Ragnar Jacobsen er nú formaður í Grindamannafelagnum

Árligi aðalfundurin hjá Grindamannafelagnum fyri 2025, varð hildin í Klaksvík í gjár

Savnsmynd grind í Klaksvík. Mynd: Dávur Winther

Aðalfundurin 2025 - tíðindaskriv:

 

Góða veðrið og ymisk onnur tiltøk, varð helst orsøk til at fá fólk møttu til fundin, og tá fundarstjórin kannaði um fundurin varð viðtøkuførur, manglaði bert ein hvalvág í, fyri at aðalfundurin kundi verða viðtøkuførur. Tískil bleiv sum lýst áðrenn, boðað til eykaaðalfund ein tíma seinni.

 

Eyka aðalfundurin byrjaði við at landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen helt eina røðu. Gestarøðari varð Hallgerð Akursstein, sum greiddi frá, hvussu grind hevði myndað hennara gerandisdag, síðan hon varð smágenta.

 

Í formansfrágreiðingini tók Esmar Joensen saman um árið í fjør, m.a. at endiliga blivu nýggju stingararnir til springarar ordiliga royndir, avbjóðingar viðv. at grindafólk blíva meldað av aktivistum, og avbjóðingar við kvotu á springara.

 

Roknskapurin vísti eitt lítið hall, men orsøkin varð, at okkurt gjald sum hoyrdi til árið, ikki kom inn, fyrr enn eftir at fíggjarárið varð liðugt.

Peningarøkilin nýtti høvið at minna á, at felagið hevði fingið nýggja talgilda limaskipan, og at tað varð umráðandi at skráseta seg av nýggjum umvegis heimasíðuna gmf.fo

 

Ein nevndarlimur og tveir varalimir stóðu fyri valið, her bleiv Tina Kajsdóttir vald í nevndina fyri Eyðstein í Løðu, sum ikki tók við afturvali. Tina skrivaði søgu herfyri við at verða fyrsta kvinna sum bleiv vald til grindaformann, og nú skrivar hon aftur søgu við at verða fyrsta kvinna, sum tekur sæti í starvsnevndini í Grindamannafelagnum.

 

Esmar Joensen hevur sitið sum formaður seinastu tvey árini, men orsakað av øktum arbeiðsbyrðum innan fyri annað felagsarbeiði, valdi hann ikki at átaka sær formanspostin komandi árið. Tað sama gjørdi seg galdandi fyri Tóra Simonsen, sum hevur verið næstformaður/peningarøkil.

 

Nýggja starvsnevndin í Grindamannafelagnum er:

 

Formaður: Ragnar Jacobsen, Miðvágur

 

Næstformaður/peningarøkil: Bogi Hansen, Runavík

 

Skrivari: Esmar Joensen, Hvítanes

 

Varalimir: Bjartur Tórhalsson, Vestmanna Tina Kajsdóttir, Miðvágur

Tóri Simonsen, Hvannasund

 

Savnsmynd grind í Klaksvík. Mynd: Dávur Winther