arbeitt við at finna aðrar inntøkur sum skulu fíggja nýggju mvg-undantøkini, sum vit eisini skulu hava politiska undirtøku fyri. – Ikki tykkum at siga, so er lættari at fáa undirtøku fyri at strika gjøld [...] avtalaðu í samgonguskjalinum at eftirhyggja mvg-lógina, og tað er eitt stórt ynski hjá okkara samstarvsfeløgum at fáa strikað mvg’ið á nøkrum gerandisvørum. Tað verður mín uppgáva at seta tað í verk og í løtuni [...] arnir í samgonguskjalinum. Enn er einki hent í hesum máli. Men sambært Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú og forkvinnu í Framsókn, so leitar hon nú eftir pengum. Tað segði hon í røðu síni á landsfundinum hjá
lítið hall, men orsøkin varð, at okkurt gjald sum hoyrdi til árið, ikki kom inn, fyrr enn eftir at fíggjarárið varð liðugt. Peningarøkilin nýtti høvið at minna á, at felagið hevði fingið nýggja talgilda [...] ikki tók við afturvali. Tina skrivaði søgu herfyri við at verða fyrsta kvinna sum bleiv vald til grindaformann, og nú skrivar hon aftur søgu við at verða fyrsta kvinna, sum tekur sæti í starvsnevndini [...] onnur tiltøk, varð helst orsøk til at fá fólk møttu til fundin, og tá fundarstjórin kannaði um fundurin varð viðtøkuførur, manglaði bert ein hvalvág í, fyri at aðalfundurin kundi verða viðtøkuførur
(16-11) á Sønderjyske. Tað gleðiliga er, at trý føroyingalið, Keypmannahavn, Viborg og Horsens sleppa at kappast í ovara endaspælinum. Samstundis kunnu vit fegnast um, at hini trý føroyingaliðini, Ringkøbing [...] Pernille upp til tvey mál. Rakul bjargaði níggju av 30 málroyndum ta tíðini hon vardi málið hjá Ringkøbing. Hon megnaði tó at bjarga tveimum brotskøstum. Skanderborg uttan Súnu K. Hansen vann á útivølli [...] í bestu donsku hondbóltsdeildini. Tað eydnaðist Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg á heimavølli at vinna 33-28 á Mariu P. Nólsoy, og hennara liðfeløgum í Horsens. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13
samtykt, so fór sølan av elbilum at steðga upp, sigur Ásfinnur Sigvardsen. Hann sigur, at teir royndu at greiða frá, at hetta átakið hjá landsstýrinum ikki fór at geva fleiri pengar í landskassan [...] sigur, at tað er týðuligt, at fólk nú hyggja meira eftir brennievnisbilum, enn tey gjørdu. Tey vilja gjarna hava elbil, men velja hann frá av prísinum. – Vit vóru sannførd um, at hetta fór at geva [...] av tí sum er oman fyri 200.000 krónur og 11 prosent av tí sum er millum 100.000 g 200.000 krónur. Í øðrum londum er lóggávan nokso væl rullað ut. Her ger man tað bar nógv skjótari. fyri at fáa pengar
in Pætur Smith Clementsen verður noyddur at gera eina broyting í hópinum til komandi uppgávu. Malena Olsen hevur fingið ein lítlan skaða at dragast við, og hon verður ikki nóg birg til landsliðsfótbólt [...] KÍ, ið higartil er skrásett fyri ein A-landsdyst fyri føroyska kvinnulandsliðið. Aftaná 2-0 sigurin á Moldova fríggjakvøldið eru Føroyar nú nummar 2 í bólkinum við 6 stigum. Slovakia er fremst við 9 stigum [...] Gibraltar fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 95 kr. fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn og ung (0-16 ár), ið tó skulu skráseta seg fyri einum at
skrivar tvk.fo. Tvøroyrar kommuna hevur gjørt eina avtalu við Rakul um, at hon nakrar ferðir um árið hevur viðtalu á stovninum, har hon leggur eina handlingsætlan saman við Annu Mikkjalsdóttir, leiðandi tannlækna [...] arbeiðsdag á barna- og ungdómstannrøktini hjá Tvøroyrar kommunu. Rakul er serútbúgvin sertannlækni í ortodonti (boylatannlækni), og fer framyvir at taka sær av serviðgerðum innan tannrøkt hjá børnum og ungum í [...] tannrøktini. Tey fingu høvi at heilsa uppá starvsfólkini og fáa innlit í arbeiðið og nýggju tænasturnar, sum nú eru tøkar fyri børn og ung í kommununi. Tvøroyrar kommuna fegnast um at kunna bjóða Rakul og Annu
brekkunum, skúlanum og ikki at gloyma úti í Grøv. “So øvugt alt”, plagar tú at taka til, “sakni at sigla inn eftir vágni, men Borðoyarvík er eisini ein opinbering”. Veit, at tú ert morgunfólk og hvønn [...] Tað skerdi gleðina, at húspápin, Rudolf Joensen, ið hevði installatørvirki í bygdini, jóladag í 1949 doyði á Hospitalinum í Havn einans 38 ára gamal. Tað er ógjørligt at seta seg inn í støðuna [...] tá skúlin legði dent á at duga nógv uttanat. Katkismus, bíbilsøgu, sálmar, sangir, kvæði, kongarøðina og danskar býir lærdi hon raðið eftir lítlari løtu. Haldi eisini, at vit kappaðust eitt sindur
sigurin og fara at fegnast í kvøld. Í morgin fara vit at venda fokus ímóti dystinum, sum verður týskvøldið her á vøllinum ímóti Gibraltar. Tann dystin halda vit okkum eisini at hava møguleika at vinna, sigur [...] fyrsta ferðin, at eg havi skorað mál á landsliðnum, so tað er í sær sjálvum hugaligt. Vit vístu tað áræðið, sum skal til, og í verjuni kendu vit okkum støðugt hava tak á tí. Vit høvdu møguleikar at skora í fyrra [...] verjuna, har tað eydnaðist Heidi Sevdal at halda seg frammanfyri verjuspælaran og seta bóltin framvið málverjanum. -Hetta er tað, sum vit støðugt venja fyri at røkka. Vit spældu okkum til fleiri møguleikar
barnaárunum hevði mest at siga fyri hann. Hann plagdi sum smádrongur at lurta eftir ommu síni, tá ið hon sæt við orglið og spældi úr Føroya Fólka Sangbók sunnudagar, og skjótt hevði hann hug at blanda seg upp [...] Stutt eftir at tann sonevnda Veðraplátan var komin út í 1978, og populariteturin hjá Straight Ahead var størri enn nakrantíð, valdi bólkurin at gevast at spæla. Jørgen Dahl fór síðani at spæla við hinum [...] sangunum. "Watch me I'm Free" er ein væl svingandi rocksangur, og "Song For Her" er ein vøkur ballada. Kendi føroyski sjónvarpsframleiðarin Per Zachariassen hevur staðið fyri at gera video til sangin "Watch
Er frí og jøvn atgongd til øll størv fyri øll fólk? Er tað til dømis truplari hjá einum manni at velja at gerast sjúkrarøktarfrøðingur, enn hjá einari kvinnu at fara í herin? Hvussu ávirka okkara hugmyndir [...] fortelur hon um sínar egnu royndir sum ráðgevi viðvíkjandi fjølbroytni og javnstøðu í donsku sjóverjuni. Endamálið við fyrilestrinum er at bjóða av, upplýsa og kveikja til umhugsan. Tí hvat er javnstøða [...] javnstøða í veruleikanum? Og eigur tað at vera eitt mál í sjálvum sær til dømis at hava javnt tal av kvinnum og monnum í sjóverjuni? Øll eru hjartaliga vælkomin! GG: Fyrilesturin verður á enskum.