Øll Sandoyggin fær grind

Seinnpartin í dag varð ein lítil grind funnin uttan fyri Húsavík. Hon varð tikin inn á Húsavík, har hon legði beinini.

 

 

 

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at talan er um 19 hvalir, sum hava lagt beinini, og grindin verður býtt til alt fólkið í oynni. 

 

 

 

- Øll fólkini í oynni fáa líka nógv, sigur hann, og leggur afturat, at teir føstu partarnir, sum plaga at verða lætnir syslumanni og grindaformonnum, ikki fara av hesuferð.

 

 

 

Tað er nakað síðani at Sandoyingar fingu grind, og Finnbogi Midjord heldur, at fólk í oynni eru glað fyri at øll fáa kók, men, at tað er spell at grindin ikki var størri.

 

 

 

Hann greiðir frá, at kommunurnar fáa fólk at skera upp og at koyra partarnar út til hvørt húski í oynni.