Sjúrðargarði í Fámjin. Foreldrini vóru Anna og Ellindur Erlingsson. Tey vóru 12 systkin, níggju systrar og tríggir beiggjar. Eftir av systkjunum eru Mia, Herborg og Trond, sum øll búgva í Danmark. Pápin var [...] tískil at gerast hansara og teirra lagna og lukka. Áðrenn tey giftust fekk Ellen eisini tuberklasmittuna í samband við sítt arbeiði á TB. Hon kom tá heim til verforeldrini at vera og kom fyri seg aftur Tað [...] hondunum. Hon hevur bundið og broderað nógv, tað hevur altíð verið snøgt og væl úr hondum greitt. Framvegis kann hon binda stiklavond, hóast eyguni eru rættuliga nógv farin. Menn fyrst og fremst hevur Ellen verið
skorið í eina fjøl og stóð í lugarskylettinum. Tað var á donskum, sum vanligt var fyrr í tíðini og var úr Sálmi 50, ørindi 15: »Kald på mig på nødens Dag, og jeg vil udfri dig, og du skal prise mig«. [...] á 16. ári. Tað var eingin prestur á Viðareiði um tað mundi, so okkurt mátti gerast. Abbi og pápi fóru so til gongu av Trøllanesi heim eftir oyggj. Á Blankskála var glaðað og kom langabbi, Óli í Uppistovu [...] til hetta skriftstaðið, sum hevði verið honum og mongum til hjálpar og troyst, tá ið á stóð. Hann var við »Gudrun« um summarið, sum hann fylti 68 ár og hevði hann tá verið á sjónum í 50 ár. Skal eg annars
Tað var ikki bara grindin og spikið, sum menn førdu við sær frá grindaplássinum. Tað vóru eisini kúlur, rivjabein, ryggur og hamarstjøl. Spikið bleiv ofta skorið av hamarstjølin og kúluni til at brenna. Hetta [...] Veðrið øtlaði, og vit máttu seta upp á Kirkju. Eina aðru ferð vit fóru í grind í Viðvík var lágættarbrim í Hattarvík. Vit fóru so yvir til Kirkju og læntu bát har. Hetta tók sína tíð, og vit vóru ov seinir [...] Konfirmeraður og so... Eg bleiv so konfirmeraður í Klaksvík í 1938, har eg eisini gekk til. Hetta tók 14 dagar. Prestur var tann kendi N.J. Rasmussen. Vit vóru seks konfirmantar úr Fugloy, fimm gentur og ein drongur
Hetta var vælsmakkandi og heilsugóður viðskeri. Men Óli og Johanna vóru nøgdsom, og tað var ikki gerandiskostur við turkaðum gásakjøti. Hetta skuldi bert etast til høgtíðir, og tá ið tað komu gestir. [...] høvdu sett segl, og sigldu út á redina. Men her mundi enda galið. Tað var fitt av vindi av útsynningi, og dreingirnir fingu ikki vent jaktini. Tískil róku teir út í Nólsoyarfjørð, og tað mátti hjálp sendast [...] enskt flogfar, sum rendi á fjallið her inni millum Hvalba og Tvøroyri. Tað vóru seks mans við, og fimm teirra doyðu. Tann eini var halaskjútti og sat aftast í flogfarinum. Hann var púra óskaddur. Tað var
lesa. Klagað varð til próstin, og prestur var biðin um at finna ein fastan dekn. Tá gjørdist Zacharias fastur deknur. Í 1910 var kirkuverjin eisini farin til brøðurnar, og tá gjørdist Zacharias eisini [...] Torleif Bech í Porkeri. Hann er føddur í 1930, og hann er ein av teimum, sum minnist so ótrúliga væl til. Eisini dugur hann væl at siga frá, bæði frá søgu í Porkeri og frá sínum egna lívi. Tað er slíkt, sum er [...] sjóvinnubygd. Har hava verið nógvir kendir skiparar, og porkeningar hava altíð verið dúgligir útróðrarmenn. Fleiri skip hava eisini hoyrt heima í Porkeri og eiga tey sín part av skipasøguni. Um vit bert taka
Vági við 13 monnum og "Puritan" úr Havn við 6 monnum. Ein postbátur fórst í Vestmannasundi við fýra fólkum, og tveir mans fórust á útróðri. Kjølbro hevði beint keypt “Kristinu” og slapp ikki at tryggja [...] fórst við 8 monnum. 1927: Florens og Riddarin Ein tann mest umrødda vanlukkan, sjálvt í nýggjari tíð, var, tá ið samanstoytur var millum “Florens” og “Hafstein”, og sjey menn á “Florens” doyðu. Tí er [...] fiskimonnm og eisini hjá føroyingum yvirhøvur. Hetta er samstundis í breiðari merking ein lýsing av tí, ið havið hevur kostað føroyingum. Tann størsta vanlukkan nakrantíð var millum 1580 og 1600. Dagurin
kontant. Vit høvdu eisini altíð hønur og gæs. Gæsnar vórðu turkaðar, og so fingu vit turra gás. Hetta var fastur morgunmatur, tá ið gásin var tornað í februar og mars og úteftir. Turr gás við heitum drýli [...] 10. partur Kinna og eg giftust í Havnini í 1950. Hon var dóttur Elisabeth og Niels Mørk í Sandvík. Tað lá væl fyri at vit komu at hittast, tí tað var so nógv samband millum Dímun og Sandvík. Tey úr Sandvík [...] felags ættarfaðir hjá mær og Kinnu Ættarfólkini hjá Kinnu var nógv og ferðaðist í Dímun. Esther, systir hennara, greiðir frá, at hon hevur hildið jól í Dímun. Døtur hennara Elisabeth og Torgerð greiða eisini
at hann gjørdist prestur. Longu sum trý ára gamal plagdi hann at stilla seg á eina stól og halda talu. Margretha va eisini í húsi hjá Evu og Tummas Arge. Í 1928 giftast Margretha og Petur Egholm. Hann [...] at Margrethu. Hon var altíð fitt og blíð og eisini skemtingarsom. Tað er eisini gott samband millum hesa Egholmarar og ættina hjá Onnu Sofíu. Hon var ættað úr Funningi, og nógv av teimum hava greitt frá [...] f. Joensen og Jóannes Niclassen. Hetta var eitt stórt hús, heili 11 børn frá tveimum giftum, og Margretha var fimta barnið í røðini. . Margretha var bert 12 ár, tá ið hon misti mammuna, og tá vóru tey
sum hin krossfesti Messias. Eg síggi ongastaðni, at munur er millum jøda og grikka, millum mann og kvinnu, ella millum fátæk og rík fólk. Tað at vit nokta fyri at nakað menniskja kann koma ístaðin fyri [...] neyðini at lata seg umskera. Hann segði hart og týðiliga at hetta gamla, jødiska var avtikið; hann hevði tikið ta evangelisku læruna væl og virðiliga til sín. Og tó - tað var hin sami Paulus sum seinni syrgdi [...] heilt óneyðug, og sum Gud ikki setti, tað endamálið var at styrkja samkomuna. Boðskapurin skuldi út til allan heimin og smálutir máttu ikki forða arbeiðinuim. Lesið eisini Róm. 14, 15-21 og 1. Kor. 8, 8-13
lágum og miðal inntøkum. Og ein gongd leið er at veita lág- og miðalløntum, støkum uppihaldarum og pensjónistum skattalætta. Harra formaður Hendurnar á arbeiðsmarknaðinum eru burðardygdin í einari og hvørjari [...] millum eystur og vestur er av, og okkara partur av heiminum kenst munandi tryggari enn fyri 30 árum síðani, er ófriður og ótrygg viðurskifti mangastaðni í heiminum. Eisini millum eystur og vestur økist [...] møguleikan at búgva trygt og væl, ikki minst, um tú hevur serligar avbjóðingar. Fleiri nýggj bútilboð eru og verða nú veruleiki. Í fjør læt bú- og virknistilboð til ung við menningartarni og autismu upp í Havn