Eftirløn – nýbrot

Um Sjálvstýri fær ávirkan á fíggjarpolitikk eftir hetta løgtingsvalið, fer flokkurin at leggja uppskot fyri tingið, sum fer at lætta almikið um hjá eftirløntum (pensjónistum), sum missa makan.

 

Uppskotið gongur út uppá, at tann, ið situr eftir, fær framhaldandi eftirlønina úr framtaksgrunninum, sum makin fekk. At missa makan er ringt í sjálvum sær, men tað fær í mongum førum álvarsligar fíggjarligar fylgjur fyri tann, ið situr eftir.

 

Hetta uppskotið fevnir um teir pensjónistar, ið ikki hava aðra eftirløn enn vanliga fólkapensjón, samhaldsfasta eftirløn og ískoyti. Taka aðrir flokkar undir við hesum, fer tað at gera gerandisdagin lættari hjá teimum, ið fáa lægstu eftirløn.

 

Henda skipanin er ikki ókend í sambandi við aðrar eftirlønir. T.d verða 2/3 av tænastumannaeftirlønini latnir henni ella honum, ið hevur mist makan - alt lívið. Hetta er ein góð skipan, sum vit kunnu og eiga at taka til okkum.

 

Og hetta er ikki nøkur stór útreiðsla fyri landið, tí avmarkað er, hvussu nógvir pensjónistar eru í hesum bólkinum. Og hetta er ikki meira enn rímiligt, tí fleiri av hesum borgarum hava verið við til at spara upp til sína egnu eftirløn gjøgnum eitt langt og í mongum førum strævið arbeiðslív, men fáa bara ein lítlan part av henni, um tey bara liva fá ár eftir, at tey eru farin um eftirlønaraldur.

 

X við D

 

Rógvi Fossádal