Bogaskjóting
Men tað er ikki nóg mikið, at vinnararnir í báðum kappingum megnaðu HM-kravið. Kappingin var nevniliga eisini sera jøvn, og støðið var eisini eitt vet hægri, enn tað hevur verið fyrr í ár.
Kappingin í gjár er ein sokallað »Face to face« kapping, har tað alla tíðina er skjóting, har ein skjútti skjýtur ímóti einum øðrum. Har tað byrjar við einum deildarlíknandi bólkaspælið, har fýra teir bestu skjúttarnir koma víðari til ein fjórðingsfinalubólk.
Compound
Í hesum bólki luttóku átta skjúttar. Tað vil siga, at tveir ymiskir bólkar vóru gjørdir, við fýra skjúttum í hvørjum.
Í bólki A í compound var Kaj Johannesen ikki møttur, tá kappingin byrjaði, so nakrir skjúttar vunnu dystir uttan dyst.
Men í hinum dystunum, ið allir eru 12 pílar, gjørdist tað ofta rættiliga javnt. Magnus Andreassen og Albert Dam skutu heilt javnt við 112 stigum í sínum fyrsta dysti, meðan tað var heldur størri munur, tá Bogi Andreasen var í dysti, tí hann rakk ikki heilt sama støði sum hinir.
Í bólki B vóru tveir dystir, har munurin bara var eitt stig, so tað var sum heild ikki stórur munur á skjúttunum.
Fjórðingsfinalur
Í hesum partinum komu fýra skjúttar víðari úr hvørjum bólki, so í veruleikanum komu allir skjúttarnir víðari.
Dystirnir í hesum umfarið av kappingini gjørdust heldur ójavnari, tá serliga A bólkurin hevði greiðar vinnarar. Serliga Magnus Andreassen skaraði framúr og megnaði í einum umfarið at skjóta heili 117 av 120 møguligum stigum.
Hálvfinalur og finalur
Tá hetta slagið av kapping kemur til seinastu umførini, broytist hon eitt vet. Í hálvfinalunum er nevniliga talan um dyst, har set á tríggjar pílar verða skotin og tann, ið fyrst megnar at vinna trý set, vinnur dystin. Í finalunum er tað tann, ið fyrst vinnur fýra set, ið vinnur dystin.
Í compound komu Nikkel Petersen, Kaj Johannesen, Magnus Andreassen og Albert Dam til hálvfinalurnar.
Í dystinum millum Nikkel Petersen og Kaj Johannesen, gjørdi fyrrnevndi bart og vann dystin 3-0. Men setúrslitini vóru sera jøvn, og mesti munurin var tvey stig.
Í hinum dystinum vann Magnus Andreassen, men hetta gjørdist ein serstakliga tættur dystur. Heili fimm dystir skuldu til, og heili tríggjar ferðir gjørdist talan um umskjóting, tí tað bleiv javnt millum skjúttarnar. Endin var, at Magnus Andreassen kom í finaluna, har hann møtti Nikkeli Petersen.
Bronsufinalan endaði 4-2 til Kaj Johannesen í móti Alberti Dam, men eisini her vóru nógvar umskjótingar. Heili fýra ferðir av seks settum vóru skjúttarnir javnir í stigum og máttu skjóta einaferð enn.
Finalan var millum Nikkel Petersen og Magnus Andreassen. Allir sjey møguligu dystirnir máttu skjótast. Unglingarnir báðir skiftust at vinna, men at enda vann Magnus Andreassen seinasta settið við tveimum stigum.
Recurve
Í innleiðandi umfarinum í bólki B í recurve vunnu skjúttarnir, ið vanliga plaga at klára seg væl. Annika Vang vann allar sínar dystir, meðan Absalon Hansen vann tveir dystir. Torfinn Hansen, ið vann seinastu kapping vann ein dyst, meðan Fríði Andreassen ongan dyst vann.
Í hinum bólkinum var heldur javnari. Eirikur í Jákupsstovu, Jógvan Magnus Andreasen og Hans Petur Højgaard vunnu allir ímóti hvørjum øðrum, meðan Jastrid M. Jensen ongan dyst vann.
Fjóringsfinalur
Í fjóringsfinaluumfarinum hendi bara tað, at Absalon Hansen og Hans Petur Højgaard skiftu um bólk.
Í bólki A skeyt Hans Petur Højgaard best, og megnaði at vinna allar dystirnar. Annika Vang tapti bert ímóti Hans Peturi. Torfinn Hansen vann bert dystin ímóti Fríða Andreasen, sum ongan dyst vann.
Í bólki B vann Eirikur í Jákupsstovu allar sínar dystir. Jógvan Magnus Andreasen vann tveir dystir og Absalon Hansen ein dyst. Jastrid M. Rein vann ongan dyst. Javnasti dysturin var millum Eirik og Jógvan Magnus, tá bara eitt stig var á muni.
Hálvfinalur og finalur
Í hálvfinalunum var kappingin rættiliga jøvn. Nakrar umskjótingar skuldu til, men endin var, at Annika Vang vann sín dyst 3-1, meðan Hans Petur Højgaard vann sín dyst 3-2.
Í bronsudystinum gjørdi rættiliga spennandi. Báðir skjúttar høvdu møguleikar í settunum at avgera dystin, og endin var, at Jógvan Magnus Andreasen vann 4-3 ímóti Eiriki í Jákupsstovu.
Í sjálvari finaluni skutu Annika Vang og Hans Petur Højgaard. Annika helt stílin og vann fjórða settið, tá Hans Petur hevði vunnið tvey.
Tá kappingin var liðug vísti tað seg, at bæði Annika Vang og Magnus Andreassen høvdu megnað krøvini til HM í Rzeszow í Póllandi. Tey fingu kvøldið at avgera, um tey taka av ella ikki, tí ávísar treytir um venjing fylgja við. Bæði hava valt at luttaka, og Schandorff Vang fær eisini ein leiklut sum dómari í kappingini. Eisini er vert at nevna, at 16 ára gamli Magnus Andreassen megnaði at skjóta heili 571 stig, tá fyrstu 60 pílarnir vóru taldir, og tað er nýtt juniormet í Føroyum, samstundis sum tað er 11 stig omanfyri kravið til at luttaka í HM fyri tey, ið eru til og við 18 ára gomul.