hjá kvinnulæknunum eisini varð brúkt til aðrar viðgerðir enn bara fyri barnloysi. Bíðitíðin var lang og tí var vónleyst at bjóða viðgerðina fram aðrastaðni enn í Íslandi. Síðsta heyst varð so avgerð tikin [...] Nú um dagarnar var stjórin á íslendsku læknastovuni ART Medica, Guðmundur Arason, og kunnaði seg um møguleikarnar fyri samstarvi við føroyska heilsuverkið um viðgerð av føroyingum fyri barnloysi. Sum er [...] í Europa. Í miðal eydnast 40 % av viðgerðnunum hjá íslendsku læknastovuni fyrstu ferð, meðan heili 97 % hava givið gott úrslit eftir fýra ferðum. Sum dømi kann nevnast, at á ART Medica eydnast 38 % av
hevur eisini eydnast. Við árslok 2000 var skuldin 113 mill., við árslok 2001 var hon 103 mill. og við árslok 2002 er skuldin 93 mill. krónur. Avdráttir eru umleið 9,7 mill., og rentuútreiðslur smáar 5 mill [...] seinastu árini er økt, og útlit eru fyri, at hon fer at økjast nakað aftur í ár. Fíggjarætlanin fyri 2001 var uppá 40.027.000 kr., fyri 2002 er hon 42.645.000 kr. og fyri 2003 er fíggjarætlanin kr. 43.902.000
Vestanbátur Eg róði nógv út fyri vestan, tann tíð tað var, so sum aðrir. Julius í Líðini var formaður hjá okkum. Ja, eg var so blaðungur, eg var ikki meira enn 22-23 ára gamal tá vit, eg og svágrarnir [...] Johan gekk burtur við “Grace”. So var ein annar, hann ät Jógvan Toftum, sonur Kal í Toftum, Jógvan hjá Kali. Hann var seinni maskinmeistari, og búði í Havn. So var tað, at Royndin, trolarin sum vágbingar [...] bátar at sigla. Tann fyrri báturin kostaði 110 krónur. Tá vóru árarnar ikki liðnar, men stýrið var liðugt. Mastur og seglið høvdu vit eisini. Tá báturin var liðugur, varð hann drigin oman á sjógv, róður
sum tú minnist teg dáma? ? Havi hugsað eitt sindur um hatta. Haldi næstan, at tað var ein hjá Boney M, sum javnan var at hoyra í kvøðuljómunum fyri nógvum árum síðani. Rivers Of Babylon, eitur hann vist [...] nummar eitt. Teimum á baki koma U2 í parkini í 97, men Pet Shop Boys í Roskilde í fjør høvdu eisini sína sjarmu. 70?ára konsertin í KÍ høllini í 1989 var eisini ein frálík konsert, og tað sama konsertin [...] Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? - Minnist meg rætt, so var ein blokkfloyta einaferð í húsinum, men hon fekk góðan frið fyri mær. Spælir tú nakað ljóðføri? - Nei. Hóast musikkskúlin hevði mong tilboð
við 112 stigum í sínum fyrsta dysti, meðan tað var heldur størri munur, tá Bogi Andreasen var í dysti, tí hann rakk ikki heilt sama støði sum hinir. Í bólki B vóru tveir dystir, har munurin bara var eitt [...] Javnasti dysturin var millum Eirik og Jógvan Magnus, tá bara eitt stig var á muni. Hálvfinalur og finalur Í hálvfinalunum var kappingin rættiliga jøvn. Nakrar umskjótingar skuldu til, men endin var, at Annika [...] ikki nóg mikið, at vinnararnir í báðum kappingum megnaðu HM-kravið. Kappingin var nevniliga eisini sera jøvn, og støðið var eisini eitt vet hægri, enn tað hevur verið fyrr í ár. Kappingin í gjár er ein
Hvalvík, og í fimta parti Saksunardali og Saksun. Sætti partur var úr Nesvík, av Langasandi og úr Haldórsvík, men ikki úr Tjørnuvík. Har var nevniliga onki at seta fingur á. Síðani vóru vit á Oyri, ið hevði [...] og Eiði, 10. partur var úr norðastu bygd í Sunda kommunu, Gjógv, og úr Funningi, sum frá 1. januar fer upp í Runavíkar kommunu. 11. og 12. partur vóru úr Klaksvík, meðan 13. partur var úr teimum smærru bygdunum [...] at onki órudd var at finna í Leynum, á Stykkinum og í Kvívík. Tillukku við tí, tit íbúgvar har. Seinast stóð Føroya reinasta bygd í 2008, Sandavágur, fyri skotun. Sigast skal, at her var ikki nógv at fara
fóðri á Havsbrún í triðja ársfjórðingi í ár var 120 milliónir krónur, samanborið við 111 milliónir krónur triðja ársfjórðing í fjør. Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.427 milliónir krónur við endan á triðja [...] Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2022 var 325 milliónir krónur og eftir skatt og virðisreguleringar var úrslitið 234 milliónir krónur. Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit [...] rakstrarúrslit á 276 tús krónur, og rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og alifóðri var 120 milliónir krónur. Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri, soleiðis í tíðindaskrivi frá Bakkafrost
omanfyri 18 pílar, og báðir skoraðu væl (88 og 79 í miðal), men Jan var púra tryggur, tá hann skuldi lukka og vann dystin 6-2. Finalan var sostatt millum Jan McIntosh og Una Árting. Tveir góðir spælarar í [...] Árting. Í 1/8-finalunum var eingin spenningur, og úrslitini vóru kanska sum væntað, tó ruku Allan við Rætt & Heri Kallsoy út móti Boga Arge & Annfinni Hjaltalin. Í 1/4-finalunum var als eingin spenningur [...] framúr hendan dystin við einum miðaltalið uppá 89 og first-nine uppá 95. Í flestu settunum høvdu bæði pørini møguleikan at lukka, so tað var drama allan vegin. Í síðsta settinum vóru Jan & Uni langt frammanfyri
peningur, til samtykta røktarheimið er tøkur, tá ið byggingin ferð í gongd. Vent hall til avlop Tað var ein ikki sørt errin borgarstjóri, ið fyri kortum profileraði seg við at hava vent hall til avlop. Í [...] skulu rindast aftur í desember í ár . Avgjøldini av skuldini hækka munandi komandi ár, úr 6,7 mió til 10,7 mió. Til Ósáskúlan skulu 13 mió avsetast í 2011, samstundis sum Ellisheimi av álvara ferð í gongd
Anton Klein, sum var fyriskipari av túrinum hjá SIC í Danmark herfyri. Meiningin við túrinum var sjálvandi at fáa SIC út um Føroyar og á eitt hægri støði. The next level. SIC í studio Tað var týsdagin 24. [...] Komu úr grøvini Tað var fyrst í februar, at dreingirnir í SIC komu úr grøvini. Bólkurin hevði roynt seg í longri tíð í ár 2004, men misti vónina ímóti árinum 2005. Tað var tá, at nýtt blóð spreiddi seg [...] gerst skjótt greitt, at rúmið ristist og lampur og annað dettur niður og fær síðani nábúgvan at ringja 112. Tann kraftin, sum er at finna í SIC, er reint sagt ikki til at forklára. Og tað at Magnus, Føroya