– Við tí endamáli at gera ávísar gerandisvørur og føroyska framleiðslu bíligari, verða undantøkini í mvg-lógini endurskoðað, eins og onnur almenn avgjøld. Slík umlegging skal vera fult fíggjað.
Soleiðis skrivaðu samgonguflokkarnir í samgonguskjalinum. Enn er einki hent í hesum máli. Men sambært Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú og forkvinnu í Framsókn, so leitar hon nú eftir pengum. Tað segði hon í røðu síni á landsfundinum hjá Framsókn.
– Vit avtalaðu í samgonguskjalinum at eftirhyggja mvg-lógina, og tað er eitt stórt ynski hjá okkara samstarvsfeløgum at fáa strikað mvg’ið á nøkrum gerandisvørum. Tað verður mín uppgáva at seta tað í verk og í løtuni verður arbeitt við at finna aðrar inntøkur sum skulu fíggja nýggju mvg-undantøkini, sum vit eisini skulu hava politiska undirtøku fyri.
– Ikki tykkum at siga, so er lættari at fáa undirtøku fyri at strika gjøld enn at seta í verk nýggj, segði Ruth Vang.