fram, tá ikki so nógvir pengar vóru. - Men, tað var fjálgt, hugni og nærvera, leggur hon aftrat. Hon sigur, at hon um jólini serliga hugsar um gávuna yvir øllum gávum, sum varð givin okkum við Jesusi, [...] samlast øll familjan saman aftur, sigur hon. Hvat eta tit á jólum? - Jólaaftan eta vit dunnu og alt, sum har til hoyrir, omaná verður rísalamandé og mandilgáva. Hon sigur, at jóladag verður tað ræst kjøt [...] mugu frøast í dag, sum hava frelsaran sæð. Krubba og fátæksligt fjós, hýsir ei meir heimsins ljós. Nú hann í himlinum býr og í tí hjarta sum trýr, ljóði til himin ein tøkk, frelsan til føroyingar røkk. Takk
vil merkja, at hon hevur ræðið á dronginum. Hetta vísir seg til dømis við, at tá drongurin er farin til eitt frítíðarítriv, ringir gentan uttan íhald, sendir sms-boð og vil vita, hvar hann er og hvør er [...] ið dagliga starvast sum politistur og SSP-samskipari, hevur verið partur av hesum tiltøkunum, har hon greiðir frá um børn, ung og harðskap. - Hóast vit ikki hava hagtøl, so vita vit, at tað eru børn og [...] fyri at steðga harðskapi, sigur Mariann Reinert. Sosiali arvurin spøkir Í sínum dagliga starvi hittir hon javnan bøn og ung, sum onkursvegna uppliva harðskap. - Tað er umráðandi at hava í huga, at eingin er
uttan fyri skúlagongdina, sigur Katrin Zachariasen, inspektørur. Hon fekk hugskotið til hetta tiltak fyri trimum árum síðani, tá hon var flokslærari. Tá varð tiltakið hildið bara fyri starvsfólkum, lærarum [...] øðrum evnum, sum næmingarnir hava, men sum ikki koma til sjóndar í dagligu undirvísingini, sigur hon. Hon vísir á, at øll duga eitt ella annað uttanfyri skúlan, og tað royna tey so at finna. Mótaframsýning [...] Ein genta úr FHS gekk eisini í klæðum, sum hon sjálv hevði sniðgivið og seymað. Og tað var nakað, sum hugtók øll. Mótaframsýningin varð skipað á tann hátt, at hon gekk aftur allatíðina, og so vóru aðrar
hevði hon mist mammuna og øll fýra systkini í eldinum. Pápin, Abdul Shakoor, fekk ikki so stóran skaða av eldinum, men hann hevur kortini ligið á sjúkrahúsi síðani eldsbrunan. Løgreglan sigur, at hann bar [...] bar eitt av børnunum út úr húsunum, og at hann fekk ikki gjørt meiri. Hann er lækni og arbeiddi á sjúkrahúsinum, har tann yngsta dótturin doyði í gjár. Løgreglan í Essex kannar, um eldurin var ásettur.
væl í Danmark, eisini í Føroyum, men hann flytir ikki. Hin sonurin arbeiðir nógv við føroyskum viðurskiftum, og er medlivandi í øllum tí, sum fyrigongur í Føroyum. Hann kundi kanska gott flutt, men nú eru [...] men teir vóru nokk eitt sindur bilsnir. Eg havi hoyrt, at Atli Dam skuldi hava sagt, at tað undraði hann, at eg flutti, tí eg var so nationalur. Men vit befinna okkum væl her. Eg eri blivin limur í Rota [...] tiltrekkja fólk longur, sjálvt í bestu tíðum. Mín uppfatan er, at kreppan í 90-unum bleiv djúpri enn at hon átti at verið. Kanska var framgongdin í 80-unum kunstig, líkasum eisini afturgongdin í 90-unum. Vit
kkunum halda ikki, at børn hjá samkyndum hava sama virði sum onnur børn. Journalisturin “rættaði” hann og segði, at okkurt undantak er – altso – ein óheftur journalistur segði, at bara onkur í samgonguni [...] er, at av tí at tann kvinnan sum livir saman við mammuni, ikki hevur foreldrarættin til barnið, fær hon ikki pápakvotuna. Men mamman fær hinvegin pápakvotuna lagda afturat sínum parti. Barnið hjá tí samkyndu
eru von við skot, tað er partur av gerandisdegnum, men hetta var ikki ein vanligur brestur, sigur hon. Hon sigur, at fleiri fólk hava vent sær til hennara og sagt, at tey eisini merktu brestin. - Tað var [...] tað er eingin ivi um, at sum í gjárkvøldið eigur tað ikki at vera. Bæði hús og fólk ristust, sigur hon. Hon hevur tó ikki hoyrt um nakran skaða. - Hetta er átaluvert, soleiðis ger man bara ikki. Sjálvandi [...] stutt undan klokkan seks í gjárkvøldið. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu sigur, at hann sat á fundi í skúlanum á Skála og har kendist, sum øll bygdin skalv. Frá fleiri bygdum við fjørðin
góðtaka, at hann bara skal fáa 11 prosent meiri í løn enn ein, sum onga útbúgving hevur. Samstundis tekur tað einum handverkara 22 ár at vinna tann lønarmissin inn aftur, hann hevur havt av at hann bara fekk [...] Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag. Hann ávarar ímóti at ganga ynskinum frá teimum, sum vilja hava fría atgongd til útlendska arbeiðsmegi, á møti. Hann vísir serliga á, at Vinnuhúsið streingir á [...] vælkomin at búseta seg á okkara lítla matrikkulnummari, sigur Eli Brimsvík. Men hann heldur ikki, at hetta fer at tæna nøkrum, og hann brúkar støðuna í Danmark og Bretlandi sum ræðudømi, har nógv fremmandafólk
Havnina afturat, segði hann. Hann legði afturat, at tær hava áður biðið um at sleppa upp í Havnina. Hann vísir á, at ein annar møguleiki er, at øll Streymoy verður ein kommuna, tí hon kundi skapt ein trivnað [...] at skal Suðuroy yvirliva, skal hon verða ein kommuna. - Tað hongur bara ikki saman, at Suðuroy er í fleiri kommunum, og tað sama ger seg galdandi fyri Sandoy, legði hann afturat. Men ein møguleiki er eisini [...] við Vága Kommunu, sigur Rósa Samuelsen. Hinvegin heldur hon, at skal øll Streymoy verða ein kommuna, fara Vágar at detta niðurfyri. Tí heldur hon, at ein betri loysn er, at Vestmanna, Kvívík og Vágar leggja
Seinnpartin í dag varð ein lítil grind funnin uttan fyri Húsavík. Hon varð tikin inn á Húsavík, har hon legði beinini. Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at talan er um 19 hvalir, sum hava lagt beinini [...] beinini, og grindin verður býtt til alt fólkið í oynni. - Øll fólkini í oynni fáa líka nógv, sigur hann, og leggur afturat, at teir føstu partarnir, sum plaga at verða lætnir syslumanni og grindaformonnum [...] heldur, at fólk í oynni eru glað fyri at øll fáa kók, men, at tað er spell at grindin ikki var størri. Hann greiðir frá, at kommunurnar fáa fólk at skera upp og at koyra partarnar út til hvørt húski í oynni