Nakað kann vera um tað. Men kanska skyldar borgarstjórin fólkaræðinum og ikki minst borgarnum, ið hóast alt hava valt hana, nakað. Hon skyldar teimum at halda givnar samtyktir í býráðnum, millum annað at stýra kommununi fíggjarliga forsvarliga. Ikki minst skyldar hon teimum at peningur, til samtykta røktarheimið er tøkur, tá ið byggingin ferð í gongd.
Vent hall til avlop
Tað var ein ikki sørt errin borgarstjóri, ið fyri kortum profileraði seg við at hava vent hall til avlop.
Í Norðlýsinum tann 10. februar 2010, segði hon: »Sum kunnugt varð Klaksvíkar Kommuna á heysti í 2008 – vegna eina kombinatión av manglandi fíggjarstýring og inntøkuniðurgongd – rakt av kreppu og likviditetstroti, sum setti stór krøv til politisku skipanina í býráði og nevndum.
Hesa avbjóðing tók býráðið í størsta álvara og setti neyðug tiltøk í verk, við tí úrsliti, at kommunanr megnaði at venda einum halli á 52,5 mill. í 2008 kr. til eitt avlop í 2009.”
Sannleikin er tann, at ein meiriluti í býráðnum samtykti at skerja útreiðslurnar munandi longu á heysti 2008 og ikki minst at hækka skattaprosentið. Hetta viðførdi, at inntøkurnar í 2009 ikki vóru 123 mió, sum mett, men 131 mió. Hesin munur á knappar 8 mió í meirinntøku, saman við samtyktu skerjingunum, ið vóru samtyktar innan býráðsvalið, hjálptu væl til at venda gongdini. Eg skal ikki her líta aftur eftir og greiða frá, hvør tók tungu tøkini og hvør, ið ikki atkvøddi fyri hesum tiltøkum.
Tað súra við tí søta
Sama søgan endurtók seg aftur í 2010. Samgongan megnar ikki einsamøll at taka ópopuleru avgerðirnar. At hækka skattaprosent og samtykkja fíggjarætlanina. Men so skjótt tað kemur til at brúka innkomna peningin, so stendur ikki á, tá tekur samgongan yvir og tá stendur ikki á at taka avgerðir einsamøll.
Seinasta hækkingin av inntøkunum við heilum 5,4 mió og økingina av útreiðslunum tilsvarandi. Eisini tað megnaði samgongan einsamøll. Uttan at líta aftur um bak, uttan at hugsa um gjørdar avtalur við Fíggjarmálaráðið ella at varðveita góða samstarvið við minnilutan.
Heldur ikki líta frameftir
Tíverri sær heldur ikki út sum um hugurin hjá samgonguni er tann stóri til at líta frameftir. Um henda inntøkumeting hjá meirilutanum er røtt, sum vit sjálvandi øll vóna, so er støðan tann, at avsetingarnar til raksturin longu frammanundan eru sera teprar. Likviditeturin hjá kommununi er vánaligur. Tað er lántøka í apríl 2010 og trekningsrætturin í EIK og Føroya Banka, ið eru orsøkin til, at kommunan megnar at svara hvørjum sítt. Lán á 4,4 mió skulu rindast aftur í desember í ár . Avgjøldini av skuldini hækka munandi komandi ár, úr 6,7 mió til 10,7 mió. Til Ósáskúlan skulu 13 mió avsetast í 2011, samstundis sum Ellisheimi av álvara ferð í gongd.
Minnilutin hevði vónað, at samgongan hevði viljað litið frameftir, bert nakrar mánaðir ella kanska 1 ár. At tey høvdu tolt at bíðað og sæð, um væntaðu inntøkurnar komu inn og síðan avgjørt, hvussu og hvat peningurin skal nýtast til. Vit óttast fyri, at støðan við kreppu og likviditetstroti aftur kann gerast veruleiki við tí politikki, ið nú verður førdur.