ávuna og skattafrádráttin til lærlingar. Hetta vóru eisini tvey av mínum hjartamálum til valið, og eri eg sera fegin um, at hesi mál longu eru framd. Er hetta tað, tú væntaði - ella væntaði tú nakað annað [...] verða á Føroya løgtingi, røkka inn í øll heim í Føroyum, bæði so og so. Tískil er hetta eitt sera stórt álit, og hetta álit ynskir hann at liva upp til. Hvat hevur tær dámt hesa tíðina á løgtingi, og ert [...] halda fram, men nú arbeiði eg avmarkaða tíð og ikki við somu ábyrgd sum frammanundan. Hetta dámar mær væl, og hetta passar eisini væl saman við, at eg í løtuni eri í holt við eina útbúgving, har eg taki
eg hugsaði, tá eg las hetta lesarabræv. Eg helt hetta vera tað reina fantasi. Hvussu ólukkan kundi man gera ein so langan tunnil undir havsins botni? Hetta hevur allar helst verið um ta tíðina, tá Vágatunnilin [...] morgin? - Hetta fer at flyta okkum inn í nýggjar tíðir! Fyri einum 30 ella 40 árum síðan, tá flestu húski hildu Dimmalætting, var vanligt, at menn og kvinnur skrivaðu lesarabrøv við meining um tað, sum [...] nógvar hurðar seg upp fyri sandoyggjafólki. Nógv - um ikki alt - verður so nógv lættari. Hvønn týdning fer tunnilin at fáa fyri Sandoynna? - Tað er eingin ivi um, at nógv verður øðrvísi fyri fólki, sum her býr
kom hetta illa við hjá Clinton Morrison: - Eftir ætlan skuldi eg flúgva úr Dublin til London hósmorgunin klokkan sjey, og síðani úr London til Mauritius á frítíðarferð fáar tímar seinni, men hetta sær [...] men eg haldi, at hann stóð seg stak væl, og okkara samanspæl var á eini góðari leið, hóast talan var um fyrsta dystin hjá honum frá byrjan, segði Clinton Morrison. Tá ið írsku spælararnir eftir dystin fingu
størri handilsskúla við nógvum næmingum. - Eg søkti um at sleppa inn, og tá eg so fekk at vita, at hetta var í lagi, var eg ordiliga ordiliga glað. Hetta var simpelthen tað besta sum kundi henda fyri meg [...] nevndur manna millum. Fyri fýra árum síðani trein Tanja Joensen fyrstu ferð inn um hesa skúlagáttina. Og fyri hana var hetta samstundis byrjanin til eina positiva vend í lívi hennara. Hon hevði frammanundan [...] har ein skal fáa nakað burturúr tímunum, og har ein somuleiðis skal kunna konsentrera seg um undirvísingina. Hetta hevur verið ein av trupulleikunum hjá Tanju. Og tað var tí sum at koma á rætta stað, tá
fjølmiðlunum finst at avgerðini. - Eg havi nústani sæð tíðindi um, at svanirnar á vatninum í Eiði eru dripnir. Eg hevði ringt við at trúgva tí. Hetta er ein missur fyri Eiði og vitjandi og ein skomm fyri Eiðis [...] nakrar spurningar, ið hon vónar, at kommunan kann svara henni. Harímillum ynskir hon at vita, um kommunan veit um dømir, har svanir hava gjørt álvarsaman skaða á menniskju. Til ber at lesa alt lesarabrævið [...] Nógv kjak hevur tikið seg upp eftir, at Eiðis kommunu í gjár kunnaði um, at tey høvdu dripið svanirnar á vatninum eftir, at ein teirra hevði lopið á eitt smábarn. Fleiri fólk hava funnist at avgerðini
Poul Schlüter sera bilsin um, hvussu skjótt føroyingar megnaðu at koma fyri seg aftur. Hann hevur eisini sína frágreiðing um, hví tað vendi so skjótt: - Høvuðsorsøkin til hetta var, at ein fekk avviklað [...] gera íløgur í garanterað virðisbrøv. Fyri Schlüter er eingin ivi um, at stórur framburður er at síggja í føroyska samfelagnum. Og hetta fer eisini at hava sína ávirkan í framtíðini. - Nógvir útlendskir [...] øki Eitt av tí, sum Schlüter er vorðin kendur fyri í Føroyum, er avtalan um føroysku undirgrundina sum varð gjørd í 1992. - Hetta var í roynd og veru tað seinasta, eg gjørdi sum forsætisráðharri. - Eg avgjørdi
Nú var hetta fingið í rættlag, og í góðveðrinum í gjár var so eitt gylt høvi at leggja frá landi aftur. Góður fiskiskapur Hóast Sonni hevur mist fleiri góðar dagar, so kann hann kortini fegnast um at fáa [...] bátarnir hava góðan fiskiskap fyri tíðina. So nú ræður um at fara skjótt avstað aftur, sigur Dia. Hann roknar kortini ikki við, at Sonni legði frá landi aftur um kvøldið. Boðað varð nevniliga frá meiri vindi aftur [...] betra um umstøðurnar hjá útróðrarbmonnum á Strondum. Í hesum sambandi hevur ein bæði dýpt inni í hylinum, eins og ein hevur longt hylin við 25 metrum og hevur haraftrat umskipað sjálva atløguna. Hetta arbeiðið
sá einki uttan um meg, og eg visti, at eingin vón var um bjarging. At hetta var mín seinasta løta, var eg ikki í iva um. Tilvildin Magnus sigur, at tankarnir mólu í klingur í høvdinum ? um familjuna og tey [...] Hann var útnyrðingur í ættini, og tað var nýkomið vestfall. Hetta er ringur streymur, um bíðað verður ov leingi, men ætlanin var at koma inn um, áðrenn íðan í Flógvanum tók seg upp. Tað var vánaligt bátaveður [...] á, streyfaði. Nógv fleyt rundan um meg í sjónum, og eg sá eitt nú ein tóman fiskakassa fara eftir sjónum. Eg avgjørdi at halda meg til fanglínuna og bátin. Spurdur, um hann væntaði, at luftin, sum sat
í november spurdi meg, um eg ætlaði mær at stilla upp, segði eg sum var. Eg segði sum var, at eg hevði fingið onkrar áheitanir, men segði meg samstundis vónsviknan um, at hetta var likið út. Tí gjørdi [...] situr her og tekur telefonina um dagarnar, nú val er. Grímur leggur aftrat, at um hann ikki hevði fingið hesa ”karantenu”, hevði hann ikki tikið telefonina kortini - líka mikið, um Sámal er á skrivstovuni ella [...] starvi her eftir 1. februar næsta ár, tá eitt nýtt formansskeið byrjar, men hetta havi eg einki fingið at vita um enn. Hetta er sjálvandi ein spurningur, sum formaður ikki avger einsamallur, men leiðslan
Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið? - Eg velji at hava góðar vónir. Tað kostar einki. Men, so vil eg eisini vera realistiskur, og tá ivist eg stórliga í viljanum [...] undirsjóvartunnil at hava fyri Suðuroynna? - Tað er ilt at siga. Vit kunnu eisini spyrja, hvussu verður, um eingin tunnil kemur. Øll síggja støðuna í Suðuroynni, og øll vita, at meðan alt veksur aðrastaðni, [...] sum búgva her og restina av Føroyum, sum tá eru samanbundnar. Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið? - Tað er bara at hyggja at støðuni í Suðuroy í dag, og