett sum innbrot, men sum stuldur og tað kundi bent á, at húsini vóru ólæst.

 

Beint eftir klokkan tvey í gjár varð ringt úr eini bygd í Suðuroy at boða frá herverki á ein stuttleikabát, sum var drigin upp. Løgreglan sigur, at har hevur onkur brotið seg inn í bátin, har tey hava brotið og oyðilagt ymiskt. Løgreglan hevur kannað málið og tey hava eisini tosað við fólk og tey hava sær nakrar unglingar við bátarnar har um vegir, so har stendur løgreglan ikki á berum.

 

Annars hevur tað verið stak friðarligt hetta síðsta samdøgurið, sigur løgreglan.